Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 13 frá 12. februar 1992

um tap uppá skuldarar

Við heimild í § 33, nr. 11) í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Tap uppá skuldarar kann dragast frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni í tí árinum, vissa er fingin fyri, at peningurin er mistur. Neyðug vissa fyri, at so er, kann fáast til vega við at gera eina veruliga og ítøkiliga roynd at fáa peningin inn. Hetta kann eitt nú gerast við at lata peningin til rættsliga innheintingar, og úttøka var til fánýtis.
Stk. 2. Í øðrum lagi verður sum meginregla góðtikið, at neyðug vissa fyri, at peningurin er mistur, er staðfest, eitt nú tá ið skuldarin er farin á húsagang, í gjaldssteðg, í insolventa avtøku, er rýmdur av landinum ella annað tílíkt.
Stk. 3. Eisini kann frádráttur verða gjørdur, tá ið kravið eftir eini ítøkiligari meting verður hildið at vera mist fult ella partvíst.

§ 2. Tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, eitt nú tá ið talið á skuldarum er stórt, verður loyvt at gera eina prosentvísa avseting móti tapi uppá skuldarar.
Stk. 2. Støddin á prosentvísu avsetingini skal í fyrsta lagi ásetast út frá teimum roknskaparligu royndunum hjá virkinum, hvat tapi uppá skuldarar viðvíkur undanfarin ár. Tó skulu munandi broytt búskaparviðurskifti hava ávirkan á ásetingina av prosentinum, eins og broytt samanseting av viðskiftafólkafjøldini.
Stk. 3. Harumframt kunnu royndir, sum onnur meinlík virkir við somu umstøðum hava, fáa ávirkan.

§ 3. Peningastovnum er loyvt at avseta móti tapi av útlánum og ábyrgdum, um avsetingin er grundað á eina meting av teimum einstøku útlánunum og ábyrgdunum. Slík avseting kann verða upp til 11% av samlaðu útlánum og ábyrgdum, uttan at neyðugt er hjá skattavaldinum at kanna avsetingina.
Stk. 2. Peningastovnar hava skyldu til eftir umbøn at siga Líkningarráð Føroya frá, hvussu stór avseting teirra er, og hvussu nógv teir hava avsett fyri tað einstaka árið og hvussu stórt tap, teir hava staðfest.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er fyrstu ferð galdandi fyri tað roknskaparskeið, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 1991. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 95 frá 19. oktober 1989 um tap uppá skuldarar.

Snarslóðir