Skriva út

Kunngerð nr. 136 frá 17.06.1993

um frítøku fyri at rinda avgjald sambært løgtingslóg um meirvirðisgjald fyri vælgerandi tiltøk

Við heimild í § 2, stk. 5 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. Tiltøk (basarar, konsertir, loppumarknaður v.m.), hvørs yvirskot burturav verður nýtt til vælgerandi ella á annan hátt almannagagnligt endamál, kunnu eftir umsókn verða frítikin fyri at rinda avgjald.
Stk. 2. Loyvi sambært stk. 1, kann verða givið til hesi tiltøk:

  1. Eitt mánaðarligt tiltak, ið varir upp til 3 dagar.
  2. Eitt árligt tiltak, ið varir upp til 14 dagar, ella 2 tiltøk, ið vara upp til 8 dagar.
  3. Einsháttað, samanhangandi tiltøk, ið verða hildin eina ferð um árið einstakar dagar, fleiri vikur ella mánaðir upp í saman, ið tilsamans vara ikki meira enn 14 dagar.

Stk. 3. Søla av vørum og tænastum skal fara fram eftir rokning og ábyrgd fyrireikarans, og fyrireikarin má ikki annars reka virksemi við sølu av samsvarandi vørum og tænastum.

§ 2. Innsavnan og søla av brúktum lutum við lítlum virði t.d. fløskur, pappír og metal, ið vera fyriskipað av vælgerandi feløgum v.fl., kunnu eftir umsókn vera frítikin fyri at rinda avgjald.
Stk. 2. Frítøka sambært stk. 1, er treytað av, at felagið ikki annars rekur skrásetingarskyldugt virksemi, og at sølan burturav fer fram til skrásett virki.

§ 3. Umsókn um frítøku fyri at rinda avgjald skal sendast Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Virki, ið verða frítikin fyri at rinda avgjald, skulu ikki skrásetast hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Tílík virki skulu ikki tilskila meirvirðisgjaldsupphædd ella á annan hátt tilskila, at fakturaupphæddin er íroknað meirvirðisgjald á fakturair, avrokningarskjøl v.m.
Stk. 3. Frítøka verður ikki veitt fyri meirvirðisgjald av keypi í samband við fyriskipan av teimum í §§ 1 og 2 umrøddu tiltøkum.

§ 4. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 166 frá 3. desember 1992 um frítøku fyri avgjaldsskyldu sambært lóg um meirvirðisgjald fyri vælgerandi tiltøk.