Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 145 frá 18. desember 2015

um røkt av fæi arbeiðsmarknaðareftirlønargrunsins

Við heimild í § 5. stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 28. apríl 1992 og løgtingslóg nr. 149 frá 20. desember 2012, verður ásett:

§ 1. Stýrið fyri arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin skal umsita fæ eftirlønargrunsins soleiðis, at tað verður til størst møguligt gagn fyri eftirlønarskipanina. Endamálið við íløgurøktini er at útvega grunninum so gott avkast sum gjørligt við tí váða, sum stýrið metir vera ráðiligan, og sum er innanfyri íløgukarmarnar í skjali 1.

§ 2. Váðin verður avmarkaður við at áseta hámark sum prosentpart av samlaðu ognunum fyri hvønn aktivklassa. Hámarkini eru ásett í skjali 1.
Stk. 2. Íløgurøktin skal leggjast soleiðis til rættis, at grunnurin altíð hevur gjaldføri tøkt til útgjaldingar. Í íløgurøktini skal atlit somuleiðis takast at rentuváða, kreditváða, gjaldoyraváða, partabrævaváða og mótpartsváða. Stýrið ger nærri reglur um avmarking av váða.

§ 3. Grunnurin kann gera avtalu við Fígging Landsins um at røkja fæið eftir reglunum frammanfyri og eftir ásetingum frá stýrinum.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk.2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 34 frá 16. apríl 1997 um røkt av fæi arbeiðsmarknaðareftirlønargrunsins.

Útgivið: 23. desember 2015

Fíggjarmálaráðið, 18. desember 2015
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Magnussen (sign.)