Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 16 frá 16. mars 1999

um fyrisiting av eydnuspæli v.m.

Við heimild í §§ 7 og 7a í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 1987 um eydnuspæl v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrismaðurin fyrisett:

§ 1. Landsstýrismaðurin leggur sín avgerðarrætt og fráboðanarskyldu eftir lógini til Toll- og Skattstovu Føroya.

§ 2. Avgerð, sum Toll- og Skattstova Føroya hevur tikið eftir hesi lóg, kann kærast til landsstýrismannin. Kæran skal vera skrivlig og vera landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.

§ 3. Samstundis sum søkt verður, skulu kr. 200,- rindast til Toll- og Skattstovu Føroya.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 11 frá 22. januar 1990 um fyrisiting av eydnuspæli úr gildi.

Løgmansskrivstovan, 16. mars 1999

Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)