Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 164 frá 3. desember 1992

um uppgerð og endurrindan av innflutningsgjaldi á vørum á goymslu

Við heimild í § 40 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

Vanligar reglur.

§ 1. Virki, ið eru skrásetingarskyldug sambært § 5, og virki, ið sjálvboðin lata seg skráseta sambært § 6 í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og sum hava uppgjørt goymsluna pr. 31. desember 1992 eftir reglunum í hesi kunngerð, og sum hava sent inn uppgerðina áðrenn 1. juli 1993, fáa innflutningsgjaldið sambært løgtingslóg nr. 119 frá 23. desember 1991 um innflutningsgjald, ið er goldið fyri vørur, ið eru innfluttar til víðari sølu sambært § 2, og sum ikki eru seldar áðrenn 1. januar 1993, endurgoldið í 1993 og 1994 eins og tilskilað niðanfyri.
Stk. 2.1) Innflutningsgjaldið sambært hesi grein verður útgoldið í 4 eins stórum pørtum. Endurrindanin í samsvari við 3. avrokningartíðarskeið í 1993 og 1. og 2. avrokningartíðarskeið 1994 verður í seinasta lagi 3 vikur aftaná 10. november 1993, 10. mai 1994 og 10. august 1994. Tó verða reglurnar í § 24 í løgtingslóg um meirvirðisgjald eisini at galda hesum viðvíkjandi.
Stk. 3. Møguligt sølumeirvirðisgjald, sum verður avroknað fyri 2. og 3. ársfjórðing í 1993, og 1. og 2. ársfjórðing í 1994 skal mótroknast í endurgjaldinum av innflutningsgjaldinum sambært stk. 2.
Stk. 4. Møgulig onnur skuld, ið stavar frá meirvirðisgjaldsskyldugum virksemi, tolli sambært løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991, innflutningsgjøldum sambært løgtingslóg nr. 119 frá 23. desember 1991, avgjøldum sambært løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald á framleiðslu og innflutningi og frá skrásetingargjaldi sambært løgtingslóg nr. 102 frá 1. oktober 1986 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., verður mótroknað í endurgoldnum innflutningsgjaldi, ið ikki er mótroknað sambært stk. 3.

Søluvørur

§ 2. Vørur, ið geva rætt til endurgjald av innflutningsgjaldi sambært § 40 í løgtingslóg um meirvirðisgjald, skulu lúka allar treytir nevndar niðanfyri í pkt. 1-3:

  1. Vørurnar skulu vera keyptar við tí fyri eyga at selja aftur við vinningi.
  2. Vørurnar skulu koma undir avgjaldsskyldu sambært løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  3. Virkið, ið selur vørurnar, skal vera skrásetingarskyldugt sambært § 5 ella § 6 í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Stk. 2. Innballing, formálar, eisini edv-formálar, skjøl, beriposar, reingerðarevni o.t. verða ikki roknað sum vøra sambært stk. 1, uttan so at hesar vørur eru keyptar til víðari sølu og ikki hava sølufremjandi endamál.

Uppgerð av vørugoymslu

§ 3. Virðið á vørum á goymslu tann 31. desember 1992 verður uppgjørt eins og tilskilað niðanfyri í litra a), b) og c) sum tað virðið, ið myndar grundarlagið undir útrokning av innflutningsgjaldinum, íroknað møguligan toll, innflutningsgjald og møgulig punktgjøld.

a) Virðið á vørum á goymslu er virðið uppgjørt sambært reglunum í § 11 í løgtingslóg um toll (Skjal 1), íroknað innflutningsgjald og møguligan toll og punktgjøld.
b) Vørur, ið verða framleiddar á egnum virki, skulu í uppgerðini tilskilast við virðinum á tí tilfari, sum er brúkt til framleiðingina, og sum innflutningssgjald beinleiðis ella óbeinleiðis er goldið av.
c) Loyvt er at rokna seg fram til kostvirðið á vørunum við fyrst at gera goymsluna upp til útsøluprís og síðani lækka hetta virði við útroknaðum bruttovinningi. Uppgerast skal fyri hvønn avgjaldsbólk sær sambært § 5, stk. 2.
d) Har goymslan fatar um vanligar húsarhaldsvørur, har innflutningsgjaldið er 33%, og punktgjøldini eru millum 0% og 40%, ber til at gera virðið á hesum vørum upp eftir reglunum í 1. punktum í litra c). Vørur á øllum øðrum avgjaldsbólkum verða tó at gera upp eftir meginregluni í litra a) ella c), tvs. fyri hvønn avgjaldsbólk sær. Ikki er loyvt at nýta henda uppgerðarhátt, um úrslitið eyðsýnt gevur størri endurgjald enn tað, sum hevði staðist av at gjørt upp eftir reglunum í litra a) ella c).
e) Vørur sum eru illa seljandi, skulu gerast upp til tað virði, sum tær ætlandi kunnu seljast fyri tann dagin, uppgjørt verður, um ætlaða søluvirðið er minni enn virðið uppgjørt sambært litra a) og b). Verða nevndu vørur ætlandi seldar fyri meira enn virðið uppgjørt sambært litra a) og b), verða reglurnar í litra a) og b) at galda, tó soleiðis at verður uppgjørt sambært litra c), skal virðið lækkast við ætlaðum vinningi. Vørur, sum í áður gjørdum uppgerðum eru viðgjørdar sum illa seljandi vørur, kunnu ikki gerast upp til hægri virði, enn tær áður eru uppgjørdar til.
f) Vørur, ið eru keyptar úr trotabúgvum, deyðsbúgvum, á tvingsilssølu o.t., skulu gerast upp fyri seg og viðgerast sambært reglunum í litra c) við atliti til litra e).
g) Krøvini í § 10 í kunngerð nr. 5 frá 8. januar 1988 frá Líkningarráði Føroya um uppteljing av vørugoymslu skulu verða fylgd.

Stk. 2. Fyri alifisk í vøkstri (livandi og/ella tiknan ikki seldan fisk) skal ein uppgerð gerast pr. 31. desember 1992 yvir tal og vekt. Virðið á fóðrinum, ið nýtt hevur verið til framleiðingina av omanfyristandandi fiski, verður ásett til 15,00 kr. pr. kilo av livandi fiski og/ella tiknan ikki seldum fiski.
Krøvini í stk. 4 og 5 skulu verða fylgd.
Stk. 3. Fyri slaktineyt, slaktigrísar og seyð á lívi, skal ein uppgerð gerast pr. 31. desember 1992 yvir tal á neytum/grísum og vekt á hvørjum djóri sær og tali á seyði.
Virðið á kunsttøðum og/ella fóðri, ið nýtt er, verður ásett til:
Fyri slaktineyt: 12,00 kr. pr. kg. livandi vekt,
Fyri slaktigrísar: 5,00 kr. pr. kg. livandi vekt og
Fyri seyð: 70,00 kr. fyri hvønn seyðin.
Krøvini í stk. 4 og 5 skulu verða fylgd.
Stk. 4. Við uppteljingini av vørugoymsluni skal fylgja útrokning av bruttovinningi hjá fyritøkuni í seinasta ársroknskapi og fyri tíðarskeiðið frá endanum á seinasta ársroknskapi til 31. desember 1992. Eisini skal gerast yvirlit, ið sýnir samanhangin millum vørugoymsluna uppgjørda eftir reglunum í hesi grein, og uppgerð sambært kunngerð nr. 5 frá 8. januar 1988 frá Líkningarráði Føroya um uppteljing av vørugoymslu.
Stk. 5. Uppgerðin sambært stk. 1 og útrokningin sambært stk. 2 skulu vera váttaðar av løggildum ella skrásettum grannskoðara ella av persóni, ið er góðkendur av Toll- og Skattstova Føroya sambært § 40, stk. 4 í løgtingslóg um mvg við hesari viðmerking: _Frammanfyristandandi uppgerð av vørugoymsluni er grannskoðað og er í samsvari við reglurnar í kunngerð um uppgerð og endurrindan av innflutningsgjaldi á vørum á goymslu".
Stk. 6. Upplýsingarnar sambært hesi grein skulu vera Toll- og Skattstovu Føroya í hendi í seinasta lagi 1. juli 1993.
Stk. 7. Eru treytirnar í stk. 4 og 5 ikki uppfyltar, verður einki endurgjald latið.

Byggi- og nýgerðarvirksemi v.m.

§ 4. Byggi- og nýgerðararbeiði v.m., sum er liðugtgjørt, men ikki avhent, og samsvarandi arbeiði, ið ikki eru liðugtgjørd tann 31. desember 1992, eru við avhending ikki at rokna sum vøra sambært § 2, stk. 1 í løgtingslóg um meirvirðisgjald, men skulu roknast sum føst ogn, ið ikki er meirvirðisgjaldsskyldug við avhending. Reglurnar í hesi kunngerð um endurgjald av innflutningsgjaldi eru tí ikki galdandi fyri tað innflutningsgjald, sum er goldið í samband við hesi arbeiði í 1992.

Útrokning av endurgjaldinum

§ 5. Tá finnast skal fram til ta upphædd, sum skal endurgjaldast sambært § 1 av uppgjørda virðinum á goymslu tann 31. desember 1992, verður farið fram eins og nevnt niðanfyri í pkt. 1) til 5).

  1. Upphæddin verður roknað út fyri hvønn avgjaldsbólk sær, sum nevndir eru í stk. 2, av goymsluni uppgjørd sambært § 3, stk. 1 litra a) og b).
    Fyri vørur, hvørs avgjald er goldið sambært løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (punktgjøld) og ella løgtingslóg um innflutningsgjald, verður endurgoldið tað prosent, sum er nevnt í teigi A í talvuni í stk. 2.
  2. Um virðið á vørugoymsluni tann 31. desember 1992 verður gjørt upp eins og nevnt í § 3, stk. 1 litra c), verður endurgoldið tað prosent, sum tilskilað er í teigi A í talvuni í stk. 2, av uppgjørda virðinum á vørum, ið eru innfluttar beinleiðis, og sum tað prosent av uppgjørda virðinum í teigi B í talvuni í stk. 2 av teimum vørum, sum eru keyptar frá øðrum føroyskum innflytarum.
  3. Um virðið á vørugoymsluni ella parti av henni verður gjørt upp, eins og nevnt í § 3, stk. 1 litra d), verða endurgoldin 17% av uppgjørda virðinum á vørunum, uttan mun til um hesar eru beinleiðis innfluttar ella eru keyptar frá øðrum føroyskum innflytara.
  4. Av virðinum á illa seljandi vørum uppgjørt sambært litra d) og av virðinum á vørum uppgjørt sambært litra e) verður endurgoldið eftir somu reglum sum ásett í pkt. 2.
  5. Endurgjaldið sambært § 3 stk. 2 verður roknað sum 5,19% av uppgjørda virðinum á fóðrinum.
  6. Endurgjaldið sambært § 3 stk. 3 verður roknað sum 5,66% av uppgjørda virðinum á fóðri og kunsttøðum, ið er beinleiðis innflutt, og sum 4,72% av uppgjørda virðinum á fóðri og kunsttøðum, sum er keypt frá øðrum føroyskum innflytara.

Stk. 2. Avgjaldsbólkarnir eru hesir:

PunktgjaldInnfl.gj.Tils.AB
%%%%%

100
3313314,1611,80
53338617,7414,78
40337319,0715,90
35336819,6416,37
32336520,0016,67
30336320,2516,87
25335820,8917,41
22335521,2917,74
20335321,5717,97
17335022,0018,33
15334822,3018,58
10334323,0819,23
0333325,0020,68
010109,097,58
0887,416,17
0665,664,72
0000,000,00

Ígildissetanarreglur
Punktgj. er gjald sambært løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
Innfl.gj. er gjald sambært løgtingslóg nr. 119 frá 23. desember 1991 um innflutningsgjald.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

SKJAL 1

§ 11. Tollurin verður roknaður av gjaldsskylduga virðinum.
Stk. 2. Gjaldsskylduga virðið verður ásett eftir reglum, ið eru fyrisettar av landsstýrinum í samsvari við ásetingarnar í avtalu um nýtslu av grein VII í Almenna sáttmálanum um tollskráir og samhandil (GATT).
Stk. 3. Hesir kostnaðir skulu leggjast afturat fakturaprísinum, um teir ikki longu eru umfataðir: - kostnaður keyparans til provisión og innballing,

  • royalty ella licensavgjøld, sum keyparin hevur skyldu at gjalda,
  • partur av vinningi frá sølu, avhending ella nýtslu av innfluttum vørum,
  • flutningskostnaður (flutningur, innskiping, handfaring og trygging) til innflutningsstaðið,
  • omanfyri nevndu útreiðslur skulu býtast lutfalsliga uppá nettovektina á sendingini.

Hesir kostnaðir kunnu dragast frá fakturaprísinum, treytað av at tað týðuliga framgongur, at teir eru íroknaðir í fakturanum, og treytað av at hesir kostnaðir eru settir fyri seg sjálvar:

  • flutningskostnaður aftan á innflutningsstaðið,
  • kostnaður viðvíkjandi byggi-, innleggingar- og monteringsarbeiði eins og viðlíkahaldi, og tekniskari hjálp veitt aftan á innflutning av hesum vørum,
  • avsláttur,
  • avgjøld á tolløkinum.

Stk. 4. Um tað veruliga virðið av einari vøru ikki kann ásetast sambært reglunum omanfyri, verður virðið ásett av tollmyndugleikunum í samsvari við GATT-reglurnar annars.
Stk. 5. Fyri tollavgreiðslu, ið ikki kemur undir § 13 stk. 2 og 3, verður umrokning frá fremmandum til føroyskt gjaldoyra gjørd eftir gjaldsoyravirðinum tann dagin, tá ið tollavgreiðslan fer fram.
Stk. 6. Fyri vørur, ið koma undir § 13 stk. 2 og 3, verður umrokning frá fremmandum til føroyskt gjaldoyra, gjørd eftir gjaldsoyravirðinum tann dagin, tá ið vøran er tollskyldug sambært § 12.
Stk. 7. Gjaldsskylduga virðið av vørum, ið hava verið uttanlands til umvælingar ella umbyggingar, er virðið av tilfari, ísettum lutum, arbeiðsløn og øðrum kostnaði í hesum sambandi, her íroknað cif kostnaður til tolløkið.
Stk. 8. Ikki verður við innklarering roknað við avsláttri, uttan so at hesin er frádrigin sjálvum fakturaprísinum.