Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 172 frá 15.12.1992

um sjálvbodna skráseting sambært lóg um meirvirðisgjald fyri útleigu, uppsiting og sølu av fastari ogn

Sambært § 6, 1. stk. í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verður ásett:

§ 1 Toll- og Skattastova Føroya kann loyva sjálvbodnari skráseting fyri útleigu til vinnuliga nýtslu hjá skrásetingarskyldugum virkjum, herímillum uppsiting av fastari ogn ella pørtum av henni. Sjálvbodna skrásetingin kann ikki fevna um útleigu til bústaðarendamál. Sjálvbodna skrásetingin kann heldur ikki fevna um áður gjørdar leigusáttmálar uttan so, at leigarin játtar hesum. Toll- og Skattstova Føroya kann harumframt geva loyvi til sjálvbodna skráseting fyri keyp og bygging v.m. av fastari ogn og byggibúning av grundstykki til sølu til meirvirðisgjaldsskrásett virki, javnber § 4 í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
Stk. 2. Sjálvboðin skráseting fyri útleigu av fastari ogn kann í fyrsta lagi strikast 2 ár aftaná skrásetingina. Verður skrásetingin gjørd, áðrenn byggingin er endað, verður 2 ára freistin roknað frá tí degi útleiganin byrjaði.

§ 2 Um útleiguvirksemi er sjálvboðið skrásett, skal útleigarin rinda avgjald av samsýning sambært leigusáttmála. Avgjaldsskylduga virðið verður ásett sambært § 8, stk. 2 í løgtingslóg um meirvirðisgjald, um so er, at samsýningin ikki samsvarar við vanliga leigu fyri útleigu í samsvarandi hølum og bygningum.
Stk. 2. Meirvirðisgjaldsskrásettur leigari kann rokna avgjaldið við í inngangandi avgjald eftir vanligu reglunum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 3 Útleigarin kann rokna avgjald av keypi, ið viðvíkur nýbygging, umbygging, nútímansgerð, umvæling, viðlíkahaldi, rakstri og fyrisiting av útleigaðu føstu ognini við í inngangandi avgjald sambært vanligu reglunum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
Stk. 2. Tá ið farið verður undir at byggja til útleigu, er treytin fyri frádráttarrætti, meðan bygging fer fram, at Toll- og Skattstova Føroya góðkennir eina váttan frá útleigaranum, um í hvønn mun leigusáttmálin fyri ognina kann væntast at vera fevndur av skrásetingini.
Stk. 3. Í seinasta lagi 6 mánaðir aftaná, at bygningurin er liðugur at taka í nýtslu, skal - grundað á skjalprógv fyri nýtslu av bygninginum - gerast endalig útrokning og javning av tí avgjaldsupphædd, sum útleigarin kann rokna við í inngangandi avgjaldi. Einans høli, ið eru útleigað, áðrenn 6 mánaða freistin er farin, verða mett at vera fevnd av skrásetingini. Toll- og Skattstova Føroya kann leingja freistina.

§ 4 Eitt virki, ið er sjálvboðið skrásett, fyri keyp og bygging v.m. av fastari ogn og byggibúning av grundstykki til sølu til meirvirðisskrásett virki, kann fáa tað avgjald, sum er goldið í sambandi við keypið og byggingina v.m., afturgoldið.
Stk. 2. Afturgjalding av avgjaldi kann fara fram, tá ið virkið fyri Toll- og Skattastovu Føroya skjalprógvar, at ognin skal nýtast av einum meirvirðisgjaldsskrásettum virki til meirvirðisgjaldsskyldugt endamál. Keyparin skal vátta, at hann átekur sær skylduna at javna inngangandi avgjald á føstu ognini, javnber kunngerð um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi til íløgugøgn.

§ 5 Verður vavið á sjálvbodnu skrásetingini fyri útleigu av fastari ogn broytt, av tí at leigumálið ikki longur er fevnt av skrásetingini, skal javning av inngangandi avgjaldi fara fram sambært reglunum í tí í § 13, stk. 2 nevndu kunngerð um lutfalsligan frádráttarrætt fyri mvg og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum.
Stk. 2. Eitt virki, ið er sjálvboðið skrásett fyri útleigu, hevur skyldu at fráboða Toll- og Skattastovu Føroya broytingar sambært stk. 1, sum føra við sær javning av avgjaldi.

§ 6 Tann, ið tilætlað ella av grovum ósketni gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar til nýtslu fyri avgjaldseftirlitið í sambandi við sjálvbodna skráseting, verður revsaður við sekt, uttan so at hann er skyldugur til harðari revsing sambært § 33, stk. 3, í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Reglurnar í § 33, stk. 4 og § 34 í løgtingslóg um meirvirðisgjald eru samsvarandi galdandi sambært hesi kunngerð.

§ 7 Henda kunngerð kemur i gildi 1. januar 1993.