Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 21 frá 7. mars 1996

um tolleftirlit

Við heimild í § 22, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll hevur Føroya Landsstýri fyrisett:

Kapittul 1
Tolløkið

§ 1. Henda kunngerð fyrisetur reglur um tolleftirlit á føroyskum tolløki, samanber § 1 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll.

Kapittul 2
Skip

§ 2. Skip í hesi kunngerð er at skilja sum skip, bátar og før av øllum sløgum.

§ 3. Skip, ið eru stødd inni á tolløkinum, eru undir eftirliti tollvaldsins.
Stk. 2. Siglandi skip skulu eftir áheitan frá tollvaldinum steðga. Áheitan um at steðga verður annaðhvørt givin munnliga ella við steðgitekninum: "Steðgið skipinum alt fyri eitt".
Stk. 3. Skiparin hevur skyldu til at geva allar upplýsingar um skip og farm v.m., ið eru neyðugar, fyri at eftirlitið kann verða framt, og at leggja fram øll skipsskjøl og farmaskjøl v.m., ið staðfesta upplýsingarnar, og at vísa á og lata upp ella avdúka allar inngongdir til lastina, rúm og goymslur.
Stk. 4. Tollvaldið hevur rætt til alla staðni í skipinum at gera tær kanningar (inkvirering), tað metir eru neyðugar, fyri at eftirlitið kann verða framt. Skipari og manning hava skyldu til at vera beinasamir og vera tollvaldinum til handa undir inkvireringini.

§ 4. Tá skip er statt í tolløkinum, kann tollvaldið krevja, at ótollaðar vørur verða lagdar undir tollstongsul. Ber ikki til at seta fullgóðan tollstongsul, kann tollvakt verða sett við skipið fyri kostnað hjá skipinum.
Stk. 2. Skip í tolløkinum mugu ikki føra við sær ótollaðan proviant v.m., uttan so at tey eru byrjað eina ferð, sum hevur endaligan atkomustað uttanfyri tolløkið, ella uttan so, at tað er skip, ið hevur tikið umborð ótollaðan proviant v.m. í samsvari við provianteringsregluna, ið er galdandi fyri hesi skip.
Stk. 3. Eingin tollur verður tikin av provianti og øðrum skipsvistum, sum fremmand ríkisskip og skip, ið koma til tolløkið við farmi ella ferðafólki, hava inni til nýtslu umborð, meðan tey eru stødd í tolløkinum.
Stk. 4. Fremmand ríkisskip eru undantikin tolleftirliti (inkvirering) við komu, men eru annars undir vanligum tolleftirliti.

§ 5. Havnamyndugleikarnir hava skyldu til at siga tollvaldinum frá ófráboðaðum skipum, sum koma til tolløkið, og at siga frá um teir eru varugir við, at skip uppskipa ella innskipa vørur ólógliga.

§ 6. Inn- og uppskipan av vørum og ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki er undir tollvaldsins eftirliti og má bert fara fram í teimum havnum, sum tollvaldið hevur góðkent til hetta. Tollvaldið kann tó, tá ið serligar umstøður tala fyri tí, loyva at inn- og uppskipan og ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki kann fara fram aðrastaðni. Møguligar útreiðslur í samband við hetta, t.d. koyri- og dagpeningur og gjald fyri yvirtíð, skal hann gjalda, sum hevur biðið um undantaksloyvi.
Stk. 2. Góðkendar havnir til innskipan og uppskipan av vørum eru: Fuglafjørður, Klaksvík, Kollafjørður, Miðvágur, Saltangará, Sandur, Sørvágur, Tórshavn, Tvøroyri, Vágur og Vestmanna.
Stk. 3. Góðkend havn til ílandsetan og umborðtøku av ferðafólki er: Tórshavn.
Stk. 4. Tá ið skipað verður fyri ferðafólkarutusambandi millum tolløkið og støð uttanlands, kann tollvaldið krevja, at tað uttan kostnað fyri tollvaldið eru hølir við neyðugari útgerð v.m. til taks fyri tollvaldið at gera ferðafólkaeftirlit í, og at neyðugar girðingar verða settar upp.
Stk. 5. Tollvaldið hevur rætt til ótarnað at ferðast allastaðni á plássum, í pakkhúsum, í havnum og á atløguplássum. Tollvaldið ásetur neyðugar reglur, fyri at tolleftirlitið kann verða framt.

§ 7. Skiparin skal skjótast møguligt, tvs. í minsta lagi 4-6 tímar áðrenn komu, munnliga boða tollvaldinum frá, hvaðani skipið kemur, og hvønn farm tað hevur inni.
Stk. 2. Inn- og uppskipan av vørum, ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki ella manning má ikki byrja, fyrr enn loyvi frá tollvaldinum fyriliggur.
Stk. 3. Tollvaldið kann nokta atgongd til skip, um neyðugt við hjálp frá løgregluni, til inkvireringin er liðug.

§ 8. Skiparin á skipi, sum er statt í tolløkinum skal aftaná munnligu frásøgnina, og áðrenn inkvireringin byrjar, lata tollvaldinum skrivliga frásøgn (tollfrásøgn) um skip, farm og proviant v.m.
Stk. 2. Tollfrásøgnin skal innihalda upplýsingar um navnið á skiparanum og dátu á skipinum (slag, navn, heimstað og tonnasju) - tal á manning og ferðafólki, navnið á umboðsmanninum hjá skipinum her í landinum, hvaðani skipið kemur, endamálið við komuni, slag og nøgd av farmi og inn- og uppskipingarhavnir. Tollfrásøgnin skal harumframt innihalda sundurgreinaðar upplýsingar um nøgdina av ótollaðum provianti v.m. og váttan skiparans um, at tað í skipinum ikki eru aðrar ella fleiri vørur enn tær, ið frásagdar eru, og at tað ikki eru aðrar inngongdir til last og goymslur enn tær, sum vístar eru tollvaldinum undir inkvireringini.
Stk. 3. Skiparin skal saman við tollfrásøgnini lata øll tollskjøl, m.a. tollpass, tubbakslista, og um einki tollpass er, fakturar yvir innskipaðan ótollaðan proviant v.m. Skiparin skal geva upplýsingar um orsøkina til møguligar broytingar í proviantnøgdini. Verða tollskjølini ikki framløgd, ella er munandi ósambæri millum upplýsingar á tollskjølum og ta nøgd, ið uppgivin er, sum skiparin ikki kann greiða frá, ella finnast tað undir inkvireringini fleiri vørur, ið ikki eru uppgivnar frammanundan, kann tollvaldið seta tollvakt við skipið fyri tess kostnað.
Stk. 4. Tollvaldið kann afturhalda skipsskjøl, tjóðskaparprógv og málibræv v.m., har tey verða verðandi til tollvaldið leysgevur tey aftur.

§ 9. Skiparin á skipi, ið skal fara frá tolløkinum, skal boða tollvaldinum frá fráferð, tá ið tollvaldið krevur tað.
Stk. 2. Skiparin ella umboðsmaður hansara skal lata tollvaldinum innskipingarskjøl yvir innskipaðan farm.
Stk. 3. Skiparin skal goyma part av tollfrásøgnini umborð á skipinum og eftir áheitan framleggja hendan fyri tollvaldinum í øðrum havnum.

§ 10. Skiparin ella ánarin av skipinum heftir fyri tolli og avgjøldum á vørum, herundir restfarmi og provianti, sum verður innskipað, uppskipað ella brúkt í tolløkinum í stríð við reglurnar í hesi kunngerð ella í provianteringskunngerðini.

Kapittul 3
Flogfør

§ 11. Flogfør, ið koma til ella fara frá tolløkinum, mugu bert lenda á og fara av flogvølli, ið er góðkendur av tollvaldinum (tollfloghavn). Innskipan og uppskipan av vørum og ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki er undir tollvaldsins eftirliti.
Stk. 2. Undantikið stk. 1, 1. puntkum eru:

  1. Flogfør, ið neyðlenda.
  2. Sjóflogfør, tá tollvaldið frammanundan hevur givið loyvi til komu ella fráferð.

Stk. 3. Góðkend floghavn til ílandsetan og umborðtøku av ferðafólki og innskipan og uppskipan av vørum er: Vága Floghavn.
Stk. 4. Tollvaldið kann tó, tá serligar umstøður tala fyri tí, loyva, at inn- og uppskipan og ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki kann fara fram aðrastaðni. Møguligar útreiðslur í samband við hetta, t.d. koyri- og dagpening og gjald fyri yvirtíð, skal hann gjalda, sum hevur biðið um undantaksloyvi.

§ 12. Tollvaldið kann sum treyt fyri at góðkenna ein flogvøll sum tollfloghavn krevja, at tað uttan kostnað fyri tollvaldið eru hølir við neyðugari útgerð til taks, har tolleftirlitið kann gera ferðafólkaeftirlit v.m, og at neyðugar girðingar verða settar upp.
Stk. 2. Tollvaldið hevur í eini tollfloghavn óhindraða atgongd allastaðni á plássum, í bygningum, hangarum, verkstøðum v.m. Tollvaldið ásetur tær reglur, ið eru neyðugar, fyri at tolleftirlitið kann verða framt.

§ 13. Flogfør, ið eru stødd inni á tolløkinum, eru undir eftirliti tollvaldsins.
Stk. 2. Flogskiparin hevur skyldu til at geva allar upplýsingar um flogfarið og lastina v.m., ið eru neyðugar fyri at eftirlitið kann verða framt, og at leggja fram øll skjøl v.m. ið staðfesta upplýsingarnar, og at vísa á og lata upp ella avdúka allar inngongdir til lastina, rúm og goymslur.
Stk. 3. Tollvaldið hevur rætt til allastaðni í flogfarinum at gera tær kanningar (inkvirering), ið neyðugar eru, fyri at eftirlitið kann verða framt.

§ 14. Tá ið eitt flogfar er statt í tolløkinum, kann tollvaldið krevja, at ótollaðar vørur verða lagdar undir tollstongsul. Ber ikki til at seta fullgóðan tollstongsul, kann tollvakt verða sett á flogfarið fyri kostnað hjá flogfarinum.
Stk. 2. Flogfør í tolløkinum mugu ikki føra við sær ótollaðan proviant v.m. uttan so at tey eru byrjað eina ferð, sum hevur endaligt lendipláss uttan fyri tolløkið.
Stk. 3. Eingin tollur verður tikin av provianti og flogfarsvistum sum fremmand ríkisflogfør og flogfør, ið koma til tolløkið við farmi ella ferðafólki, hava inni til nýtslu umborð, meðan tey eru stødd í tolløkinum.
Stk. 4. Fremmand ríkisflogfør eru frítikin fyri tolleftirlit (inkvirering) við komu, men eru annars undir vanligum tolleftirliti.

§ 15. Floghavnsmyndugleikar skulu boða tollvaldinum frá komu hjá væntaðum og óvæntaðum flogførum.
Stk. 2. Flogskiparin skal skjótast møguliga eftir komu munnliga boða frá, hvaðani flogfarið kemur, og hvønn farm tað hevur inni.
Stk. 3. Inn- og uppskipan av vørum, ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki ella manning má ikki byrja, fyrr enn loyvi frá tollvaldinum fyriliggur.
Stk. 4. Tollvaldið kann nokta atgongd til flogfar, um neyðugt við hjálp frá løgregluni, til inkvireringin er liðug.

§ 16. Flogskiparin á flogfari, sum er statt í tolløkinum, skal frammanundan inkvirering, lata tollvaldinum skrivliga frásøgn (tollfrásøgn) um flogfar, farm og proviant v.m.
Stk. 2. Tollfrásøgnin skal innihalda upplýsingar um navnið á flogskiparanum og dátu um flogfarið (slag, nummar, tjóðskapur og navnið á eigaranum), tal á manning og ferðafólki, navnið á umboðsmanninum hjá flogfarinum her á landinum, hvaðani flogfarið kemur, slag og nøgd av farmi, og inn- og uppskipingarhavnir. Tollfrásøgnin skal harumframt innihalda sundurgreinaðar upplýsingar um nøgd av ótollaðum provianti v.m. og váttan flogskiparans um, at flogfarið ikki hevur aðrar ella fleiri vørur enn tær, ið uppgivnar eru, og at tað ikki eru aðrar inngongdir til lastina, rúm og goymslur enn tær, sum vístar eru tollvaldinum undir inkvireringini.
Stk. 3. Verða tað undir inkvireringini funnar aðrar ella fleiri vørur enn tær, sum uppgivnar eru frammanundan, er heimilað tollvaldinum at seta tollvakt við flogfarið fyri tess kostnað, og kann tollvaldið halda flogfarinum aftur, til tollvaldið boðar frá leysgeving.
Stk. 4. Rutuflogfør í regluligari rutuflúgving kunnu, tá steðgurin í tolløkinum er stuttur, verða undantikin at skriva tollfrásøgn.

§ 17. Flogskiparin á flogfari, ið skal fara frá tolløkinum, skal boða tollvaldinum frá fráferð, tá ið tollvaldið krevur tað.
Stk. 2. Flogskiparin ella umboðsmaður hansara skal lata innskipingarskjøl yvir innskipaðan farm.

§ 18. Flogskiparin ella ánarin á flogfari heftir fyri tolli og avgjøldum á vørum, herundir restfarmi og provianti v.m., sum verður innskipað, uppskipað ella brúkt í tolløkinum í stríð við reglurnar í hesi kunngerð ella provianteringskunngerðini.

Kapittul 4
Persónar

§ 19. Ferðandi, ið ferðast til ella frá tolløkinum eru undir tollvaldsins eftirliti.
Stk. 2. Persónar, sum ferðast til ella frá tolløkinum, skulu við komu og fráferð, uttan at biðið verður um tað, steðga til tolleftirlit og skulu annars, tá ið tollvaldið krevur tað, steðga til tolleftirlit.
Stk. 3. Persónar, sum hava verið umborð á skipum ella flogførum, ella sum ferðast fram við strondum, í havnum, á flogvøllum og atløguplássum, skulu tá tollvaldið krevur tað, steðga til tolleftirlit.
Stk. 4. Teir persónar, ið nevndir eru í stk. 2 og 3, sum hava verið umborð á skipum og flogførum skulu eftir áheitan frá tollvaldinum upplýsa navn og bústað.
Stk. 5. Teir persónar, ið nevndir eru í stk. 3, sum hava verið umborð á skipum ella flogførum, kunnu bert taka vørur frá flutningsfarinum, sum hava verið uppgivnar til tollvaldið, áðrenn tær verða tiknar í land.
Stk. 6. Teir persónar, ið nevndir eru í stk. 2 og 3, hava skyldu til at boða tollvaldinum frá øllum vørum, teir hava við sær, og til at geva tær upplýsingar, sum tollvaldið metir eru neyðugar, fyri at tolleftirlitið kann verða framt. Teir skulu harumframt ávísa øll rúm og goymslur í viðføri teirra v.m. og í møguligum flutningsførum, og í tann mun tollvaldið ynskir tað, skulu teir pakka upp og aftur viðføri v.m.
Stk. 7. Tær fráboðanir og upplýsingar, ið nevndar eru í stk. 5, kunnu gevast munnliga, tá ið vørurnar ikki verða innfluttar vinnuliga, uttan so at tollvaldið heldur tað verða neyðugt, at fráboðanir og upplýsingar verða givnar skrivliga.
Stk. 8. Á teimum støðum, har mongdin av ferðafólkum talar fyri tí, kann tollvaldið gera av, at persónar, ið koma til tolløkið, kunnu geva tollvaldinum fráboðan við at fara ígjøgnum eitt eftirlitsøki, har tvær rásir eru, har onnur (grøn rás) er merkt: "Ongar vørur at tolla", og hin rásin (reyð rás) er merkt: "Vørur at tolla". Persónar, sum fara ígjøgnum grøna rás, hava við hesi gerð boðað tollvaldinum frá, at teir ikki hava við sær vørur, ið skulu toll- og avgjaldsgreiðast, ella vørur, ið koma undir serligar innflutningsásetanir ella innflutningsforboð. Tollvaldið kann fyriskipa aðra líknandi frámerking, og eru tá somu reglur galdandi, sum frammanfyri nevnt.
Stk. 9. Persónar, sum hýraðir eru við skipi ella flogfari, og hvørs koma er í hesum sambandi, skulu boða skiparanum ella flogskiparanum frá øllum vørum, teir hava við sær jbr. § 8, stk. 3 og § 15, stk. 2, so hesar verða givnar upp til tollvaldið við komu.

§ 20. Tollvaldið hevur rætt til at eftirkanna persónar, sum ferðast til ella frá tolløkinum, sum eru ella hava verið umborð á skipum ella flogførum, ella sum ferðast fram við strondum, í havnum, á flogvøllum ella atløguplássum.
Stk. 2. Eftirkanning skal fara fram so varliga sum gjørligt, og ikki longur enn endamálið krevur tað.
Stk. 3. Eftirkanning, ið ikki bert fevnir um uttanáklæðini, má bert fara fram, um rímilig orsøk er til at halda, at viðkomandi ólógliga hevur vørur uppi á sær v.m. og bert eftir boðum frá ovasta hjáverandi tolltænastumanni. Tann, sum eftirkannaður verður, kann krevja sær vitni at vera hjá undir eftirkanningini. Til eftirkanningina krevst, at tann, ið kannar ella er hjástaddur, skal verða av sama kyni, sum tann, ið kannaður verður.

Kapittul 5
Aðrar reglur

§ 21. Tá starvsfólk á tollvaldinum fremja eftirlit, skulu tey kunna føra prógv fyri sær við eyðkennisbúna ella tænastusamleikakorti.

§ 22. Tá áheitan, fráboðan, frásøgn, váttan og annað verður givið, skal hetta gerast á oyðibløð við teigum og tekniskum formi, sum tollvaldið hevur góðkent og avgjørt at brúka.

Kapittul 6
Revsireglur

§ 23. Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir reglunum í kapittul 10 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, tá ið tað í nevnda kapitli er ásett revsing fyri brotið.
Stk. 2. Í øðrum førum verða brot á hesa kunngerð revsað við bót.

Kapittul 7
Gildissetanarreglur

§ 24. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi § 1 til og við § 20 í kunngerð nr. 44 frá 18. september 1958 við seinni broytingum um uppkrevjing av gjøldum v.m. eftir løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum.