Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 21 frá 19. februar 2003

um skráseting av motorakførum

Við heimild í § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførurn, sum broytt við m.a. løgtingslóg nr. 31 frá 23. apríl 1999, verður ásett:

§ 1. Loyvi til at skráseta hýruvogn ella skúlavogn uttan skrásetingargjald verður bert veitt, um akfarið verður nýtt til vinnuliga skúlakoyring ella vinnuliga hýruvognskoyring.
Stk. 2. Loyvi til at skráseta hýruvogn ella skúlavogn uttan skrásetingargjald verður bert givið tí, ið er skrásettur fyri viðkomandi akfar.

§ 2. Umsókn um loyvi til at skráseta akfarið uttan skrásetingargjald skal latast Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Við umsóknini um loyvi til hýruvogn skulu fylgja avrit av

  1. koyrikorti, ið er áteknað til aksturvinnu,
  2. loyvisbrævi til aksturvinnu,
  3. hýruvognsloyvi, um umsøkjarin ynskir at skráseta akfar sum hýruvognur í kommunu, har kunngerð um standard-hýruvognsreglugerð er galdandi og
  4. dóps- ella navnaseðli.

Stk. 3. Við umsókn um loyvi til skúlavogn skal hjáleggjast avrit av:

  1. koyrikorti,
  2. góðkenning av koyriskúla frá Bileftirlitinum
    og
  3. dóps- ella navnaseðli.

§ 3. Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal nágreiniliga føra koyri-bók, sum skal framvísast eftir áheitan frá Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Koyribókin skal vera førd fyri alla koyring og skal í minsta lagi vísa dagfesting fyri, nær koyrt verður. Samstundis skal nágreinast soleiðis at:

  1. kilometurteljarin við arbeiðsbyrjan verður lisin av og førdur í koyribókina,
  2. kilometurteljarin við arbeiðslok verður lisin av og førdur í koyribókina og
  3. koyrdir kilometrar og inntøka av koyringini verða førd í koyribókina.

§ 4. Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal vátta koyrdar kilometrar og inntøkur av koyrdu kilometrunum. Inntøkan av koyringini skal kunna útgreinast fyri eitt ávíst tíðarskeið, ið Toll- og Skattstova Føroya ynskir lýst. Hýruvognurin skal latast til kilometuravlesing, tá Toll- og Skattstova Føroya biður um tað.
Stk. 2. Vegleiðandi fyri um talan er um hýruvogn sum vinnu kunnu hesi minstumørk ásetast fyri miðalinntøku pr. koyrdan kilometur.

  1. Í Tórshavnar kommunu er 4,50 kr. fyri hvønn koyrdan km vegleiðandi.
  2. Á øðrum plássum er 4,00 kr. fyri hvønn koyrdan km vegleiðandi.

§ 5. Gevur tann, ið hevur loyvi til skúlavogn uttan skrásetingargjald, frálæru til í minsta lagi 25 næmingar um árið, má ætlast, at talan er um skúlavognskoyring sum vinnu. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja tann, ið hevur skúlavognsloyvi, eftir upplýsingum, váttaðar av Bileftirlitinum, um m.a. tal á næmingum, fyri at staðfesta, um akfarið verður brúkt til tað endamál, ið treytar frítøkuna frá at rinda skrásetingargjald. Inntøkan av hesi koyring skal kunna úgreinast fyri eitt ávíst tíðarskeið, ið Toll- og Skattstova Føroya ynskir lýst.

§ 6. Um talan ikki er um vinnuligt virksemi fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar.
Stk. 2. Kravið um gjalding av skrásetingargjaldinum verður tryggjað við veðrætti í hýru- ella skúlavogninum.

§ 7. Akfar, ið verður skrásett sum hýru- ella skúlavognur, skal vera tryggjað fyri fult virði.

§ 8. Avgerðir hjá Toll- og Skattstovu Føroya kunnu kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 52 frá 17. apríl 2002 um skráseting av motorakførurn sum hýru- ella skúlavognur.

Fíggjarmálaráðið, 19. februar 2003

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
Petur Alberg Lamhauge,(sign.)