Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 22 frá 27. januar 1993

um minstukrøv til bókhald og roknskap

1. kapittul
Bókhald

Vanligar reglur
Við heimild í § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 75 frá 24. oktober 1978 um bókhaldsskyldu, § 103, stk. 1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum og §§ 18, stk. 5 og 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Bókførslan skal við atliti til stødd og slag av virki samsvara góðan bókhaldssið.
Bókhaldið og roknskapurin skulu skipast so, at roknskapartilfarið verður tryggjað ímóti at vera oyðilagt ella stolið, og ímóti villum og misnýtslu.
Stk. 2. Bókhaldið skal skráseta alt tað vinnuliga virksemið, innskot/-gjaldingar í og tað, ið tikið verður út av ogn virkisins.

§ 2. Roknskapartilfar er:

  1. skrásetingar, haruppií transaktiónssporið, jbr. grein 4, stk. 1,
  2. frágreiðing um bókhaldið, haruppií bókingarvegleiðing, jbr. grein 10, stk. 1,
  3. frágreiðing um skipanir, hjálpitól o.l., sum viðvíkja nýtslu av edv v.m. jbr. § 10, stk. 2 og 3,
  4. skjøl og annað próvtilfar,
  5. ársroknskapir og líknandi uppsetingar, umframt møguligar ársfrágreiðingar v.m. og
  6. annað tilfar, ið krevst til at skjalprógva rættleikan av hinum roknskapartilfarinum, jbr. § 4, stk. 2.

§ 3. Roknskapartilfarið má ikki broytast, uttan so at bæði tað upprunaliga innihaldið og innihaldið av broytingini síggjast í tilfarinum.
Stk. 2. Grundarskjøl mugu ikki broytast, um broytingin kann skapa óvissu um tær tilhoyrandi skrásetingarnar.
Stk. 3. Er ein ársroknskapur undirskrivaður ella góðkendur, mugu broytingar ikki gerast í hesum ella í tí bókhaldi, sum roknskapurin er grundaður á, uttan so at tað í roknskapinum ávikavist í bókhaldinum eru so stórar villur, at upplýsingarvirðið í ársroknskapinum av hesi orsøk er nógv versnað.

§ 4. Bókhaldið skal leggjast til rættis soleiðis, at allar skrásetingar kunnu fylgjast fram til ársroknskapin. Tølini í roknskapinum skulu kunna loysast upp í tær skrásetingar, sum tey eru samansett av. Sambandið millum tær einstøku skrásetingarnar og ársroknskapin verður í hesi kunngerð nevnt transaktiónssporið.
Stk. 2. Skrásetingarnar og tilhoyrandi skjalatilfar skulu innihalda tær upplýsingar, ið krevjast sum skjalprógv fyri rættleikan av skrásetingunum (eftirlitissporið).

Skrásetingar
§ 5. Skrásetingar skulu gerast soleiðis, at tann tíðarbundna raðfylgjan verður tryggjað, og tær skulu vera fullkomnar og haldgóðar.
Stk. 2. Skrásetingarnar skulu gerast við klárskrift ella við elektroniskum ella øðrum tekniskum tólum, sum altíð kunnu skriva út skrásetingarnar við klárskrift.

§ 6. Skrásetingarnar skulu gerast so skjótt sum gjørligt, eftir at tey viðurskifti, ið skrásetingarnar vera grundaðar á, eru til staðar.
Stk. 2. Við atliti til hvat slag av virki talan er um, kann skráseting við keypi og sølu tó gerast, tá goldið verður.

§ 7. Skrásetingarnar skulu vísa á tað skjalatilfarið v.m., sum hoyrir til, og hava upplýsingar, ið gera tað møguligt at fylgja tí einstøku skrásetingini í bókhaldinum.

§ 8. Førast skal gjaldsroknskapur, har, um gjørligt, dagliga skulu førast allar inn- og útgjaldingar fyri hvønn einstakan post, ella um serligar sundurgreiningar eru, ein samlað upphædd fyri hvørja sundurgreining.
Stk. 2. Tær í stk. 1 nevndu sundurgreiningar skulu innihalda upplýsingar um hvønn einstakan post.

§ 9. Virki, sum fáa kontant inngjaldingar ella útgjalda kontant, skulu føra kassaroknskap.
Stk. 2. Virki, sum føra kassaroknskap, skulu gera munagóðar kassaavstemningar. Hesar skulu gerast javnan og - um ikki stødd og slag av virki krevur annað - dagliga.
Stk. 3. Virki, sum grundað á virkisslag ella slag av handli ikki hava møguleika fyri at nýta kassatól ella føra listar v.m. yvir ta einstøku inngjaldingina, skulu í minsta lagi gera eina dagliga kassauppgerð. Tann dagliga kassauppgerðin skal vísa kassapening við dagsins byrjan og enda og inngjaldingar, sum ikki stava frá dagsins sølu, og allar útgjaldingar.

Frágreiðingar
§ 10. Alt eftir stødd og slagi av virki skal ein hóskandi frágreiðing gevast um, hvussu bókførslan er skipað, haruppií eisini bókingarvegleiðing (konteringsinstruks).
Stk. 2. Har edv (elektronisk dataviðgerð) verður nýtt, skal harumframt gerast ein frágreiðing av teimum nýttu skipanunum, hjálpigøgnum og tílíkum. Frágreiðingin skal harafturat upplýsa, hvussu skrásetingarnar, haruppií skrásetingar, ið verða førdar sum sjálvvirkandi (automatiskt) o.l., verða gjørdar, eftirkannaðar og goymdar.
Stk. 3. Um skrásetingarnar og skjalatilfarið v.m. ikki verða goymd á klárskrift, skal frágreiðingin sambært stk. 2 eisini upplýsa, hvussu transaktiónssporið er háttað og goymt, umframt í hvørjum skapi skjalatilfarið v.m. er goymt. Í klárskrift skal vera greitt frá, hvørjir elektroniskir miðlar verða nýttir, og hvussu teir verða goymdir og frá tekniskum standardum umframt teim neyðugu tólunum til at fáa skrásetingarnar, transaktiónssporið og skjalatilfarið v.m. útskrivað.

Grundskjal
§ 11. Fyri hvørja skráseting skal vera eitt skjal (grundskjal). Um skrásetingarnar verða førdar sjálvvirkandi, kann frágreiðingin, ið er nevnd í § 10, stk. 2, 2. pkt., tó avloysa skjalið.
Stk. 2. Eitt uttanhýsis skjal er eitt grundskjal, sum er útflýggjað av øðrum enn tí bókhaldsskylduga. Onnur skjøl eru innanhýsis skjøl.
Stk. 3. Um tað finst eitt uttanhýsis skjal, skal hetta heldur nýtast enn eitt møguligt innanhýsis skjal.
Stk. 4. Skjøl viðvíkjandi keypi og sølu skulu hava upplýsingar um:

  1. navn og bústað hjá ávikavist seljara og keypara,
  2. slag, nøgd og upphædd á veitingini,
  3. dag, tá skjalið er útgivið og
  4. møguligt fakturanummar ella samsvarandi samleikaprógv (identifikatión). Virki sum næstan bert selja til privatar brúkarar, kunnu lata vera við at útflýggja eitt skjal, uttan so at keyparin biður um hetta.

Stk. 5. Skjøl, ið viðvíkja gjaldingum, skulu innihalda upplýsingar um:

  1. upphædd,
  2. dag, tá skjalið er útgivið,
  3. innanhýsis góðkenningar og
  4. upplýsingar um endamálið við gjaldingini.

Stk. 6. Skjøl viðvíkjandi innanhýsis flytingum skulu innihalda upplýsingar um:

  1. upphædd,
  2. dag, tá skjalið er skrásett,
  3. innanhýsis góðkenningar,
  4. kontering og
  5. grundgeving fyri flytingini.

Elektroniskar flytingar
§ 12. Skráseting av transaktiónum kann gerast, hóast tær einans eru grundaðar á data, ið eru flutt elektroniskt.
Stk. 2. Verða data flutt elektroniskt millum virki, skal sendarin, um móttakarin ynskir tað, skriva út eitt skjal ella eina eins tryggjandi váttan til móttakaran viðvíkjandi teim fluttu data.
Stk. 3. Skráseting, ið er grundað á data, sum eru flutt elektroniskt millum partar, har ikki báðir eru umfataðir av lóg um bókhaldsskyldu, kann ikki gerast, uttan so at tað kann sannast, at tann bókhaldsskyldugi í øllum goymslutíðarskeiðinum kann skjalprógva transaktiónirnar eins tryggjandi sum við uttanhýsis skjølum.

Byrjunarfíggjarstøða og ársroknskapur
§ 13. Roknskapartíðarskeiðið skal vera 12 mánaðir. Tað fyrsta roknskaparskeiðið kann tó vera styttri ella longri, tó í mesta lagi 18 mánaðir. Verður roknskaparskeiðið broytt, kann eitt tíðarskeið eisini vera styttri ella longri, tó í mesta lagi 18 mánaðir.

§ 14. Tá bókhaldsskyldan byrjar, skal gerast ein fíggjarstøða fyri tað bókhaldsskylduga virkið (byrjunarfíggjarstøða).
Stk. 2. Fyri hvørt roknskaparskeið skal gerast ein roknskapur (ársroknskapur) við einum rakstrarroknskapi fyri tíðarskeiðið og ein uppgerð yvir aktiv og passiv (fíggjarstøðu) við endan av tíðarskeiðinum.
Stk. 3. Byrjunarfíggjarstøðan og ársroknskapurin skulu setast upp sambært góðan roknskaparsið, undir neyvum atliti til virði og skyldur, og við at gera neyðugar av- og niðurskrivingar.
Stk. 4. Í rakstrarroknskapinum skulu inntøkur og útreiðslur setast í høvuðspostar ella í bólkar. Gjørdar av- og niðurskrivingar á fasta ogn, skip, innbúgv, maskinur og tílíkt støðisfæ, umframt roknaðar rentur av eginognini, skulu vísast fyri seg.
Stk. 5. Í fíggjarstøðuni skulu postarnir setast upp hvør sær ella í høvuðsbólkar alt eftir, hvørjir postar eru. Postar undir eginognini mugu ikki koma uppí aðrar postar í fíggjarstøðuni. Fyri vørugoymslu og aðrar postar, sum ikki vera sundurliðaðir í fíggjarstøðuni, skulu vera serligar sundurliðingar, har virðismetingin framgongur. Eru postar í fíggjarstøðuni settir til annað virði enn keypsvirðið, við frádrátti av teim í bókhaldinum gjørdu av- og niðurskrivingum, skal tað skilliga vísast, hvussu komið er fram til virðismetingina.
Stk. 6. Í ársroknskapinum skal greiðast frá, hvussu eginognin er broytt orsakað av rakstrinum, ella av útlutan av avlopi, úttøku av peningi ella vøru til eigara ella orsakað av broytingum í aktivum og passivum, ið ikki hava verið vístar í rakstrarroknskapinum.
Stk. 7. Upplýsast skal um gjørdar veðsetingar og veksilskyldur, ið virkið hevur átikið sær, og veðhalds- og garantiskyldur, harundir eisini pensiónsskyldur ella líknandi.
Stk. 8. Er bert ein eigari av einum virki, skulu øll aktiv og passiv vera við í fíggjarstøðuni, tó undantikið leysafæ, ið ikki verða nýtt í virkinum. Aktiv og passiv, sum ikki viðvíkja virkinum, kunnu tó verða tikin við í einum serligum ískoyti til fíggjarstøðuna. Inntøkur og útreiðslur, ið viðvíkja tílíkum aktivum og passivum, kunnu tá haldast uttan fyri bókhaldið.

§ 15. Byrjunarfíggjarstøðan og ársroknskapurin skulu vera gjørd innan 6 mánaðir eftir, at ávikavist bókhaldsskyldan er byrjað, og roknskaparskeiðið endað.
Stk. 2. Byrjunarfíggjarstøðan og ársroknskapurin skulu undirskrivast av øllum ábyrgdarhavandi ánarum. Í vinnufeløgum skulu tó tey ábyrgdarhavandi fyri dagliga rakstrinum undirskriva, uttan so at annað verður kravt í lóggávuni.

Varðveiting av roknskapartilfari
§ 16. Tann, sum hevur roknskaparskyldu, skal goyma roknskapartilfarið trygt. Roknskapartilfarið kann goymast av øðrum, enn honum, sum hevur roknskaparskyldu, um lætt er at sleppa framat tí.
Stk. 2. Tilfarið skal goymast soleiðis, at tað í øllum tí tíðarskeiðinum, skylda er at varðveita tað, er gjørligt sjálvstøðugt at finna fram og útskriva tað ávísa tilfarið í klárskrift, haruppií eisini transaktións- og eftirlitssporið.
Stk. 3. Bókhaldsskyldug, ið gera skrásetingar, sum bert eru grundaðar á elektroniskt flutt data, jbr. § 12, skulu skjalprógva tær einstøku flytingarnar í øllum varðveitingartíðarskeiðinum.

§ 17. Roknskapartilfarið skal goymast í 5 ár, frá tí at roknskaparárið er endað.
Stk. 2. Uttanhýsis grundskjøl, ið verða mikrofilmað, flutt á elektroniskar miðlar ella líknandi, skulu goymast í 1 ár eftir, at tann roknskapurin er undirskrivaður, sum skjølini viðvíkja. Annað roknskapartilfar kann beinanvegin avloysast av mikrofilmum, elektroniskum miðlum ella tílíkum.

§ 18. Roknskapartilfarið kann goymast á mikrofilmi, elektroniskum miðlum ella á líknandi hátt.
Stk. 2. Uttanhýsis grundskjøl, ið verða avmyndað á annan miðil, skulu kunna framkallast sum myndir av tí upprunaliga skjalinum við váttanum, átekningum v.m.
Stk. 3. Innanhýsis roknskapartilfar, ið ikki verður goymt í klárskrift, skal hava tað sama innihaldið og somu uppseting, sum tað samsvarandi tilfarið, ið kann lesast.

§ 19. Mikrofilmar, elektroniskir miðlar og líknandi skulu goymast líka leingi, sum kravt verður fyri tað upprunaliga skjalið.
Stk. 2. Bókhaldsskyldug, sum nýta mikrofilmar, elektroniskar miðlar ella líknandi, skulu við hóskandi fyriskipanum tryggja:

  1. at allar upplýsingar, sum eru í tí upprunaliga roknskapartilfarinum, verða fluttar á miðilin, áðrenn tað upprunaliga tilfarið verður beint burtur,
  2. at kannað verður, um upplýsingar á elektroniska miðilinum kunnu lesast, áðrenn tað upprunaliga tilfarið verður beint burtur,
  3. at miðilin verður goymdur á tryggan hátt, soleiðis at tilfarið kann lesast alla ta tíðina, tað skal varðveitast,
  4. at tað verður goymt soleiðis, at eitt ávíst skjal kann finnast skjótt, og
  5. at neyðug trygdaravrit verða tikin, og at hesi verða goymd soleiðis, at tey ikki oyðileggjast ella verða stolin v.m. saman við tí upprunaliga tilfarinum.

Stk. 3. Sleppur ein sær av við tey tól, sum eru neyðug fyri at kunna endurgeva tilfarið, skal roknskapartilfarið útskrivast í tí upprunaliga skapinum ella flytast yvir á ein annan miðil, soleiðis at tilfarið framvegis kann endurgevast.

§ 20. Verður roknskapartilfarið varðveitt á mikrofilmi, elektroniskum miðli ella á annan meinlíkan hátt, kann ein almennur myndugleiki, í tann mun hesin hevur heimild at krevja upplýsingar um bókhaldið hjá einum virki, áleggja, at tann bókhaldsskyldugi ókeypis útvegar alt, sum krevst til at kunna finna fram og lesa roknskapartilfarið. Harafturat kann myndugleikin ókeypis krevja, at fáa lesilig makaskjøl av roknskapartilfarinum.

§ 21. Roknskapartilfarið skal varðveitast í Føroyum.
Stk. 2. Hevur fyritøkan virksemi uttanlands, og tað kann sannast, at reglurnar í tí ávísa landinum krevja, at tilfarið skal varðveitast har, er tað tó nøktandi, at avrit ella endurgevingar av roknskapartilfarinum viðvíkjandi hesum virkseminum verða goymd her í landinum ella - uttan so at annað er ásett sambært aðra lóggávu - kann útvegast eftir áheitan.

2. kapittul
Krøv til ta skattligu uppgerðina og tað skattliga roknskapargrundarlagið

§ 22. Reglurnar í hesum kapitli galda fyri skattskyldug, sum hava roknskaparskyldu.
Stk. 2. Toll- og Skattstovan kann sleppa støkum og bólkum av skattskyldugum undan fult ella partvíst at halda reglurnar í hesum kapitli.

§ 23. Tann ársroknskapur, ið skal latast skattamyndugleikunum, skal vera settur upp eftir skattligum grundreglum, ella skulu viðleggjast neyðugar skattligar broytingar og sundurliðingar.
Stk. 2. Bókhaldið skal leggjast soleiðis til rættis, at allar skrásetingar skulu kunna fylgjast til tær skattligu uppgerðirnar. Tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru sett saman av.
Stk. 3. Skattligar broytingar til ársroknskapin skulu gerast soleiðis, at tað er gjørligt at staðfesta sambandið við skattauppgerðina fyri undanfarna ár.

§ 24. Eru tilgóðahavandi og skuld viðvíkjandi vørum og tænastum ikki tikin við í bókhaldinum, skulu við roknskaparársins enda vera til skjals sundurliðingar yvir hesar, ið vísa navn og bústað á hvørjum skuldara og ognara.
Stk. 2. Við endan av roknskaparárinum skulu gerast serstakar uppgerðir yvir arbeiðir í gerð fyri fremmanda rokning, býttar upp á tey ymisku arbeiðini við tilskilaðari frágreiðing um, hvussu virðismett er.

§ 25. Nettosølan skal vísast fyri seg og skal uppgerast við atliti til tilgóðahavandi fyri vørusølu og tænastur við árs byrjan og enda.
Stk. 2. Arbeiðir í gerð við roknskaparársins byrjan og enda skulu annaðhvørt takast við í vørusøluna ella vørunýtsluna og vísast í roknskapinum.
Stk. 3. Vørunýtsla, lønir, aðrar starvsfólkaútreiðslur og kostnaðir annars skulu eftir slagi upplýsast serstakt og skulu verða uppgjørd við atliti til:

  1. virðið á goymslu og virðið á arbeiðum í gerð við roknskaparársins byrjan og enda, og
  2. skuld stavandi frá hesum útreiðslum við roknskaparársins byrjan og enda.

Stk. 4. Avskrivingar vegna staðfest tap uppá skuldarar skulu vísast serstakt.
Stk. 5. Eru útreiðslur, sum eru nevndar undir stk. 3, nýttar til støðisfæ ella privata nýtslu, skulu flytingarnar upplýsast serstakt fyri hvønn kostnað sær.
Stk. 6. Inntøkur og útreiðslur, sum stava frá øðrum enn tí vanliga rakstrinum, skulu vísast sum serstakar inntøkur og serstakar útreiðslur og sundurliðast eftir slagi, uttan so, at hesar eru av lítilsverdum týdningi.

§ 26. Innskot í peningastovn e.l. skulu tilskilast við frásøgn um, hvar peningur er settur og kontonummar.
Stk. 2. Tilgóðahavandi fyri vørusølu og tænastur og fyri vinnuligt útláns- og fíggjanarvirksemi skulu setast upp uttan niðurskriving.
Stk. 3. Annað tilgóðahavandi skal tilskilast við upplýsing um navn og bústað hjá skuldara.
Stk. 4. Goymsla av virðisbrøvum, haruppií fíggjarligum sáttmálum, skal sundurliðast eftir slagi við tilskilan av áljóðandi virði og kursvirði.
Stk. 5. Um umstøðurnar tala fyri tí, kunnu tær upplýsingar, ið eru kravdar eftir hesi grein, og um bókhaldið annars vísir hesar sundurliðingar, vísast meira samlaðar.

§ 27. Við roknskaparársins enda skal vørugoymslan teljast upp, og vørugoymsluupphæddin skal kunna prógvast á einum uppteljingarlista, har hvør vøra sær er skrivað upp, soleiðis at hon lætt kann finnast á listanum, um hetta gerst neyðugt. Um vørugoymslan kann roknast út frá einum álítandi goymsluroknskapi ella tílíkum, kann uppteljingin gerast á aðrari tíð, enn tá roknskaparárið endar.

§ 28. Støðisfæ, sum verður avskrivað sambært avskrivingarlógina, skal sundurliðast soleiðis, at avskrivingargrundarlagið kann eftiransast. Árligar avskrivingar skulu vísast fyri seg í roknskapinum, sundurliðaðar eftir slagi á støðisfæi. Fyri bygningar v.m., sum verða avskrivaðir sambært 4. kapitli í avskrivingarlógini, skulu útveganarár og -peningur upplýsast.
Stk. 2. Er lagt í íløgu- ella rakstrargrunn, skal útrokningargrundarlagið tilskilast.

§ 29. Ognarar skulu verða sundurliðaðir í:

  1. vøru- og útreiðsluognarar
  2. onnur skuld.

Stk. 2. Upplýsingar um navn og bústað og møguligt kontonummar á teimum í stk. 1, nr. 2 nevndu ognarunum skulu, um tað ikki sæst í roknskapinum, verða til taks í virkinum og skulu útvegast eftir áheitan.

§ 30. Um mótroknað er millum inntøku- og útreiðslupostar ella millum aktiv og passiv, skulu bruttotølini vísast.

§ 31. Ein samanbering millum váttan um útgoldnar lønir sambært grein 118 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum og lønarútreiðslurnar í ársroknskapinum skal leggjast við roknskapinum sum fylgiskjal. Um roknskaparskeiðið ikki er tað sama sum álmanakkaárið, skal eitt fylgiskjal vísa, hvussu lønir, samsýningar o.t. verða býttar uppá partar av álmanakkaárinum, sum roknskaparskeiðið fevnir um.

3. kapittul
Roknskaparførsla sambært lóg um meirvirðisgjald

Vanligar reglur
§ 32. Virki, ið eru skrásett sambært lóg um meirvirðisgjald, skulu føra roknskap yvir keyp og sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, soleiðis at tær upphæddir, sum eitt virki við endan á hvørjum avgjaldstíðarskeiði skal geva upp í avgjaldsuppgerðini til Toll- og Skattstovu Føroya, skilliga kunnu lesast í roknskapinum.

§ 33. Roknskapurin skal vera týðuligur og greiður og hava tær upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at Toll- og Skattstovan kann brúka hann sum grundarlag fyri eftirliti við, at avgjaldið verður rætt goldið. Verða keyps- og sølukonto førdar við summariskum posteringum, skal sundurliðing vera til skjals (journalir, kladdur, kassastrimlar ella tílíkt), sum vísir, hvussu summarisku posteringarnar eru settar saman av einstøkum postum.
Stk. 2. Roknskapurin skal vera lagdur soleiðis tilrættis, at Toll- og Skattstovan kann samanbera posteringarnar í roknskapinum við keyps- og søluskjølini.
Stk. 3. Roknskapurin skal annars hava upplýsingar av slíkum slag, at virkini kunnu lúka teirra skyldu til eftir áheitan at geva Toll- og Skattstovuni upplýsingar um síni keyp av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum hjá teimum einstøku virkjunum og um sínar latingar av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum til tey einstøku virkini.

§ 34. Vanligir handilsroknskapir skulu hava fylgjandi serstøku konti:

  1. 2 konti fyri inngangandi avgjald (avgjald av keypi), eina fyri rakstur og eina fyri íløgugøgn.
  2. Konto fyri útgangandi avgjald (avgjald av sølu).
  3. Konto fyri útflutning v.m.

Stk. 2. Á konto fyri inngangandi avgjald skal avgjald á keypum av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum til nýtslu hjá virkinum førast, í tann mun, sum avgjaldið á keypunum kann roknast við í inngangandi avgjaldið.
Stk. 3. Sum íløgugøgn er at skilja:

a. Maskinur, innbúgv og onnur rakstrargøgn, hvørs keypsprísur, meirvirðisgjald ikki íroknað, fer upp um kr. 4.000 um árið, og sum er undir virðisminkan.
b. Føst ogn.
c. Uppí- og umbygging ella nútímansgerð og umvælingar og viðlíkahald á fasta ogn við einum samlaðum avgjaldsskyldugum virði, sum er meira enn kr. 50.000 um árið.

Stk. 4. Á konto fyri útgangandi avgjald skal avgjald førast av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, ið verða seldar av virkinum ella úttiknar til nýtslu hjá eigara, starvsfólki, umboði v.m.
Stk. 5. Konto fyri útflutning v.m. verður stovnað av virkjum, ið hava útflutning ella aðra sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, sum avgjald ikki skal gjaldast av. Á kontoina verður søluprísurin á gjørdum latingum førdur.

§ 35. Avgjaldsupphæddirnar verða førdar á avgjaldskontiini í samband við posteringar av viðkomandi keypi ella sølu í handilsroknskapinum. Avgjaldskontiini kunnu tó verða førd við tíðaravmarkaðum (periodiskum) posteringum, tá ið avgjaldið kann roknast beinleiðis grundað á saldo á øðrum konti. Í tílíkum førum verða hesi konti førd við virðinum, íroknað avgjald, og kontiini mugu bert fevna um annaðhvørt keyp, hvørs avgjald kann roknast við í inngangandi avgjald, ella sølu, sum avgjald skal gjaldast av. Avgjald, sum Toll- og Skattstovan hevur roknað við innflutning av vørum, skal altíð førast beinleiðis á konto fyri inngangandi avgjald.

§ 36. Avgjaldskontiini verða uppgjørd við endan á hvørjum avgjaldstíðarskeiði. Saldo á konto fyri inngangandi avgjald verður flutt á konto fyri útgangandi avgjald, ið sostatt vísir ta avgjaldsupphædd, sum skal gjaldast Toll- og Skattstovuni, ella ta avgjaldsupphædd, ið skal endurgjaldast av Toll- og Skattstovuni. Við inngjalding til (ella útgjalding frá) Toll- og Skattstovuni, verður goldna (ella endurgoldna) upphæddin førd á konto fyri útgangandi avgjald, ið sostatt verður afturjavnað. Í staðin fyri at flyta inngangandi avgjald yvir á konto fyri útgangandi avgjald, kann virkið stovna eina konto fyri avrokning við Toll- og Skattstovuna og flyta inngangandi og útgangandi avgjald á hesa konto.

Keyp
§ 37. Roknskapur yvir keyp og avgjald av keypi (inngangandi avgjald) verður førdur við keypsskjølum (vørurokningar, notur, avrokningarskjøl og móttiknar kreditnotur v.m.) sum grundarlag.

§ 38. Bókhald fyri eitt avgjaldstíðarskeið skal fevna um keyp, sum í tíðarskeiðinum er fakturerað til virkið av latarum innanlands, og tann innflutning av vørum, sum virkið hevur havt, og sum er tollaður í tíðarskeiðinum.
Stk. 2. Bóking av keypi kann gerast við gjalding í staðin fyri við móttøku av vørurokning. Inngangandi avgjald verður í tílíkum førum uppgjørt við gjaldingum, sum eru gjørdar í avgjaldstíðarskeiðinum, sum grundarlag. Verður hesin framferðarháttur nýttur, hevur virkið rætt til gjøgnum sundurgreinaðar uppstillingar yvir skuld til latarar við byrjan og enda á avgjaldstíðarskeiðinum at fremja regulering av inngangandi avgjaldi, soleiðis at hetta samsvarar við tær latingar, latarin hevur fakturerað í tíðarskeiðinum.

§ 39. Konto fyri inngangandi avgjald skal lækkast við avgjaldi sambært kreditnotum, ið eru móttiknar frá latarum innanlands fyri returvørur og prísavsláttur fyri áður keyptar vørur ella avgjaldsskyldugar tænastur, harímillum eisini kreditnotur við tilskilan um avgjald fyri býtispening (dividendu), bonus, kassaavsláttur og annan treytaðan avsláttur, ið er vorðin effektivur aftaná latingina.
Stk. 2. Um avgjald av keypi bert partvíst kann roknast við í inngangandi avgjald hjá einum virki, kann virkið annaðhvørt býta avgjaldsupphæddina beinanvegin, tá ið bókað verður, ella notera alla avgjaldsupphæddina sum inngangandi avgjald. Í seinast nevnda føri skal tann parturin av avgjaldinum, sum ikki kann roknast við í inngangandi avgjald við endan á avgjaldstíðarskeiðinum, dragast frá konto fyri inngangandi avgjald.

§ 40. Í roknskapinum skulu vera tær upplýsingar, ið neyðugar eru, fyri at Toll- og Skattstovan kann nýta hann til at kanna, at reguleringar, um broytingar eru í grundarlagnum fyri teir av virkinum í samband við keyp av íløgugøgni gjørdu frádráttir fyri inngangandi avgjald, fara fram av frádrignum avgjaldi í samsvari við kunngerð nr. 21 frá 27. januar 1993 um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum.
Stk. 2. Virki, ið bæði reka skrásetingarskyldugt og ikki skrásetingarskyldugt virksemi, ella sum nýta íløgugøgn til annað endamál, ið ikki hevur frádráttarrætt, skulu bóka keypt íløgugøgn á eina serstaka konto, ið verður nevnd "íløgugøgn", ella á eina serstaka uppgerð.
Stk. 3. Á ta í stk. 2 nevndu konto ella uppgerð skal fyri hvørt íløgugøgn førast keypsprísurin, avgjald ikki íroknað, avgjald goldið í samband við keypið, og avgjald, sum virkið í samband við keypið kann rokna við í inngangandi avgjaldi.
Stk. 4. Virki, sum sambært § 13, stk. 1 í kunngerð nr. 21 frá 27. januar 1993 um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum yvirtekur eina reguleringsskyldu av avgjaldi á íløgugøgnum, skulu á ta í stk. 2 nevndu konto ella uppgerð føra avgjald, hvørs reguleringsskyldu virkið hevur tikið yvir, og reguleringar, sum virkið skal gera sambært reglunum í nevndu kunngerð.
Stk. 5. Roknskapurin skal vera lagdur soleiðis til rættis, at Toll- og Skattstovan kann samanbera posteringar á tí í stk. 2 nevndu konto ella uppgerð við restina av roknskapartilfarinum hjá virkinum.

Søla v.m.
§ 41. Roknskapur yvir sølu og avgjald av hesum (útgangandi avgjald) skal fyri hvørt avgjaldstíðarskeið fevna um allar latingar av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum og úttøkur til egna nýtslu hjá eigara, hjá starvsfólki ella til umboðan v.m. Avgjaldsgreiðsla av vørum og tænastum til egna nýtslu v.m. kann tó gerast við frádrátti á keypskonto ella fyri inngangandi avgjald.

§ 42. Grundarlagið fyri bókhaldinum skal vera avrit av útflýggjaðum søluskjølum. Dagliga bókhaldið kann tó gerast við móttiknum gjaldingum (kassaroknskapi), sum grundarlag. Hetta er umrøtt í § 44.

§ 43. Virki sum t.d. smásølur av matvørum ella øðrum gerandisvørum, ið ikki hava møguleika fyri at gera regluligar noteringar av egnari nýtslu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, kunnu føra hesa nýtslu í avgjaldsroknskapin við einari samlaðari postering fyri hvørt avgjaldstíðarskeið.

§ 44. Virki, ið uppgera søluna grundað á kassaroknskapin, skulu við atliti til uppgerð av avgjaldi gera rættingar fyri kredittsølu, ið ikki er goldin, og fyri inngjaldingar viðvíkjandi undanfarnari kredittsølu. Henda regulering verður gjørd við útistandandi krøvum við byrjan og enda á avgjaldstíðarskeiðinum, sum grundarlag. Smásølur og onnur, ið hvørja viku avrokna við viðskiftafólkið, kunnu tó lata vera at gera regulering fyri útistandandi krøv fyri tílíka sølu.

§ 45. Avgjaldsroknskapurin fyri eitt avgjaldstíðarskeið skal vera førdur, áðrenn uppgerðin verður innlatin.
Stk. 2. Toll- og Skattstovan kann krevja, at bókhaldið hjá einum virki aftaná eina 14 daga minstufreist skal vera dagført fyri avgjaldstíðarskeið, hvørs innlatingarfreist er útgingin.

4. kapittul
Revsireglur v.m.

§ 46. Brot á tær fyriskipanir, ið eru settar í hesi kunngerð, verða, um tær eru gjørdar við vilja ella av stórum gáloysni, revsaðar við sekt, um ikki lóggávan annars fyriskipar strangari revsing.
Stk. 2. Ger partafelag ella annað felag brot á hesa kunngerð, kann felagnum sum so verða áløgd sekt.
Stk. 3. Eftir grein 149 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt kann hann, sum ikki førir roknskap sum fyrisett í hesi kunngerð, ella ger seg sekan í stórari ógreiðslu við at føra slíkan roknskap, ella við at goyma henda við tilhoyrandi skjølum, sum ásett eru í hesi kunngerð, verða dømdur í sekt.

§ 47. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1993. Samtíðis fer úr gildi kunngerð nr. 90 frá 8. november 1979 um minstukrøv til bókhald og kunngerð frá 28. november 1978 frá Líkningarráð Føroya um minstukrøv til roknskap, sum skal fylgja við sjálvuppgávuni og krøv til tað roknskaparliga grundarlagið.