Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 25 frá 19. februar 2003

um meirvirðisgjald hjá kommunum

Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirviðisgjald við seinni broytingum verður fyrisett:

§ 1. Henda kunngerð fevnir um kommunur, kommunal virkir og stovnar.
Stk. 2. Kommunur, kommunal virkir og stovnar skullu rinda meirvirðisgjald til landskassan av virksemi sínum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 2. Meirvirðisgjald verður afturgoldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar við 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi teirra.

§ 3. Bókhaldið hjá kommunum skal lúka krøvini í kap. 8 í løgtingslóg um meirvirðisgjald og kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap.

§ 4. Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send Toll- og Skattstovu Føroya. Toll- og Skattstova Føroya útflýggjar umsóknarbløð at nýta viðvíkjandi endurrindanini.

§ 5. Tíðarfreist at lati inn uppgerðina ávikavist avgjaldstíðarskeiðið er samsvarandi § 20, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
Stk. 2. Er uppgerðin saman við umsókn rættstundis móttikin, fer útgjaldingin fram í seinasta lagi 3 vikur eftir, at avgjaldsupphæddin fyri viðkomandi tíðarskeið er móttikin. Kann Toll- og Skattstova Føroya vegna viðurskiftini hjá einari kommunu ikki hava eftirlit við uppgerðini, verður útgjaldingarfreistin avbrotin, til viðurskiftini hjá kommununi ikki forða fyri eftirliti.

§ 6. Endurgjaldið kann ikki vera hægri enn 75% av tí goldna meirvirðisgjaldinum. Er ivi um støddina á upphæddini ella um, hvussu komið er fram til upphæddina, sum skal endurgjaldast, kann Toll- og Skattstova Føroya gera eina metta áseting av upphæddini.
Stk. 2. Avgerðin hjá Toll- og Skattstovu Føroya kann kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 77 frá 19. apríl 1993 frá Føroya Landsstýrið um meirvirðisgjald hjá kommunum.

Fíggjarmálaráðið, 19. februar 2003

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)