Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 28 frá 25. mars 2002

um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn


Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn verður ásett:

§ 1. Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir arbeiðsgevarar, sum gjalda út A-inntøku.
Stk. 2. Persónar, sum eru avmarkað skattskyldugir til Føroya, rinda tó ikki til grunnin av løn undir FAS skipanini ella av løn umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í skattalógini, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

§ 2. Arbeiðsgevarin rindar ½% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni. Árliga gjaldið verður kravt inn við rokning árið eftir, og skal vera goldið í seinasta lagi 1. apríl.

§ 3. Persónligir skattgjaldarar rinda ½% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn saman við fyribilsskattinum, og verður endaliga gjørt upp árið eftir í skattauppgerðini.
2. stk. Persónligir skattgjaldarar, sum eru 67 ár ella eldri, skulu ikki rinda inn í grunnin, og heldur ikki skulu teir rinda inn í tí árinum, sum teir fylla 67 ár.

§ 4. Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd.

§ 5. Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 50 kr.
2. stk. Verður inntøkugrundarlagið sambært § 3 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 200 kr.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2002.
Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 112 frá 20. desember 1991 um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

Fíggjarmálastýrið, 25. mars 2002

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)