Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 29 frá 28. mars 2012

um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya

Við heimild í § 6, litra a og § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll verður ásett:

§ 1. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:

  1. Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol.
  2. Heitt vín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2 litrar.
  3. Øl: í mesta lagi 2 litrar (6 fl.).

§ 2. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt:

  1. Sigarettir: í mesta lagi 100 stk., ella
  2. Sigarillos: í mesta lagi 100 stk., ella
  3. Sigarir: í mesta lagi 50 stk., ella
  4. Tubbak: í mesta lagi 250 gr.

§ 3. Ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt:

  1. Luktilsi: í mesta lagi 50 gr.
  2. Rakivatn: í mesta lagi 25 cl.
  3. Sukurlátavørur: í mesta lagi 3 kg.
  4. Sodavatn: í mesta lagi 10 litrar.

Stk. 2. Ferðandi kunnu umframt nevndu vørur flyta inn toll- og avgjaldsfrítt aðrar vørur, sum tilsamans hava virði, ið ikki er hægri enn 2.500 kr

§ 4. Vøra, ið hevur hægri virði enn 2.500 kr., kann ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, men skal tollast í síni heild av samanlagda virðinum.

§ 5. Vøra, ið hoyrir saman sum ein eind, kann ikki flytast partvíst av einum ella fleiri ferðandi toll- og avgjaldsfrítt, sjálvt um virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr.

§ 6. Toll- og avgjaldsfríur innflutningur av oman fyrinevndu vørum verður bert játtaður einum ferðandi einaferð um samdøgrið.
Stk. 2. Treytin fyri toll- og avgjaldsfríum innflutningi er, at vørurnar eru til egna nýtslu og ikki til sølu ella annað vinnuligt endamál, og at hin ferðandi hevur vørurnar hjá sær í sínum persónliga viðføri, soleiðis at vørurnar verða vístar fram til tollviðgerð á staðnum.
Stk. 3. Vørur, ið havdar verða fyri onnur ella verða sendar sum ferðagóðs, lúka ikki treytirnar fyri toll og avgjaldsfríum innflutningi.
Stk. 4. Vørur, ið koma inn í landið sum ferðagóðs, og síðani verða sendar aftur til seljaran uttanlands til umbýting o. a., skulu gjalda toll- og avgjøld, tá ið vøran kemur aftur til Føroyar.

§ 7. Ferðandi, ið taka við sær vørur umframt tær omanfyri nevndu, ella aðrar vørur, ið hava hægri virði enn 2.500 kr., hava skyldu óbiðin at siga tollvaldinum frá.

§ 8. Tollvaldið hevur rætt at kanna persónar, viðføri og flutningsfør, sum koma og fara. Ferðandi skulu, tá ið tollvaldið krevur tað, uppgeva navn og bústað.

§ 9. Ferðandi skulu sjálv steðga upp til eftirlit, og tá ið tað verður kravt, pakka upp og aftur, tað sum kravt verður til eftirlit, og hava skyldu til at geva upp fyri tollvaldinum allar lutir og vørur, sum tey hava við sær úr útlondum, eins og tey hava skyldu til at siga frá øllum av týdningi fyri tollviðgerðina.

§ 10. Brot á §§ 1-9 í hesi kunngerð verður revsað við sekt. Revsing kann ásetast sum bót fyri tann, ið við tilætlan til ella av grovum ósketni brýtur reglurnar.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2012. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 130 frá 30. september 2009 um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya.

Fíggjarmálaráðið, 28. mars 2012

Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Atli Suni Leo (sign.)