Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 30 frá 14. mars 2000 frá Fíggjarmálastýrinum

um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í sambandi við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb

Við heimild í § 33, nr. 10 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. Upphæddin, sum verður hildin neyðug til uppihald, er fyri álmanakkaárið 2000 kr. 58.000, og verður hon minkað í mun til longdina av dvølinum í Føroyum og alt álmanakkaárið.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.

Fíggjarmálastýrið, 14. mars 2000

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)