Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 31 frá 28. mars 2017

um broyting í kunngerð um undantak frá eftirlønarlógini fyri persónar, ið arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan (Treytir fyri frítøku o.a.)

§ 1

Í kunngerð nr. 165 frá 19. desember 2013 um undantak frá eftirlønarlógini fyri persónar, ið arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru
fevndir av útlendskari eftirlønarskipan verða gjørdar hesar broytingar:

1. § 1, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Sum nøktandi eftirlønarinngjald v erður einans roknað inngjald til lívrentu,lutaeftirløn ella líknandi eftirløn við leypandi útgjaldingum."

2. § 1, stk. 7 verður strikað.

3. Í § 2, stk. 1 verður “lívrentan er inngoldin til eftirlønarveitara” broytt til: “eftirlønarinngjald er latið eftirlønarveitara”.

4. Í § 2, stk. 3 verður “inngjald til lívrentu” broytt til: “eftirlønarinngjald fyri árið frammanundan, umframt møguligar salduupplýsingar”.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(Útgivið: 31. mars 2017)

Fíggjarmálaráðið, 28. mars 2017
Kristina Háfoss (sign.) landsstýriskvinna/Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Samanskrivað kunngerð nr. 165 frá 19. desember 2013

Snarslóðir