Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 34 frá 16. apríl 1997

um røkt av fæi arbeiðsmarknaðareftirlønargrunsins

Við heimild í § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn við seinni broytingum, verður fyrisett:

§ 1. Stýrið fyri arbeiðsmarknaðarlønargrunnin skal umsita fæ eftirlønargrunsins soleiðis, at tað verður til størst møguligt gagn fyri eftirlønarskipanina. Tá peningurin verður innsettur, skal tað miðast ímóti at fáa trygd fyri, at realvirðið av peninginum verður varðveitt, somuleiðis sum roynt verður at fáa best møguliga rentu.

§ 2. Eftirlønargrunnurin kann gera íløgur av ymiskum slagi hjá íløgumótpørtum, sum eru í ávísum londum, men við serligum varni í ávísum virkisøkjum innanfyri ávísar avmarkingar. Avmarkingarnar verða sum prosentpartur av samlaðu fíggjarognum eftirlønargrunsins sum víst í skjali til hesa kunngerð.
2. stk. Beinleiðis útlán kann ikki gerast fyrrenn lánið til ALS er niðurgoldið munandi.
3. stk. Fíggjarognirnar skulu verða innsettar soleiðis, at ein ávísur partur er gjaldførur uttan stórvegis miss. Stýrið ger av, um grunnurin skal gera íløgur í fremmant gjaldoyra. Stýrið skal tó frammanundan hava gjørt reglur um gjaldoyra váða.
4. stk. Stýrið ger av, um grunnurin skal gera íløgur í fremmant gjaldoyra. Stýrið skal tó frammanundan hava gjørt reglur um gjaldoyraváða.

§ 3. Landsbankin er høvuðsbankasamband eftirlønargrunnsins. Grunnurin kann gera avtalu við Landsbankan um røkt av fænum eftir reglunum frammanfyri og eftir ásetingum frá stýrinum. Stýrið ger serligar reglur um íløgur í íløgupartafeløg.

§ 4. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.