Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 38 frá 21. mars 2003

um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb

Við heimild í § 33, nr. 10 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. Upphæddin, sum verður hildin neyðug til uppi-hald, er fyri álmanakkaárið 2001 kr. 60.000, fyri 2002 kr. 62.000, og fyri 2003 kr. 63.000, og verður hon minkað í mun til longdina á dvølinum í Føroyum og alt álmanakkaárið.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fara úr gildi kunngerð nr. 27 frá 11. mars 1998 um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb, kunngerð nr. 1 frá 11. januar 1999 um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb og kunngerð nr. 30 frá 14. mars 2000 frá fíggjarmálastýrinum um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í sambandi við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb.

Fíggjarmálaráðið, 21. mars 2003

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)