Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 38 frá 16. mai 2011

um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi

§ 1. Henda kunngerð fevnir um íløgur, sum felagsskapir, stovnar og grunnar gera í ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi.
Stk. 2. Felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgur í ikki vinnuligt og almannagagnligt frí tíðarvirksemi skulu rinda meirvirðisgjald í lands kassan av íløgum sínum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 2. Meirvirðisgjald av íløgum í ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi verður afturgoldið til felagsskapir, stovnar og grunnar við 100% av inngangandi meirvirðisgjaldinum.

§ 3. Fíggjar- og kostnaðaraetlanin av íløguni í ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi skal vera góðkend av statsautoriseraðum, skrásettum ella løggildum grannskoðara. Grannskoðarin skal í góðkenning sínari av fíggjar- og kostnaðarætlanini staðfesta, at íløgan er omanfyri 1 mió. kr. og at í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, uttan meirvirðisgjald, er fingin til vega sum gáva ella innsavna við óløntum og sjálvbodnum arbeiði, og at fígging er til alla íløguverkætlanina.

§ 4. Viðkomandi kommuna, har íløgan verður gjørd, hevur ábyrgdina av og skal góðkenna øll neyðug byggiteknisk myndugleikakrøv og –loyvi til íløguverkætlanina.

§ 5. Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send TAKS. Fyri at kunna góðkenna umsóknina, skal TAKS, saman við umsóknini, hava góðkenningar frá grannskoðara og kommunu, sbrt. §§ 3 og 4.

§ 6. Tíðarfreist at lata inn uppgerðina er samsvarandi § 20, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 7. Samlaða endurgjaldið kann ikki verða hægri enn meirvirðisgjaldið í fíggjar- og kostnaðarætlanini, sum er góðkend av grannskoðara, sbrt. § 3.

§ 8. Endurgoldið meirvirðisgjald skal rindast aftur í landskassan eftir ásetingunum í kapittul 7 í kunngerð um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum, um íløgan verður seld ella ikki longur verður nýtt til ætlaða virksemið og til almannagagnligt frítíðarvirksemið.

§ 9. Avgerðir hjá TAKS kunnu kaerast til Skatta- og avgjaldskærunevndina.

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2010 til 31. desember 2012.

(útg. 24. mai 2011)