Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 39 frá 14.06.2004

um kærunevd hjá barsilsskipanini

Við heimild í § 25, stk. 4 í Løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan verður ásett:

§ 1. Heimild landsstýrismansins sum kærumyndugleiki verður løgd til eina kærunevnd.
Stk. 2. Avgerðir hjá kærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

§ 2. Kærunevndin hevur 3 limir, ein umboðandi løntakarar, ein umboðandi arbeiðsgevarar og ein formann, ið skal vera løgfrøðingur.
Stk. 2. Limirnir verða valdir fyri 4 ár í senn, tó so at fyrstu ferð nevndin verður vald endar starvsskeiðið 31. december 2004. Nevndarlimur verður sitandi til nýggjur er valdur.
Stk. 3. Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í nevndini, tá limi berst frá.

§ 3. Kærur skulu latast kærunevndini innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 4. Nevndarlimir og varalimir fáa samsýning, sum landsstýrismaðurin ásetur.

§ 5. Landsstýrismaðurin útvegar kærunevndini skrivstovuhjálp.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Vinnumálaráðið 14. juni 2004

Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/Maria Róin (sign.)

Snarslóðir