Skriva út

Kunngerð nr. 39 frá 31. mars 2022

um stuðul til ávísar vinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

Við heimild í § 3, § 7, stk. 3, § 8, stk. 5 og § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 30 frá 17. mars 2022 um stuðul til ávísar fyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 verður ásett:

Nýtsluøki
§ 1. Eftir hesi kunngerð verður veittur stuðul til vinnufyritøkur, sum reka diskoteksvirksemi og vertshúsvirksemi, sbr. § 1, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Stuðul verður veittur fyri hesi tíðarskeið:
1) Frá og við 10. desember 2021 til og við 23. desember 2021.
2) Frá og við 24. desember 2021 til og við 3. januar 2022.
3) Frá og við 4. januar 2022 til og við 17. januar 2022.
4) Frá og við 18. januar 2021 til og við 31. januar 2022.
Stk. 3. Stuðul kann verða veittur fyri eitt ella fleiri av tíðarskeiðunum, nevnd í stk. 2.
Stk. 4. Treytin fyri stuðli eftir § 4 í løgtingslógini skal vera lokin fyri hvørt av tíðarskeiðunum í stk. 2, sum stuðul verður veittur fyri.

Stuðulsheimilaðar útreiðslur
§ 2. Stuðul verður veittur fyri fastar útreiðslur, sbr. § 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Stuðul kann verða rindaður út áðrenn vinnufyritøkan hevur rindað tær føstu útreiðslurnar, sum stuðul verður veittur fyri.
Stk. 3. Stuðul verður ikki veittur fyri útreiðslur, sum verða endurrindaðar vinnufyritøkuni á annan hátt, undir hesum frá trygging ella øðrum almennum skipanum.

Umsókn
§ 3. Umsókn um stuðul skal latast TAKS á serligum oyðublað í seinasta lagi 1. mai 2022. Oyðublaðið fæst á heimasíðuni hjá TAKS, www.taks.fo.
Stk. 2. Umsóknin kann fevna um eitt ella fleiri av tíðarskeiðunum, nevnd í § 1, stk. 2. Stuðul verður bert latin eina ferð fyri hvørt tíðarskeið.

§ 4. Við umsóknini um stuðul skal leggjast ein uppgerð yvir føstu útreiðslurnar hjá vinnufyritøkuni fyri tað ella tey tíðarskeið, søkt verður um stuðul fyri.
Stk. 2. Uppgerðin eftir stk. 1 skal vera áteknað av góðkendum grannskoðara. Reglurnar í kunngerð um grannskoðaraváttanir o.a. eru galdandi fyri grannskoðaraváttanir eftir hesi áseting.
Stk. 3. Vinnufyritøkan skal undir revsiábyrgd við trú og heiður vátta, at tær upplýsingar, sum vinnufyritøkan hevur latið í sambandi við umsóknina, eru rættar.

Eftirlit o.a.
§ 5. TAKS umsitur stuðulsskipanina og hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð og í løgtingslógini verða hildnar.
Stk. 2. Eru treytirnar í hesi kunngerð ella løgtingslógini ikki loknar, skal stuðulin heilt ella partvís rindast aftur.

§ 6. TAKS kann frá vinnufyritøkuni, leiðsluni og frá grannskoðaranum hjá fyritøkuni krevja at fáa tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at skjalprógva, at krøvini í hesi kunngerð og løgtingslógini eru hildin.
Stk. 2. Hevur ein vinnufyritøka, ið fær stuðul, ikki hildið sína upplýsingarskyldu eftir hesi kunngerð ella løgtingslógini ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal vinnufyritøkan ella búgvið hjá vinnufyritøkuni gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.
Stk. 3. Vinnufyritøkur og grannskoðarar hava skyldu at lata eftirlitsmyndugleikanum upplýsingar. Stuðulin kann verða kravdur aftur, um upplýsingar ikki verða latnar.

§ 7. Avgerðir, sum TAKS tekur eftir hesi kunngerð og løgtingslógini, eru endaligar og kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

(Útgivið: 1. apríl 2022)

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 31. mars 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)