Skriva út

Kunngerð nr. 41 frá 30. november 1992

um upplýsingarskyldu, gjaldshátt v.m. viðvíkjandi eftirlønarskipanum

Við heimild í § 1 G, 2. stk. í løgtingslóg nr. 51 frá 29. december 1971 um skatt av rentutryggingum v.m. við seinni broytingum hevur Líkningarráð Føroya fyriskipað niðanfyri standandi reglur viðvíkjandi upplýsingarskyldu og gjaldshátti v.m. í samband við umsitingina av teimum tryggingar- og eftirlønarskipanum, sum koma undir reglurnar í somu lóg.

§ 1. Skattligur frádráttur í samband við inngjalding til tryggingar og eftirlønarskipanir sambært reglunum í rentutryggingarlógini er treytaður av, at sáttmálin er góðkendur av líkningarráðnum.
2. stk. Broytingar í galdandi sáttmálum skulu góðkennast av líkningarráðnum.

§ 2. Tað skal standa í sáttmálanum, um skipanin er eftirlønarskipan, har arbeiðsgevari er við ella um skipanin er eftirlønarskipan uttan fyri starvssetanarviðurskifti.
Broytingar hesum viðvíkjandi skulu fráboðast líkningarráðnum.
2. stk. Í tryggingar- ella eftirlønarsáttmálanum skal greitt verða tilskilað:

  1. Navn tryggingar- ella peningastovnsins, har eftirlønarskipanin er teknað.
  2. Navn eigarans/løntakarans og arbeiðsgevarans við tilskilan um ávikavist bústað, arbeiðsgevaratal og persóntal.
  3. Skrásetingartal sáttmálans í tryggingar- ella peningastovninum.
  4. Nær sáttmálin tekur við umframt upplýsingar um inngjaldingar og útgjaldingartíðarskeið og fyri kapitaleftirlønarskipanir ásett útgjaldingartíðarfesting.
  5. Inngjaldingarupphæddir ella partur ávikavist arbeiðsgevarans og løntakarans í prosentum av samlaðu ársløn løntakarans.

3. stk. Í sáttmálanum skal týðuliga standa hvat slag av eftirlønarskipan, talan er um vísandi til §§ í rentutryggingarlógini:

  1. Eftirlønarskipan við stigvísari útgjalding (leypandi útgjalding) sambært § 1,
  2. Lutatrygging (ratutrygging) sum eftirlønarskipan sambært § 1 A,
  3. kapitaleftirlønartrygging sambært § 1 B,
  4. Eftirlønaruppsparing sambært § 1 C og
  5. Lutaeftirlønaruppsparing (ratuuppsparing) sambært § 1 D.

4. stk. Er eftirlønarskipanin sett saman av fleiri av teimum í 3. stk. nevndu skipanum, skal hetta tilskilast í sáttmálan soleiðis, at tað sæst, hvussu nógv av hvørjum gjaldi, ið fer til hvørja skipan sambært 3. stk.

§ 3. Sáttmálin skal greidliga fyriseta, at peningurin er ogn tryggingar- ella eftirlønareigarans, stendur í navni hansara og verður tøkur, tá ið ásettar treytir sambært sáttmálanum eru loknar.
Í sáttmálanum skal verða tilskilað, at tann upphæddin, sum stendur á tryggingar- ella eftirlønarkonto, er undandrigin ræði løntakarans/kontoeigarans, kann ikki avhendast, veðsetast, verða fyri fíggjarnámi ella aðrari rættarsókn frá ognarum, verða nýtt sum mótrokning fyri møguligum kravi tryggingar- ella peningastovnsins ella á annan hátt er undir ræði hansara.

§ 4. Arbeiðsgevari skal bóka allar inngjaldingar til tryggingar og eftirlønarskipanir á serstaka konto fyri hvønn løntakara sær.

§ 5. Tryggingar- ella peningastovnurin skal í samband við útgjalding frá teimum tryggingum og eftirlønarskipanum, ið nevndar eru í § 6 í rentutryggingarlógini á serstøkum skjølum lata líkningarvaldinum uppgerð yvir samlaða útgoldna upphædd við upplýsingum um tað í § 7 í somu løgtingslóg roknaða avgjald til landskassan.
2. stk. Tey í 1. stk. nevndu skjøl skulu upplýsa navn, bústað, arbeiðsgevaratal/føðingardag hjá arbeiðsgevaranum/løntakaranum.
3. stk. Tryggingar-ella peningastovnurin hevur skyldu til, uttan at biðið verður um tað, í seinasta lagi 1. februar at lata líkningarráðnum yvirlit yvir allar eftirlønarskipanir við navni, bústaði og føðingardegi eigarans og við nágreining av inngjaldi, útgjaldi og upphædd 31.12. í álmanakkaárinum frammanundan.
Yvirlitið skal sundurgreinast eftir deildum ráðsins í landinum.

§ 6. Tryggingar- ella peningastovnurin hevur eftir áheitan skyldu til at útvega líkningarvaldinum allar neyðugar upplýsingar, ið viðvíkja teimum tryggingar og eftirlønarskipanum, ið teknaðar eru á avvarðandi stovni.
2. stk. Tryggingar- ella peningastovnurin skal boða líkningarráðnum frá, um fyrimælini í sáttmálanum verða ikki hildin, herundir um samlaðu inngjøldini fyri árið eru omanfyri tað í § 1 G í rentutryggingarlógini nevnda hámark.

§ 7. Inngjaldingar, sum ikki lúka galdandi reglur og fyriskipanir um frádrátt, eru at rokna sum skattskyldug inntøka hjá løntakara í inngjaldingarárinum.

§ 8. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1993. Samstundis fer kunngerð frá 3. juli 1985 úr gildi.