Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 44 frá 09.05.1997

um útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum

Við heimild í § 4, stk. 2, § 5, stk. 2, § 8, stk. 2 og § 10A í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn við seinni broytingum, verður fyrisett:

§ 1. Arbeiðsmarknaðareftirløn verður goldin úr grunninum við grundarlagi í skrásetingum í fólkayvirlitinum. Útgjald úr grunninum verður útgoldið ókravt.
2. stk. Toll- og skattstovan stendur fyri útgjaldingini, sum hvønn mánað verður sett á sparikassa-, banka- ella girokonto.
3. stk. Útgjaldingar av arbeiðsmarknaðareftirløn skulu vera til skjals fyri grannskoðara grunsins.
4. stk. Avgerðir um útgjald úr grunninum kunnu innan 4 vikur kærast til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.