Skriva út

Kunngerð nr. 5 frá 8. januar 1988

um uppgerð av vørugoymslu

Við heimild í § 26, 3. stk. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum hevur Líkningarráð Føroya fyrisett:

§ 1. Tá ið inntøka verður gjørd upp til skattingar, kunnu persónar, deyðsbúgv, feløg o. fl. sambært § 26, 3. stk. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt velja at virðismeta vørur, eitt nú:

  • lidnar vørur
  • hálvlidnar vørur
  • ráevni
  • pakkitilfar
  • brenniolju/kol
  • smyrjiolju
  • salt
  • lutir til viðlíkahald/nýgerð (um tað, sum liggur á goymslu, er meira enn vanligt er), sum teir hava ognarrætt til og ræði á tann dagin, sum fíggjarstøða verður gjørd, soleiðis:
    • Dagsvirði.
    • Kostvirði.

§ 2. Dagsvirðið á keyptum vørum er keypsvirðið, íroknað farmagjald, toll og koyring v.m., tann dagin, sum fíggjarstøðan verður gjørd upp.

§ 3. Kostvirðið á keyptum vørum er keypsvirðið við farmagjaldi, tolli, koyring v.m. løgdum afturat.

§ 4. Vørur, sum verða framleiddar á egnum virki, skulu virðisásetast til beinleiðis útreiðslur so sum tilfar, herundir eisini pakkitilfar, lønir og orkunýtslu. Herumframt kunnu óbeinleiðis útreiðslur so sum umsiting, húsaleiga, avskrivingar v.m. eisini verða roknaðar uppí. Kunnu óbeinleiðis útreiðslur ikki verða staðfestar í kostnaðarbýtisroknskapi, kunnu tær verða mettar.

§ 5. Vinningur má ongantíð takast við í goymsluvirðið.

§ 6. Tá ið vørur á goymslu verða virðismettar, kann goymslan býtast í vørubólkar, og kann hvør vørubólkurin virðismetast eftir frammanfyristandandi uppgerðarhættum. Sami uppgerðarhátturin skal nýtast fyri hvønn vørubólkin sær.

§ 7. Loyvt er at rokna seg fram til dagsvirðið/kostvirðið við fyrst at gera goymsluna upp til útsøluprís og síðani lækka hetta virðið við útroknaðum bruttovinningi/skiftisavlopi.

§ 8. Vørur á goymslu, ið ikki longur kunnu seljast við vinningi orsakað av nýggjum móta, nýggjum teknikki, broyttum sniði, príslækking, restandi góðsku, skaða, mangul og tað, at vøran verður ikki longur framleidd, verða mettar sum illa seljandi.
Hesar vørur skulu setast til tað virðið, sum tær ætlandi kunnu seljast fyri tann dagin, fíggjarstøða verður gjørd. Um útreiðslur standast av at selja hesar vørur, skulu hesar beinleiðis søluútreiðslurnar dragast frá í søluuppgerðini.
Illa seljandi vørur kunnu, um tær liggja longi á goymslu, eisini verða virðismettar til niðanfyri standandi prosentir av tí virði, ið vørurnar vóru virðismettar til við byrjan av roknskaparárinum:
Útveganarvirðið 100% 1. árið 50% 2. árið 25% 3. árið 0%

§ 9. Goymsluvirðið tann dagin, fíggjarstøða er gjørd, skal verða nýtt við ársbyrjan árið eftir.

§ 10. Sambært § 12, 3. stk. í kunngerð um minstukrøv til roknskap v.m. frá 28. november 1978 skulu vørur á goymslu við roknskaparársins enda verða taldar upp og skrivaðar á uppteljingarlista. Hvør vøra sær skal verða skrivað upp, fyri at tað skal verða lætt at finna hana aftur á listanum , um tað gerst neyðugt. Verður roknskapur førdur yvir vørur á goymslu, so kann vøruteljing fara fram aðra tíð á árinum, enn tá ið roknskaparárið endar.
Vørur, ið eru illa seljandi (ókurantar), skulu teljast upp og setast á uppteljingarlista fyri seg. Vísast skal á uppteljingar- listanum, hvussu stórt tapið væntandi verður á hvørjari einstakari vøru og orsøkina til væntaða tapið.

§ 11. Henda kunngerð fær gildi fyri roknskaparár, ið enda 1. februar 1988 ella seinni.