Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 57 frá 24. apríl 2002 frá Fíggjarmálastýrinum

um elektroniska tollavgreiðslu

Við heimild í § 10a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 26. mars 2002 verður ásett:

§ 1. Frá 1. juni 2002 til 31. desember 2002 verður loyvt Toll- og Skattstovu Føroya at gera avtalur við í mesta lagi 6 vinnuligar innflytarar um elektroniska tollavgreiðslu.

§ 2. Toll- og Skattstova Føroya kann bert gera avtalu við innflytarar, ið hava undantaksloyvið eftir § 13, stk. 2 í tolllógini.
Stk. 2. Í avtaluni skal tað framganga á hvønn hátt og undir hvørjum treytum elektronisk tollavgreiðsla kann fara fram.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2002.

Fíggjarmálastýrið, 24. apríl 2002

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)