Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 6 frá 20. februar 2006 frá Fíggjarmálaráðnum

um upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb

Við heimild í § 33, nr. 10 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1 83 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. Upphæddin, sum verður hildin neyðug til uppihald, er fyri álmanakkaárið 2006 kr. 65.000.
Hon verður minkað í mun til longdina á dvølinum í Føroyum og alt álmanakkaárið.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 34 frá 1. juni 2004 um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb.

Fíggjarmálaráðið, 20. februar 2006

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)