Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 6 frá 27. februar 2014

um talgildan roknskap

Við heimild í § 103 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 20. desember 2013, verður ásett:

§ 1. Upplýsingar, sum nevndar eru í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast talgilt í PDF-sniði um eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS. Likamligir persónar kunnu harumframt lata tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar í EXCEL-sniði.
Stk. 2. Eftir at kunngerðin er komin í gildi, verða tær í stk. 1 nevndu upplýsingar, sum verða latnar á annan hátt enn ásett í stk. 1, mettar sum ikki latnar inn.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hon fer úr gildi 31. desember 2015.
Stk. 2. Samstundis sum hendan kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 1 frá 20. desember 2013 um talgildan roknskap.

Útgivið: 3. mars 2014


Fíggjarmálaráðið, 27. februar 2014
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)