Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 68 frá 14. juli 1999

um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningartrygd (tollkreditt)

Við heimild í § 13, stk. 2 og § 30a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 29. desember 1998, verður ásett:

§ 1. Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn veita undantaksloyvi um at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar, áðrenn avgjøld eru goldin, móti veiting av peningatrygd.
Stk. 2. Trygdin, sum skal kunna rindast, tá Toll- og Skattstovan krevur tað, skal svara til avgjøldini av móttiknum toll- og avgjaldsskyldugum vørum ein meðal mánað seinasta 12 mánaða tíðarskeiðið, tó í minsta lagi kr. 100.000.

§ 2. Tollur og avgjøld av teimum vørum, ið eru móttiknar í einum mánaði, skal vera goldin í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir.
Stk. 2. Renta verður roknað av ov seint goldnum toll- og avgjøldum við 1,5% fyri hvønn byrjaðan mánað.
Stk. 3. Avgjøld og renta, sum eru gjaldkomin, kunnu innheintast við útpanting.

§ 3. Avvarðandi skipaavgreiðsla skal skjótast til ber lata vørumóttakaranum uppgerð yvir tær vørur, ið eru útflýggjaðar sambært undantaksloyvi. Tollkrav, sum stendst av, at samsvar er ikki millum uppgerðina frá skipaavgreiðsluni og móttiknar vørur, verður ikki góðkent av Toll- og Skattstovuni, uttan so, at sagt verður Toll- og Skattstovuni frá hesum við móttøkuna.
Stk. 2. Vørumóttakarin skal í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at vøran er komin, lata Toll- og Skattstovuni faktura, konossement og onnur skjøl, sum eru neyðug fyri rættari avgjaldsavgreiðslu.
Stk. 3. Toll- og Skattstovan kann krevja, at vørurnar verða ikki pakkaðar upp ella tiknar í nýtslu, fyrr enn hon loyvir hesum.
Stk. 4. Tá avgjaldsavgreiðslan er liðug, letur Toll- og Skattstovan vørumóttakaranum eina skrivliga uppgerð um tey gjøld, sum skulu gjaldast.

§ 4. Brýtur vørumóttakarin reglurnar í hesi kunngerð, kann Toll- og Skattstovan taka aftur tað givna undantaksloyvi.
Stk. 2. Toll- og Skattstovan kann eftir umsókn veita undantaksloyvi av nýggjum. Vørumóttakari, sum Toll- og Skattstovan hevur tikið undantaksloyvið frá, tí hann hevur brotið reglurnar í hesi kunngerð, kann tó ikki fáa undantaksloyvið aftur, fyrr enn 6 mánaðar aftaná, hann misti loyvið, uttan so, at serligar umstøður tala fyri at víkja frá hesi tíðarfreist.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 67 frá 26. juni 1991 um veitan av undantaksloyvi at fáa tollskyldugar vørur útflýggjaðar, áðrenn gjaldið er goldið.

Fíggjarmálastýrið, 14. juli 1999

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)