Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 7 frá 2. februar 2007

um tænastugjald í samband við tolling og umtolling

Við heimild í § 16, stk. 5 og § 23, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtinglóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verður ásett:

§ 1. Fyri sendingar, sum koma til tolløkið, skal tænastugjald á kr. 30,00 rindast til Toll- og Skattstovu Føroya fyri skráseting í post- og innflutningsskipanini. Fyri sendingar, sum eru avgjaldsfríar, skal tó einki tænastugjald rindast.

§ 2. Tá ið viðskiftafólk biður um umtolling, skal tænastugjald á kr. 200,00 rindast fyri umtollingina.

§ 3. Tænastugjøldini í § 1 og § 2, stk. 1 fella til Toll- og Skattstovu Føroya.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 9 frá 29. januar 1992 um tænastugjald í samband við tolling og umtolling. (Útgivin tann 15. februar 2007)

Fíggjarmálaráðið, 2. februar 2007

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)