Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 76 frá 11. november 1998 frá Toll- og Skattaráð Føroya

um ásetan av frádrátti fyri kapitaleftirlønarskipanir fyri 1999

Sambært § 1 E í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutrygging v.m. við seinni broytingum kann arbeiðsgevari og løntakari av árligu inntøku løntakarans tilsamans hægst draga 25.000 kr. frá fyri kapitaleftirlønarskipanir, sbr. §§ 1 B og 1 C, herí roknað ómaksløn, tantieme og allar aðrar samsýningar.
Frádrátturin er fyri 1999 prístalsviðgjørdur pr. 1. juli 1998 og soleiðis ásettur til 37.800 kr. galdandi fyri álmanakkaárið 1999.
Henda kungerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøkuárið 1999.