Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 77 frá 19. apríl 1993 frá Føroya Landsstýri

um meirvirðisgjald hjá kommunum

Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Henda kunngerð fevnir um kommunur, kommunal virkir og stovnar.
Stk. 2. Kommunur, kommunal virkir og stovnar skulu rinda meirvirðisgjald til landskassan av virksemi sínum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum.

§ 2. Meirvirðisgjald verður afturgoldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar við 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi teirra.

§ 3. Bókhaldið hjá kommununum skal lúka krøvini sambært 8. kap. í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum og kunngerð nr. 22 frá 27. januar 1993 um minstukrøv til bókhald og roknskap.

§ 4. Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send Toll- og Skattstovu Føroya, sum útflýggjar umsóknarbløð at nýta viðvíkjandi endurrindanini.

§ 5. Avgjaldstíðarskeiðið er sambært § 20, stk. 2 og tíðarfreist at lata inn uppgerðina er sambært § 20, stk. 1 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum.
Stk. 2. Er uppgerðin saman við umsókn rættstundis móttikin, fer útgjaldingin fram í seinasta lagi 3 vikur eftir, at avgjaldsupphæddin fyri viðkomandi tíðarskeið er móttikin. Kann Toll- og Skattstova Føroya vegna viðurskiftini hjá einari kommunu ikki hava eftirlit við uppgerðini, verður útgjaldingarfreistin avbrotin, til viðurskiftini hjá kommununi ikki forða eftirliti.

§ 6. Endurgjaldið kann ikki vera hægri enn 75% av tí goldna meirvirðisgjaldinum. Er ivi um støddina á upphæddini ella háttinum, sum komið er fram til upphæddina, sum skal endurgjaldast, kann Toll- og Skattstova Føroya gera eina metta áseting av upphæddini.
Stk. 2. Avgerðir hjá Toll- og Skattstovu Føroya kunnu kærast til meirvirðisgjaldsnevndina samsvarandi reglunum í § 32, stk. 3 í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 7. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1993 at rokna.