Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 82 frá 25. mai 2005

um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya

Við heimild í § 6 litra a og í § 36, stk. 2, í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll verður ásett:

§ 1. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:

Rúsdrekka yvir 22 rúmprocent alkohol:
í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprocent alkohol.

Vín o.a. ikki yvir 22 rúmprocent alkohol:
í mesta lagi 1 litur,
ella borðvín:
í mesta lagi 2 litrar.

Øl:
í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) hægst 5,8 rúmprocent alkohol.

§ 2. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt:

Sigarettir:
í mesta lagi 200 stk., ella
Sigarillos:
í mesta lagi 100 stk., ella
Sigarir:
í mesta lagi 50 stk., ella
Tubbak:
í mesta lagi 250 gr.

§ 3. Ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt:
Luktilsi:
í mesta lagi 50 gr.
Rakivatn:
í mesta lagi 25 cl.
Sukurlátavørur:
í mesta lagi 3 kg.

Sodavatn:
Í mesta lagi 10 litrar.

Stk. 2. Ferðandi kunnu umframt nevndu vørur flyta inn toll- og avgjaldsfrítt aðrar vørur, sum tilsamans hava virði, ið ikki er hægri enn 2.500 kr.
Stk. 3. Hvítvørur t.e. uppvaskimaskinur, vaskimaskinur, turkitrumlur, sentrifugur, køli-,og fyristboksir, frystiskáp og frystidiskar, kunnu ikki flytast inn tollog avgjaldsfrítt eftir stk. 2.

§ 4. Vøra, ið hevur hægri virði enn 2.500 kr., kann ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, men skal tollast í síni heild av samanlagda virðinum.

§ 5. Vøra, ið hoyrir saman sum ein eind, kann ikki innflytast partvíst ella fleiri ferðir av fleiri persónum toll- og avgjaldsfrítt, sjálvt um virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr.

§ 6. Toll- og avgjaldsfríur innflutningur av omanfyrinevndu vørum verður bert játtaður einum ferðandi einaferð um samdøgrið.
Stk. 2. Treytin fyri toll- og avgjaldsfríum innflutningi er, at vørurnar eru til egna nýtslu og ikki til sølu ella annað vinnuligt endamál, og at hin ferðandi hevur vørurnar hjá sær í sínum persónliga viðføri, soleiðis at vørurnar verða vístar fram til tollviðgerð á staðnum.
Stk. 3. Vørur, ið havdar verða fyri onnur ella verða sendar sum ferðagóðs, lúka ikki treytirnar fyri tollog avgjaldsfríum innflutningi.
Stk. 4. Vørur, ið koma inn í landið sum ferðagóðs, og síðani verða sendar aftur til seljaran uttanlands til umbýting o. a., skulu gjalda toll- og avgjøld, tá ið vøran kemur aftur til Føroyar.

§ 7. Ferðandi, ið taka við sær vørur umframt tær omanfyri nevndu, ella aðrar vørur, ið hava hægri virði enn 2.500 kr., hava skyldu óbiðin at siga tollvaldinum frá.

§ 8. Tollvaldið hevur rætt at kanna persónar, viðføri og flutningsfør, sum koma og fara. Ferðandi skulu, tá ið tollvaldið krevur tað, uppgeva navn og bústað.

§ 9. Ferðandi skulu sjálv steðga upp til eftirlit, og tá ið tað verður kravt, pakka upp og aftur, tað sum kravt verður til eftirlit, og hava undir sektarábyrgd skyldu til at geva upp fyri tollvaldinum allar lutir og vørur, sum tey hava við sær úr útlondum, eins og tey hava skyldu til at siga frá øllum av týdningi fyri tollviðgerðina.

§ 10. Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning kann fella burtur, um brot verður framt móti tollreglunum.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kungjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 14 frá 27. februar 1996 um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldfrítt til Føroya.

Fíggjarmálaráðið, 25. mai 2005

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)