Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 86 frá 30. mai 2005

um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn verður ásett:

§ 1. Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir arbeiðsgevarar, sum gjalda út A-inntøku.
Stk. 2. Persónligir skattgjaldarar, sum eru 67 ár ella eldri, skulu ikki rinda inn í grunnin, og heldur ikki skulu teir rinda inn í tí árinum, sum teir fylla 67 ár.
Stk. 3. Persónar, sum eru avmarkað skattskyldugir til Føroya, rinda tó ikki til grunnin av løn undir FAS skipanini ella av løn umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í skattalógini, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

§ 2. Arbeiðsgevarin rindar 0,75% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni.
Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað, skal arbeiðsgevarin avrokna sín part av gjaldinum til Toll- og Skattstovu Føroya:
Við at geva Toll- og Skattstovu Føroya fulltrú til at taka gjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi, ella við at rinda gjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya. Gjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya skal gjaldast innan 20 dagar eftir, at Toll- og Skattstova Føroya hevur sent rokningina.

§ 3. Persónligir skattgjaldarar rinda 0,75% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn saman við fyribilsskattinum, og verður endaliga gjørt upp árið eftir í skattauppgerðini.

§ 4. Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd.

§ 5. Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 50 kr.
Stk. 2. Verður inntøkugrundarlagið sambært § 3 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 200 kr.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2006. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 28 frá 25. mars 2002 um gjald til arbeiðs marknaðareftirlønargrunn.

Fíggjarmálaráðið, 30. mai 2005

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)