Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 88 frá 7. september 2006

um stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur til dupult húsarhald

Við heimild í § 2, stk. 2, § 4, stk. 3 og § 7, stk. 4 í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuð­ul til ferðaútreiðslur, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 16. mai 2006 og § 2, stk. 3 og 4, § 4, stk. 3 og § 7, stk. 4 í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult hús­ar­hald, sum broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 30. desember 1997, verður ásett:

Kapittul 1
Stuðul til ferðaútreiðslur

§ 1. Stuðul verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul.

§ 2. Fyri útreiðslur til ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum verður stuðul veittur, um ferðaleiðin aftur og fram pr. arbeiðsdag er longri enn 15 km.
Stk. 2. Stuðulin er 0,37 kr. fyri hvønn koyrdan kilometur oman fyri 15 km pr. arbeiðsdag.
Stk. 3.Fjarstøðan millum bústað og arbeiðsstað verður grundað á vanligu ferðaleiðina millum bústað og arbeiðsstað. Vegastrekkir verða uppgjørd sambært ásetingunum í álmanakkanum.
Stk. 4.Stuðul verður bert veittur fyri eina ferð aftur og fram dagliga.

§ 3. Fyri útreiðslur til innanoyggja ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum loftvegis, sjó­vegis og gjøgnum undirsjóvartunlar, verður stuðul veittur fyri tveir túrar dagliga fyri hvønn ar­beiðsdag. Fyri ferðing loftvegis og fyri Suðuroyarleiðina er stuðulin 20 kr. fyri hvønn túr. Fyri allar aðrar leiðir sjóvegis er stuðulin 10 kr. fyri hvønn túr. Fyri koyring gjøgnum und­ir­sjóvartunlar er stuðulin 5 kr. fyri hvønn túr, umframt tann stuðul, ið verður veittur eftir § 2.
Stk. 2. Kann ferðing loftvegis ella sjóvegis bert nýtast ein part av ferðaleiðini, kunnu reglurnar í § 2 verða nýttar fyri hin partin av ferðaleiðini.

Kapittul 2
Stuðul til dupult húsarhald

§ 4. Stuðul til dupult húsarhald verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Fyri útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald eru hesar stuðulsupphæddir ásettar:

  1. Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin.
  2. Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag.
  3. Innlendis ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útroknað eftir kap. 1.

Stk. 3. Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðuls­skeið­ið. Stuðulsskeiðini eru frá 1. januar – 30. juni og 1. juli – 31. desember.

Kapittul 3
Vanligar reglur

§ 5. Tað er ein treyt fyri at fáa stuðul eftir §§ 2 og 3, at arbeiðsgevari umsøkjarans á um­sókn­ini váttar, at viðkomandi arbeiðir hjá honum. Stuðul eftir § 4 er treytaður av, at útleigarin á um­sóknini váttar, at tær av umsøkjaranum givnu upplýsingar viðvíkjandi íbúð og leigutíð eru rætt­ar.

§ 6. Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri ferða­út­reiðsl­ur ella útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald, eins og ein ikki kann fáa stuðul til bæði ferðaútreiðslur og dupult húsarhald í størri mun enn ásett í kap. 2.

§ 7. Avgerðir tiknar sambært løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og løgtingslóg um stuð­ul til dupult húsarhald kunnu innan 4 vikur kærast til kommunalu skattakærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við.
Stk. 2. Avgerðin hjá kommunalu skattakærunevndini kann innan 4 vikur kærast til Skatta- og av­gjaldskærunevndina.
Stk. 3.Freistin í stk. 1 og 2 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um av­gerð­ina.

Kapittul 4
Gildiskoma

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2006. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 26 frá 19. februar 2003 um stuðul til ferða­út­reiðslur og útreiðslur til dupult húsarhald.

Fíggjarmálaráðið, 7. september 2006

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)