Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 9 frá 29. januar 1992 frá Føroya Landsstýri

um tænastugjald í samband við tolling og umtolling

Við heimild í § 16, stk. 5 og § 23 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. september 1991 um toll hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Fyri sendingar, ið koma til tolløkið, og sum verða skrásettar av tollvaldinum ella postverkinum, skal rindast kr. 30,-.
Stk. 2. Fyri brævsendingar, ið verða skrásettar, er gjaldið kr. 15,-.
Stk. 3. Av gjaldinum, ið er arbeiðspeningur, fær Føroya Tollstova kr. 5,- fyri skrásettar brævsendingar og kr. 13,- fyri skrásettar sendingar annars, og postverkið fær kr. 10,- fyri skrásettar brævsendingar og kr. 17,- fyri skrásettar sendingar annars.
Stk. 4. Arbeiðspeningin fyri sendingar, ið ikki verða avgreiddar av postverkinum, fær Føroya Tollstova.

§ 2. Í førum tá ið viðskiftafólk biður um umtolling, verður hetta gjørt móti kr. 200,-.
Stk. 2. Gjaldið sambært stk. 1 er arbeiðspeningur, ið Føroya Tollstova fær.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. februar 1992. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 58 frá 25. juli 1979 um avgreiðslugjald fyri tollskyldugar postpakkar.