Skriva út

Kunngerð nr. 93 frá 17. mai 2022 um broyting í kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin

(Rættingar, dagføringar og broytingar)

§ 1

Í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 28. mars 2017, kunngerð nr. 161 frá 6. desember 2018, kunngerð nr. 92 frá 1. juli 2019 og kunngerð nr. 24 frá 24. mars 2021, verða gjørdar hesar broytingar:

1. § 11, nr. 4 verður orðað soleiðis:
“4) ein Frítikin stovnur fyri felags íløgu, ella”.

2. Í § 37 verður “stonað” broytt til: “stovnað”.

3. § 59, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Fráboðandi fíggjarligir stovnar kunnu nýta tær mannagongdir fyri hóskandi umhugsni, sum galda fyri Nýggjar kontur, upp á Kontur sum longu eru til, og tær mannagongdir fyri hóskandi umhugsni, sum galda fyri Hávirðiskontur, upp á Lágvirðiskontur.”

4. § 60 a, stk. 2, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) 5 ár við atliti at eini ikki-fráboðanarskyldugari kontu at rokna frá endanum av árinum eftir hvørt ár, ið tann fráboðandi stovnurin viðger kontuna, sbrt. mannagongdunum um hóskandi nærlagni, sum eina ikki-fráboðanarskylduga kontu.”

5. § 66, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) leita í pappírsgoymslum, sum nærri lýst í § 69, stk. 2, og”

6. § 67 verður orðað soleiðis:
“§ 67. Uttan mun til, um ábendingar eftir § 63 verða staðfestar, er ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur ikki skyldugur til at viðgera ein Kontueigara sum heimahoyrandi í einum rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, um:
1) Kontueigaraupplýsingarnar rúma einari núverandi postadressu ella bústaðaradressu í viðkomandi rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, eitt ella fleiri telefonnummur í viðkomandi rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, og einki telefonnummar í Føroyum, ella standandi boð við atliti at  fíggjarligum kontum burtursæð frá Innskotskontum um at flyta pening til eina kontu í einum rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, og tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin útvegar ella áður hevur kannað og arkivført skjalprógv so sum:
a) eina eginváttan frá Kontueigaranum um tað ella tey rættardømir í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, har Kontueigarin er heimahoyrandi, sum ikki fevnir um viðkomandi rættardømi, og
b) eitt Próvskjal, sum staðfestir, at Kontueigarin ikki er skattliga heimahoyrandi í viðkomandi rættardømi.

2) Kontueigaraupplýsingarnar rúma eina galdandi fulltrú ella undirskrivingarrætt, sum er tillutaður einum persóni við eini adressu í hesum rættardømi í  útlandinum, Danmark ella Grønlandi, og tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin útvegar ella áður hevur kannað og arkivført próvskjal so sum:
a) eina eginváttan frá Kontueigaranum um tað ella tey rættardømir í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, har Kontueigarin er heimahoyrandi, sum ikki fevnir um viðkomandi rættardømi, ella
b) eitt Próvskjal, sum staðfestir, at Kontueigarin ikki er skattliga heimahoyrandi í viðkomandi rættardømi.”

7. § 69 verður orðað soleiðis:
“§ 69. Hevur fráboðandi fíggjarstovnurin elektroniskt leitbarar dátugrunnar, sum innihalda felt fyri og skráseta allar upplýsingar, sum nevndar eru § 70, er tað eingin skylda eisini at leita eftir teimum í pappírarkivunum.
Stk. 2. Um elektronisk leitbarir dátagrunnarnir ikki lofta øllum hesum upplýsingum, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin við atliti at Hávirðiskontum eisini kanna tey núverandi kundamálsskjøl og, í tann mun tey ikki eru partur av núverandi kundamálsskjølum, hesi skjøl við tilknýti til kontuna, sum tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin hevur innheitað innanfyri tey síðstu fimm árini, fyri hvørja av teimum ábendingum, sum eru nevndar í § 63:
1) Tað seinasta Próvskjal, sum er innheintað við atliti at kontuni,
2) tann seinasta kontustovningaravtalan ella kontoskjalið,
3) tey seinastu próvskjøl, sum eru innheintað av Fráboðandi fíggjarliga stovninum sambært mannagongdunum til AML/KYCmannagongdir ella onnur stýringsendamál,
4) eina og hvørja galdandi fulltrú og undirskrivingarrætt, og
5) eini og hvørji galdandi boð, tó ikki við atliti til eina Innskotskontu, um at flyta pening.”

8. § 98, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fyri at kunna áseta samlaðu salduna ella virðið av teimum Fíggjarligu kontunum, sum eru ogn hjá einum likamligum persóni, er ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur skyldugur til leggja saman allar Fíggjarligar kontur sum verða førdar í tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum ella eini Tilknýttari eind, men bert í tann mun KT-skipanirnar í Fráboðandi fíggjarliga stovninum sambinda viðkomandi Fíggjarligu kontur til eina dátukyknu sum t.d. kontunummar ella Skattgjaldaranummar og loyva, at kontusaldur ella kontuvirðir verða løgd saman.”

9. § 106, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Persónar, sum fráboðast skal um, ella Eindir við Persónum við ræði, sum fráboðast skal um, skulu fyri tí fráboðanarskylduga upplýsa tær í § 102, stk. 1, nr. 1 nevndu upplýsingar, sbr. tó § 104.”

10. § 106, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Kann tað ikki greiðast, tá ein Fráboðanarskyldug fíggarlig konta verður stovnað, hvønn fráboðanin skal viðvíkja, verða tær í stk. 1-3 nevndu upplýsingar latnar um tann, sum tann fráboðanarskyldugi hevur stovnað rættarviðurskiftini við. Tá tað er greitt, hvønn fráboðanin skal viðvíkja, verða  eyðmerkisupplýsingarnar latnar um hendan.”

11. Skjal 1 í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Samanskrivað kunngerð nr. 11 frá 17. mai 2022


Fíggjarmálaráðið, 17. mai 2022
Uni Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)