Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 96 frá 29. juni 1994

um endurgjald av serligum oljugjaldi

Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 179 frá desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10.05.1994 hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Meirvirðisgjaldsskrásett virki, ið hoyra til

  • Undirbólkur 01.01: Garðyrki og plantuskúlar (herundir vakstrarhús)
  • Undirbólkur 05.01.60: Ísvirkir
  • Undirbólkur 05.02: Fiskaaling (Brunnbátar fáa ikki endurgjald av oljugjaldi sambært endurgjaldsskipanina. Flutningsfeløg, ið reka brunnbát burturav, eiga tí eisini at koma undir skipanina.)
  • Høvuðsbólkarnir 15-37: Ídnaður
  • Bólkur 55.1: Gistingarhús
  • Undirbólkur 55.21: Vallaraheim
  • Vinnugrein 60.24.10: Farmaflutningsvirki (bert lastbilar > 3.500 kg.)

í Føroysku Vinnugreinaskipan 1993 kunnu søkja Toll- og Skattstovu Føroya um at fáa góðkenning at fáa endurrindað avgjaldi til landskassan, sum er lagt á olju sambært § 1 í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992.

§ 2. Umsóknarblað fæst frá Toll- og Skattstovuni.

§ 3. Í umsóknini skulu virkini útgreina, um tey bert hava lutvísan rætt til endurrindan av oljugjaldinum sambært hesi kunngerð.

§ 4. Virki, ið hava felags oljukeyp við annað virki ella privat húsarhald (t.d. til hitaskipan), kunnu draga lutfalsligan part av oljugjaldinum frá, eftir somu reglum og við sama býtislutfalli, sum verður nýtt við uppgerð av meirvirðisgjaldinum.

§ 5. Virki, ið hava blandað virksemi, og bert fyri ein part av virkseminum uppfylla treytirnar fyri endurrindan, fáa bert rætt til lutvísan frádrátt fyri oljugjald, svarandi til henda partin av virkseminum.

§ 6. Virki, ið hava rætt til endurrindan av serliga oljugjaldinum, skulu draga avgjaldið frá við avrokningina av meirvirðisgjaldinum til landskassan.

§ 7. Endurrindan av oljugjaldinum fyri apríl ársfjórðing 1994 fer fram saman við endurrindan av gjaldinum fyri juli ársfjórðing.

§ 8. Annars galda reglurnar í mvg-lógini fyri útgjalding, kærur, revsing osfr.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst og er galdandi fyri olju, ið er latin eftir 01.04.1994.

FØROYA LANDSSTÝRI, 29. juni 1994

Finnbogi Ísakson (sign.)
landsstýrismaður
/Kári Petersen (sign.)

Notir
1) Broytt við ll. nr. 26 frá 14.02.1995, har orðingin í § 1 aftaná "Undirbólk 01.12: Garðyrki og plantuskúlar (herundir vakstarhús)" verður sett: "Undirbólkur 05.01.60 ísvirkir". Ígildiskoma 18. februar 1995.