Skriva út

Serlig kunngerð

- skattskyldiga inntøku fyri 2007

Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldigu inntøku sína, áðrenn freistirnar nevndar niðanfyri eru úti.

Til ber at skráseta á netinum ella at flýggja skjølini til TAKS eftir 17. februar 2008.


Vanligir skattgjaldarar

Sjálvuppgávan 2007 hjá skattgjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 15. mars 2008.

Umleið hálvan februar verður sjálvuppgávan (grøna skjalið) send út. Øll, sum fáa sjálvuppgávu, skulu lata hana innaftur.

Er talan um uttanlandsinntøku skal serstakt fylgiskjal (reyða skjalið) sendast inn saman við sjálvuppgávuni. Skjalið fæst á heimasíðuni her ella við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.

Samstundis fáa teir skattgjaldarar, ið TAKS heldur seg hava rættar upplýsingar um í fyribilsskattaskránni, eina skattauppgerð (bláa skjalið). Hesi fáa onga sjálvuppgávu.

Eru upplýsingarnar á skattauppgerðini ikki rættar, skal sjálvuppgáva latast inn. Sjálvuppgávan fæst her ella við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.

Sjálvuppgávan kann latast inn umvegis netið, uttan so at talan er um uttanlandsinntøku. Loynitalið er upplýst á sjálvuppgávu/skattauppgerð tíni. Sjálvuppgávan kann eisini latast inn sum telefaks, sum fíla við telduposti ella sum vanligur postur.

Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2006. Tó skulu øll tey, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, lata hana innaftur. Ognaruppgerðin fæst við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.


Sjálvstøðug vinnurekandi við roknskaparskyldu

Sjálvuppgávan við roknskapi og ognaruppgerðin 2007 skal vera TAKS í hendi: 1. mai 2008.

Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, um serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2008.

Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er latin inn áðrenn 1. mai 2008

- sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.


Kapitalvinningssjálvuppgáva

Kapitalvinningssjálvuppgávan hjá persónum er partur av sjálvuppgávuni/skattauppgerðini og er prentað á sama skjal.


Feløg o.tíl.

Sjálvuppgáva við roknskapi og kapitalvinningsjálvuppgáva 2007 hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø. við roknskaparskyldu skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2008

um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2007.

Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2008.

Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er innlatin í seinasta lagi 1. juli 2008.
- sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innlatin.

Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru roknað fyri at vera latin inn rættstundis, tá ið tey eru latin í postin, ella eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingardagurin á leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag.

Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, hevur TAKS heimild at seta inntøkuna til eina metta upphædd og harafturat at áleggja sekt.

Vegleiðing