Skriva út

Serlig kunngerð

- skattskyldiga inntøku fyri 2008

Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn freistirnar nevndar niðanfyri eru úti.

Tilber at skráseta á netinum ella at flýggja skjølini til TAKS eftir 16. februar 2009.


Vanligir skattgjaldarar

Sjálvuppgávan 2008 hjá skattgjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 15. mars 2009.

Umleið hálvan februar verður sjálvuppgávan (grøna skjalið) send út. Øll, sum fáa sjálvuppgávu, skulu lata hana innaftur.

Er talan um uttanlandsinntøku skal serstakt Fygliskjal til Sjálvuppgávuna (reyða skjalið) sendast inn saman við sjálvuppgávuni. Skjalið fæst á heimasíðuni frá 16. februar ella við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.

Samstundis fáa teir skattgjaldarar, ið TAKS heldur seg hava rættar upplýsingar um í fyribilsskattaskránni, eina Framskundaða skattauppgerð (bláa skjalið). Hesi fáa onga sjálvuppgávu. Hesir persónar eru m.a. løntakarar, ið bert fáa løn frá føroyskum arbeiðsgevara, sum eru flutt um skattaskipanina.

Eru upplýsingarnar á skattauppgerðini ikki rættar, skal sjálvuppgáva latast inn. Sjálvuppgávan fæst á heimasíðuni frá 16. februar ella við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.

Sjálvuppgávan kann latast inn umvegis netið, uttan so at talan er um uttanlandsinntøku. Loynitalið er upplýst á sjálvuppgávu/skattauppgerð tíni. Sjálvuppgávan kann eisini latast inn sum telefaks, sum fíla við telduposti ella sum vanligur postur.

Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2007. Tó skulu øll tey, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, lata hana innaftur. Ognaruppgerðin fæst við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.


Sjálvstøðug vinnurekandi við roknskaparskyldu

Sjálvuppgávan við roknskapi og ognaruppgerðin 2008 skal vera TAKS í hendi: 1. mai 2009.

Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, um serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2009.

Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er latin inn áðrenn 1. mai 2009

- sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.


Kapitalvinningssjálvuppgáva

Kapitalvinningssjálvuppgávan hjá persónum er partur av sjálvuppgávuni/skattauppgerðini og er prentað á sama skjal.


Feløg o.tíl.

Sjálvuppgáva við roknskapi og kapitalvinningsjálvuppgáva 2008 hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø. við roknskaparskyldu skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2009.

um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2008.

Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2009.

Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er innlatin í seinasta lagi 1. juli 2009.
- sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innlatin.


Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru roknað fyri at vera latin inn rættstundis, tá ið tey eru latin í postin, ella eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingardagurin á leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag.

Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, hevur TAKS heimild at seta inntøkuna til eina metta upphædd og harafturat at áleggja sekt.

8. januar 2009
TAKS-ráðið