Skriva út

Serlig kunngerð

um skattskyldiga inntøku fyri 2015


Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldigu inntøku sína, áðrenn freistirnar nevndar niðanfyri, eru úti.

Øll, sum fáa sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu, skulu lata hesar inn aftur.

Vanligir skattgjaldarar og sjálvstøðug vinnurekandi við roknskaparskyldu

Skattgjaldarar, ið ikki hava roknskaparskyldu, skulu lata inn sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2015 í seinasta lagi 2. mai 2016.

Somuleiðis skulu sjálvstøðug vinnurekandi og skattgjaldarar við roknskaparskyldu lata inn sjálvuppgávu, roknskap, kapitalvinningssjálvuppgávu og ognaruppgerð fyri 2015 í seinasta lagi 2. mai 2016.

Allur roknskapur skal latast inn saman við sjálvuppgávuni í talgildum pdf- ella excel-formati á www.borgaragluggin.fo.


Feløg, felagsskapir o. tíl.

Feløg, felagsskapir o.tíl., hvørs roknskaparskeið endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2015, skulu lata inn sjálvuppgávu, roknskap og kapitalvinningssjálvuppgávu í seinasta lagi 1. juli 2016.

Sjálvuppgáva, roknskapur og kapitalvinningssjálvuppgáva hjá feløgum, felagsskapum o.tíl. skulu latast inn í talgildum pdf-formati á www.vinnugluggin.fo.

Deyðsbúgv

Sjálvuppgáva, kapitalvinningssjálvuppgáva og ognaruppgerð hjá deyðsbúgvum skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2016.

Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata inn ognaruppgerð, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2014. Tó skulu øll tey, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, lata hana inn aftur. Ognaruppgerðin fæst við at venda sær til TAKS á telefon 35 26 00.

Umsókn um longda freist til at lata inn sjálvuppgávu
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2016. Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón og hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er innlatin áðrenn 2. mai hjá vanligum skattgjaldarum og sjálvstøðugt vinnurekandi og 1. juli 2016 hjá feløgum, felagsskapum o.tíl.
- sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.

Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru rættstundis innlatin, tá ið tey eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingardagur á leygardag, sunnudag ella halgidag, er seinasti innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag.

Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki rættstundis innlatin, hevur TAKS heimild til at seta inntøkuna til eina metta upphædd og til at áleggja sekt.

Toll- og Skattaráðið
16. februar 2016