Skriva út

Serlig kunngerð

um skattskylduga inntøku fyri 2010

Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn freistirnar nevndar niðanfyri eru úti.

Tilber at skráseta Sjálvuppgávuna á eSkatt.fo ella at flýggja skjølini til TAKS eftir 9. mars 2011.

Tann 1. apríl 2011 verður klárt at geva upp uttanlandsinntøkur 2010 umvegis eSkatt.fo


Vanligir skattgjaldarar

Sjálvuppgávan 2010 hjá skattgjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. mai 2011.

Tann 9. mars 2011 verður Framskundaða Skattauppgerðin (bláa skjalið) og Sjálvuppgávan (grøna skjalið) send út. Øll, sum fáa Sjálvuppgávu, skulu lata hana innaftur.

Er talan um uttanlandsinntøku skal serstakt Fylgiskjal til Sjálvuppgávuna (reyða skjalið) sendast inn saman við Sjálvuppgávuni. Skjalið fæst á heimasíðuni frá 9. mars 2011 ella við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00. Tó ber til at skráseta uttanlandsinntøkur umvegis eSkatt.fo frá 1. apríl 2011.

Tann Framskundaða Skattauppgerðin (bláa skjalið) verður send teimum skattgjaldarum, ið TAKS heldur seg hava rættar upplýsingar um í fyribilsskattaskránni. Hesi fáa onga sjálvuppgávu. Hesir persónar eru m.a. løntakarar, ið bert fáa løn frá føroyskum arbeiðsgevara, sum eru flutt um skattaskipanina.

Eru upplýsingarnar á Skattauppgerðini ikki rættar, skal Sjálvuppgáva latast inn. Sjálvuppgávan fæst á heimasíðuni frá 9. mars ella við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.

Sjálvuppgávan og Fylgiskjalið til Sjálvuppgávuna kann latast inn umvegis eSkatt.fo. Loynitalið er upplýst á sjálvuppgávu/skattauppgerð tíni. Sjálvuppgávan kann eisini latast inn sum telefaks, sum fíla við telduposti ella sum vanligur postur.

Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2009. Tó skulu øll tey, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, lata hana innaftur. Ognaruppgerðin fæst við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.


Sjálvstøðug vinnurekandi við roknskaparskyldu

Sjálvuppgávan við roknskapi og ognaruppgerðin 2010 skal vera TAKS í hendi: 1. mai 2011.

Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, um serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2011.

Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er latin inn áðrenn 1. mai 2011

- sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.


Kapitalvinningssjálvuppgáva

Kapitalvinningssjálvuppgávan hjá persónum er partur av sjálvuppgávuni/skattauppgerðini og er prentað á sama skjal.


Feløg o.t.

Sjálvuppgáva við roknskapi og kapitalvinningsjálvuppgáva 2010 hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø. við roknskaparskyldu skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2011 
um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2010.

Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2011.

Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er innlatin í seinasta lagi 1. juli 2011.
- sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innlatin.


Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru roknað fyri at vera latin inn rættstundis, tá ið tey eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingardagurin á leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag.

Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, hevur TAKS heimild at seta inntøkuna til eina metta upphædd og harafturat at áleggja sekt.

TAKS-ráðið
8. mars 2011