Skriva út

Serlig kunngerð

um skattskylduga inntøku fyri 2011

Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn freistirnar nevndar niðanfyri, eru úti.

Í ár eru Sjálvuppgávan og Kapitalvinningssjálvuppgávan skildar sundar!

Til ber at skráseta Sjálvuppgávuna og Kapitalvinningssjálvuppgávuna á eSkatt.fo ella at flýggja skjølini til TAKS eftir 5. mars 2012.


Vanligir skattgjaldarar

Sjálvuppgávan og Kapitalvinningssjálvuppgávan 2011 hjá skattgjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. mai 2012.

Tann 5. mars 2012 verða Framskundaða Skattauppgerðin, Sjálvuppgávan, Kapitalvinningsuppgerðin og Kapitalvinningssjálvuppgávan sendar út.

Øll, sum fáa Sjálvuppgávu og Kapitalvinningssjálvuppgávu, skulu lata hana innaftur.

Er talan um uttanlandsinntøku skal serstakt Fylgiskjal til Sjálvuppgávuna sendast inn saman við Sjálvuppgávuni. Skjalið fæst á heimasíðuni frá 5. mars 2012 ella við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00. Eisini ber til at skráseta uttanlandsinntøkur umvegis eSkatt.fo

Tann Framskundaða Skattauppgerðin verður send teimum skattgjaldarum, ið TAKS heldur seg hava rættar upplýsingar um í fyribilsskattaskránni. Hesi fáa onga Sjálvuppgávu. Hesir persónar eru m.a. løntakarar, ið bert fáa løn frá føroyskum arbeiðsgevara, sum eru flutt um skattaskipanina.

Kapitalvinningsuppgerðin verður send til nærum allar borgarar, ið hava kapitalvinnning. Tey, sum í 2011 hava selt partabrøv, ið tey hava havt liggjandi í goymslum í føroyskum peningastovnum, fáa sendandi eina Kapitalvinningssjálvuppgávu, sum skal latast inn aftur til TAKS.

Eru upplýsingarnar á Skattauppgerðini og Kapitalvinningsuppgerðini ikki rættar, skal ávíkavist Sjálvuppgáva og Kapitalvinningssjálvuppgáva latast inn. Sjálvuppgávurnar fáast á heimasíðuni taks.fo frá 5. mars ella við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.

Sjálvuppgávan, Fylgiskjalið til Sjálvuppgávuna og Kapitalvinningssjálvuppgávan kunnu latast inn umvegis eSkatt.fo. Loynitalið er upplýst á Sjálvuppgávu/Skattauppgerð tíni. Sjálvuppgávan v.m. kann eisini latast inn sum telefaks, sum fíla við telduposti ella sum vanligur postur.


Sjálvstøðug vinnurekandi við roknskaparskyldu

Sjálvuppgávan við roknskapi og ognaruppgerðin 2011 skal vera TAKS í hendi: 1. mai 2012.

Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2010. Tó skulu øll tey, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, lata hana innaftur. Ognaruppgerðin fæst við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.

Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, um serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2012.

Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er latin inn áðrenn 1. mai 2012
- sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.


Kapitalvinningssjálvuppgáva

Kapitalvinningssjálvuppgávan hjá persónum er ikki partur av Sjálvuppgávuni longur. Øll, ið fáa eina Kapitalvinningssjálvuppgávu skulu lata hana inn aftur.
Tey, ið ikki hava fingið eina Kapitalvinningssjálvuppgávu sendandi, men sum hava havt vinning ella tap av kapitali t.d. av seldum virðisbrøvum, skulu lata Kapitalvinningssjálvuppgávu inn í seinasta lagi 1. mai 2012.

Feløg o.t.

Sjálvuppgáva við roknskapi og Kapitalvinningsjálvuppgáva 2011 hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø. við roknskaparskyldu skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2012, um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2011.

Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2012.

Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er latin inn áðrenn 1. juli 2012.
- sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innlatin.

Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru roknað fyri at vera latin inn rættstundis, tá ið tey eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingardagurin á leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag.

Er fullfíggjað Sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, hevur TAKS heimild at seta inntøkuna til eina metta upphædd og harafturat at áleggja sekt.

TAKS-ráðið
2. mars 2012