Skriva út

Serlig kunngerð

um skattskylduga inntøku fyri 2013

Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn freistirnar nevndar niðanfyri, eru úti.

Til ber at skráseta Sjálvuppgávuna og Kapitalvinningssjálvuppgávuna á eSkatt.fo ella at flýggja skjølini til TAKS eftir 7. mars 2014.


Vanligir skattgjaldarar

Sjálvuppgávan og Kapitalvinningssjálvuppgávan 2013 hjá skattgjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. mai 2014.

Tann 7. mars 2014 verða Framskundaða Skattauppgerðin, Sjálvuppgávan, Kapitalvinningsuppgerðin og Kapitalvinningssjálvuppgávan sendar út.

Øll, sum fáa Sjálvuppgávu og Kapitalvinningssjálvuppgávu, skulu lata hana innaftur.

Er talan um uttanlandsinntøku, skal serstakt Fylgiskjal til Sjálvuppgávuna sendast inn saman við Sjálvuppgávuni. Skjalið fæst á heimasíðuni frá 7. mars 2014 ella við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00. Eisini ber til at skráseta uttanlandsinntøkur umvegis eSkatt.fo

Tann Framskundaða Skattauppgerðin verður send teimum skattgjaldarum, ið TAKS heldur seg hava rættar upplýsingar um í fyribilsskattaskránni. Hesi fáa onga Sjálvuppgávu. Hesir persónar eru m.a. løntakarar, ið bert fáa løn frá føroyskum arbeiðsgevara, sum er flutt um skattaskipanina.

Kapitalvinningsuppgerðin verður send til nærum allar borgarar, ið hava kapitalvinnning. Tey, sum í 2013 hava selt partabrøv, ið tey hava havt liggjandi í goymslum í føroyskum peningastovnum, fáa sendandi eina Kapitalvinningssjálvuppgávu, sum skal latast inn aftur til TAKS.

Eru upplýsingarnar á Skattauppgerðini og Kapitalvinningsuppgerðini ikki rættar, skal ávíkavist Sjálvuppgáva og Kapitalvinningssjálvuppgáva latast inn. Sjálvuppgávurnar fáast á heimasíðuni taks.fo frá 7. mars ella við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.

Sjálvuppgávan, Fylgiskjalið til Sjálvuppgávuna og Kapitalvinningssjálvuppgávan kunnu latast inn umvegis eSkatt.fo. Loynitalið er upplýst á Sjálvuppgávu/Skattauppgerð tíni. Sjálvuppgávan v.m. hjá vanliga skattgjaldaranum kann eisini latast inn sum fíla við telduposti, sum telefaks ella sum vanligur postur.


Talgildir Roknskapir - eRoknskapur

Frá 1. januar 2014 er álagt sjálvstøðugum vinnurekandi at lata inn Sjálvuppgávu við roknskapi, í pdf sniði, umvegis eSkatt.fo. Sama er galdandi fyri feløg, felagsskapir og onnur, hesi skulu lata inn Sjálvuppgávu við roknskapi og Kapitalvinningssjálvuppgávu, í pdf sniði, umvegis Vinnugluggin.fo.

Sjálvuppgávur, Kapitalvinningssjálvuppgávur og roknskapir í pappírsformi hjá sjálvstøðugum vinnurekandi og feløgum, felagsskapum o.ø., verða mettir sum ógildugir aftaná 1. januar 2014 sambært kunngerð nr. 1 frá 20. desember 2013.


Sjálvstøðug vinnurekandi við roknskaparskyldu

Sjálvuppgávan við roknskapi og ognaruppgerðin 2013 skal vera TAKS í hendi: 1. mai 2014.

Frá 1. januar 2014 er álagt sjálvstøðugum vinnurekandi at lata inn Sjálvuppgávu við roknskapi í pdf sniði, umvegis eSkatt.fo.

Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2012. Tó skulu øll tey, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, lata hana innaftur. Ognaruppgerðin fæst við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.

Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, um serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2014.

Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er latin inn áðrenn 1. mai 2014
- sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.


Kapitalvinningssjálvuppgáva

Kapitalvinningssjálvuppgávan hjá persónum er ikki partur av Sjálvuppgávuni longur. Øll, ið fáa eina Kapitalvinningssjálvuppgávu skulu lata hana inn aftur.
Tey, ið ikki hava fingið eina Kapitalvinningssjálvuppgávu sendandi, men sum hava havt vinning ella tap av kapitali t.d. av seldum virðisbrøvum, skulu lata Kapitalvinningssjálvuppgávu inn í seinasta lagi 1. mai 2014.

Feløg, felagsskapir og tílíkt

Sjálvuppgáva við roknskapi og Kapitalvinningsjálvuppgáva 2013 hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø. við roknskaparskyldu skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2014, um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2013.

Frá 1. januar 2014 er álagt feløgum, felagsskapum o.t. at lata inn Sjálvuppgávu, roknskap og Kapitalvinningssjálvuppgávu í pdf sniði, umvegis Vinnugluggan. Til ber at melda seg til Vinnugluggan umvegis vinnugluggin.fo.

Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2014.

Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er latin inn áðrenn 1. juli 2014.
- sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innlatin.

Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru roknað fyri at vera latin inn rættstundis, tá ið tey eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingardagurin á leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag.

Er fullfíggjað Sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, hevur TAKS heimild at seta inntøkuna til eina metta upphædd og harafturat at áleggja sekt.

TAKS-ráðið
20. januar 2014