Skriva út

Løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti. (Ásetingarlógin)


1. kapittul
§ 1. 1) 14) 16) 24) 29) 30) 34) 36) 37) 38) 39) 41) 43) 47) Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður landsskattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f, smb. tó § 8, stk. 2 og § 8 a, stk. 1 í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis:
Er inntøkan minni enn kr. 65.000 verður latið 0%.

Er inntøkan kr.

men minni enn kr.

verður latið kr.

av
og av restini %
65.000
235.000
0
65.000
15%
235.000
330.000
25.500
235.000
20%
330.000
800.000
44.500
330.000
25%
800.000
162.000
800.000
30%


2. stk. 17) 46) Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógin verður skattur teirra, ið umrødd eru í § 25b, stk. 1, smb. § 33, nr. 13) í somu lóg ásettur til 35%. Skatturin verður býttur við 50% sum kommunuskattur og 50% sum landsskattur. Í tann mun, tey í 1. pkt. nevndu hava skyldu til at rinda inngjald sbrt. løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum, verður skattur teirra ásettur eftir frádrátt fyri hetta inngjald.

§ 2. 19) 20) 27) 31) 44) 48) 49) Persónur, ið er undir fullari skattskyldu sambært reglunum í § 1, stk. 1, nr. 1-5 í skattalógini, og hevur fast tilhald í Føroyum, kann fyri hvørt barnið, ið hann hevur foreldramyndugleikan yvir, draga frá í útroknaða landsskattinum ein barnafrádrátt á kr. 9.200, um barnið er undir 7 ár 1. januar í tí álmanakkaári, sum skattsetingin viðvíkur, og ein barnafrádrátt á kr. 6.500, um barnið er millum 7 og 17 ár 1. januar í tí álmanakkaári, sum skattsetingin viðvíkur. Tá børnini ikki búgva hjá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan yvir teimum, kann áðurnevndi barnafrádráttur í staðin veitast tí persóni, sum hevur børnini búgvandi. Tó fellur barnafrádrátturin burtur, tá barnaverdarnevnd hevur yvirtikið umsorgan av børnunum. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, m.a. mannagongdir og treytir fyri tey, sum søkja um barnafrádrátt, og hvussu fráboðanarskyldan skal verða millum almennar myndugleikar, serliga í mun til flytan av barnafrádrátti frá einum persóni til annan. Um skattskyldan ikki fevnir um heilt álmanakkaár, verður frádrátturin minkaður lutfalsliga. Barnafrádráttur verður bert veittur, um barnið antin býr í Føroyum ella í sambandi við útbúgving uttanlands hevur varðveitt fulla skattskyldu til Føroyar.
2. stk. 4) 19) 22) 25) Í hjúnalag verður frádrátturin í skattinum hjá manninum. Sambúgvandi hjún kunnu tó sjálvi gera av, hvør teirra skal hava frádráttin. Hjá hjúnum, sum ikki eru sambúgvandi, fær tann hjúnafelagin, sum hevur børnini búgvandi, frádráttin frá flytingardegnum.
3. stk. 14) Er barnafrádrátturin hægri enn skatturin uttan barnafrádrátt, verður munurin útgoldin avvarðandi skattgjaldara. Útgjaldingin fer fram, tá ið skattauppgerðin fyri avvarðandi ár er gjørd og avlopsskattur annars verður útgoldin sambært skattalógini.

§ 3. 1) 5) 6) 21) 26) 53) Persónur, sum fær fyritíðarpensjón ella framskundaða pensjón, fær í útroknaða landsskattinum ein landsskattafrádrátt.
Stk. 2. Frádrátturin fyri giftar persónar er 10.500 kr.
Stk. 3. Frádrátturin fyri stakar persónar er 16.200 kr.
Stk. 4. Hvør persónur, sum fær fólkapensjón, sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., fær í útroknaða landsskattinum ein landsskattafrádrátt og í útroknaða kommunuskattinum ein kommunuskattafrádrátt. Landsskattafrádrátturin er upp til 3.000 kr. um árið, og kommunuskattafrádrátturin er upp til 3.000 kr. um árið.

§ 4. 5) 7) 8) 13) 16) (Sett úr gildi).

§ 4 a. 1) 7) 9) 13) 16) (Sett úr gildi).

§ 4 b. 1) (Sett úr gildi).

2. kapittul
§ 5. 10) 11) 41) Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógini verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 8 til 16 í somu lóg, og teirra í § 2 nevndu feløgum v.m., sum eru undir avmarkaðari skattskyldu, ásettur til 49% av inntøkunum til landskassa og kommunur. Skatturin verður býttur við 30% sum kommunuskattur og 70% sum landsskattur.
2. stk. 1) 23) 25) 33) 49) Hjá partafeløgum, smápartafeløgum, kommanditfeløgum, sparikassum og lutafeløgum, sum nevnd eru í stk. 1, og sum hava partapening,
inngoldnan innskotspening, ábyrgdarpening ella lutapening, sum er 50.000 kr. ella meira, umframt hjá íverksetarafeløgum, sbr. kapittul 19 a í vinnufelagalógini, verður skatturin ásettur til 18% av inntøkunum til landskassa og kommunur.
3. stk. 14) 15) 23) 28) 33) 45) Fyri vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg, ið fevnd eru av stk. 1 og fyri Føroya Realkreditstovn, Íleggingargrunnin fyri Føroyar, Húsalánsgrunnin og Búnaðargrunnin, verður skatturin ásettur til 18% av inntøkunum til landskassan og kommnunur.
4. stk. 23) Skatturin av skattskyldugari inntøku, sum verður gjørd upp sambært § 4 í kolvetnisskattalógini, verður ásettur til 27%. Skatturin fellur til landskassan.

3. kapittul
§ 6. Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógini verður skatturin til landskassan hjá deyðsbúgvum við óavmarkaðari skattskyldu eftir § 1, nr. 7 í somu lóg og hjá deyðsbúgvum við avmarkaðari skattskyldu eftir § 2 40 % av samlaðu inntøkuni. Búgv, sum lúka treytirnar í § 15, 2. stk. í samtíðarskattalógini fáa tó ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni upp á 25.000 kr.

4. kapittul
§ 7. 12) 19) Av nýtslugjaldi (royalty) sambært § 2, 1. stk. c) í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett eitt fast gjald uppá 25%. Tann, ið rindar ella góðskrivar nýtslugjaldið, skal halda aftur hetta avgjald og rinda peningin til Toll- Skattstovu Føroya við tilskilan av navni og bústaði móttakarans. Rindan av avgjaldinum verður roknað at vera rættstundis, tá goldið verður í seinasta lagi við endan av mánaðinum, sum kemur aftaná tann mánaðin, sum avgjaldið er gjaldkomið. Avgjaldið verður býtt við 40% til avvarandi kommunu og 60% til landskassan.
2. stk. Um avgjaldið ikki er goldið rættstundis sambært stk. 1 skal renta rindast av avgjaldinum við 1% um mánaðin frá gjaldkomudegi at rokna til goldið verður.
3. stk. Renta sambært 2. stk. kann ikki verða frádrigin skattaskyldugu inntøkuni. Reglurnar í § 135, 3. stk. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum um rættin til at panta avgjaldið við afturatkomnum rentum, er galdandi í hesum førum.

5. kapittul
§ 8. 5) 17) 22) 28) 32) 34) 35) Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 2, stk. 1, a), b), h), i), j) og l), sum eru undir avmarkaðari skattskyldu, og sum í inntøkuárinum bert hava A-inntøku, ásettur til 42% av bruttoinntøkuni. Tó verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 2, stk. 1, litra j, sum eru undir avmarkaðari skattskyldu, viðvíkjandi A-inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS, ella skipi, sum eftir § 2, stk.1, litra j, 2. pkt., verður javnmett við skip, ið er skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tað var føroyskt, lýkur treytirnar í løgtingslógini um FAS, ásettur til 35% av bruttoinntøkuni. Skatturin hjá teimum, ið pkt. 2 nevndu persónum, fer 100% í landskassan.
2. stk. 38) 40) 46) Skattur teirra, sum nevnd eru í § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, er 35% av inntøkuni eftir frádrátt fyri inngjøld sbrt. løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum, um Ainntøkan stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS, ella skipi, sum eftir stk. 1, 2. pkt. verður javnmett við skip, ið er skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum annars lýkur treytirnar í løgtingslógini um FAS. Inntøka eftir 1. pkt. verður tikin við í skattagrundarlagið, men í inntøkuskattinum skal loyvast ein frádráttur, sum samsvarar við tann partin av inntøkuskattinum, sum kann verða førdur til ta A-inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS. Skatturin eftir 1. pkt. fer 100% í landskassan.
3. stk. 19) 38) Skatturin hjá persónum, sum eru búsitandi uttanlands, og sum fáa pensjónsútgjaldingar úr Føroyum sambært millumlanda sáttmálar um sosiala trygd, er ásettur til 10% av bruttoinntøkuni.

§ 8a. 39) 42) 50) 51) Inntøka, ið stavar frá útleigan av húsum o.tíl. til bústað, sbr. § 1 í leigulógini, verður bruttoskattað við 25%. Bert tann parturin av inntøkuni, sum fer upp um kr. 100.000, verður skattaður. Eiga persónar í felag hús o.tíl., er samlaði frádrátturin eftir hesum stykki kr. 100.000. Avgerðin um at brúka hetta stykki ávikavist stk. 2 er bindandi fyri trý ár í senn. Leiguinntøka, skattað eftir hesum stykki, verður ikki tikin við í skattagrundarlagið í § 1. Skatturin verður býttur við 45% til avvarðandi kommunu og 55% til landskassan.
Stk. 2. 15) Leiguinntøka kann í staðin fyri at verða skattað eftir stk. 1 verða skattað eins og onnur inntøka. Inntøkan verður tá tikin við í skattagrundarlagið í § 1 uttan botnfrádrátt.

§ 9. 18) Toll- og Skattaráð Føroya kann loyva, at partafeløg og/ella lutafeløg verða samskattaði, tó treytað av, at feløgini hava sama roknskaparár og eru heimahoyrandi í Føroyum . Loyvi verður bert givið, um talan er um móður- og dótturfeløg, og er hartil treytað av, at móðurfelagið, antin einsamalt ella saman við einum ella fleiri av dótturfeløgum, ið koma undir samskattingina, eigur allar kapitalpartar í teimum dótturfeløgum samskattingin viðvíkir.
2. stk. Hall, sum er frá tíðini áðrenn feløgini vórðu samskattaði, kann einans dragast frá eftir § 33, nr. 5 í samtíðarskattalógini í felagsins egna yvirskoti.
3. stk. Fyri samskattaði feløg ábyrgist móðurfelagið fyri tí samlaða inntøkuskattinum viðvíkjandi inntøkuárinum. Móðurfelagið ábyrgist eisini fyri hækkingum í inntøkuskattinum fyri árini undan samskattingini. Lækkingar í inntøkuskattinum hjá samskattaðu feløgunum skulu gjaldast móðurfelagnum, eisini tá tað snýr seg um skattaár undan samskattingini. Tey samskattaðu feløgini bera samábyrgd fyri inntøkuskatti viðvíkjandi inntøkuárinum.
4. stk. Landsstýrismanninum í skattamálum verður heimilað at áseta nærri treytir fyri samskatting.

§ 10. Nær henda lóg fær gildi, verður ásett við kunngerð frá Føroya landsstýri.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 2 frá 03.01.1995sum í § 2 sigur, at broytingin viðvíkjandi § 4a, stk. 1., fær gildi frá og við 3. desember 1994 fyri lán, ið eru tikin til gjalding av ábyrgd, sum er avtalað 3. desember 1994 og framyvir. Somuleiðis sigur greinin, at broytingin av § 5, stk. 2, fær gildi frá roknskaparskeiðinum, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 1995. Reglurnar umfata tey nevndu feløg, sum í roknskaparskeiði teirra, ið fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 1995, hava ein partapening, ábyrdarpening ella lutapening upp á 80.000 kr. ella meira.
2) Broytt við ll. nr. 4 frá 16.01.1990.
3) Broytt við ll. nr. 107 frá 21.05.1993.
4) Broytt við ll. nr. 44 frá 15.04.1992.
5) Broytt við ll. nr. 178 frá 18.12.1992.
6) Broytt við ll. nr. 109 frá 21.05.1993.
7) Broytt við ll. nr. 22 frá 24.04.1991, sum broytt við Ll. nr. 118 frá 20.12.1991.
8) Broytt við ll. nr. 93 frá 05.06.1992.
9) Broytt við ll. nr. 118 frá 20.12.1991.
10) Broytt við ll. nr. 115 frá 03.10.1988.
11) Broytt við ll. nr. 195 frá 10.12.1993.
12) Broytt við ll. nr. 84 frá 28.06.1988.
13) Broytt við ll. nr. 100 frá 20.06.1995.
14) Broytt við ll. nr. 169 frá 22.12.1995sum í § 2 hevur soljóðandi áseting: Hendan lóg kemur í gildi 1. januar 1996, og fer samstundis higartil galdandi danski lógarteksturin í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan úr gildi.
15) Broytt við ll. nr. 85 frá 28.05.1996við gildi frá 1. januar 1995.
16) Broytt við ll. nr. 149 frá 30.12.1996, smb. § 2: Tann rentufrádráttur, sum ikki er mótroknaður í kommunu-/landsskattinum í 1996, verður eftir umsókn útgoldin eftir skipanini í rentustuðulslógini, tá sjálvuppgávan fyri 1996 er innlatin.
17) Broytt við ll. nr. 170 frá 30.12.1997
18) Broytt við ll. nr. 173 frá 30.12.1997
19) Broytt við ll. nr. 102 frá 29.12.1998, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999. Broytingar nr. 2, 3 og 4 eru tó galdandi frá og við inntøkuárinum 1998.
20) Broytt við ll. nr. 17 frá 14.02.2000, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og fær virknað frá 1. januar 2000.
21) Broytt við ll. nr. 41 frá 24.03.2000, har § 2 er so ljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000
22) Broytt við ll. nr. 47 frá 04.04.2000, har § 2 er so ljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. § 1, nr. 1 hevur virknað frá 1. januar 2000
23) Broytt við ll. nr. 49 frá 04.04.2000, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg fær gildi frá roknskaparskeiðnum, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 2000.
24) Broytt við ll. nr. 129 frá 22.12.2000, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2001.
25) Broytt við ll. nr. 130 frá 22.12.2000, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá inntøkuárinum 2001.
26) Broytt við ll. nr. 16 frá 06.03.2002, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2002.
27) Broytt við ll. nr. 37 frá 26.03.2002, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg er galdandi frá og við inntøkuárinum 2002.
28) Broytt við ll. nr. 17 frá 20.02.2003, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1 er galdandi frá 16. november 2001, meðan § 1, nr. 2 og 3 eru galdandi frá 1. januar 2003
29) Broytt við ll. nr. 76 frá 06.05.2003, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003.
30) Broytt við ll. nr. 89 frá 20.12.2004, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005.
31) Broytt við ll. nr. 66 frá 17.05.2005, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
32) Broytt við ll. nr. 136 frá 12.12.2005, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.
33) Broytt við ll. nr. 141 frá 15.12.2005, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri inntøkuárið 2006 og frameftir.
34) Broytt við ll. nr. 142 frá 15.12.2005, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.
35) Broytt við ll. nr. 107 frá 13.12.2006, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007
36) Broytt við ll. nr. 128 frá 28.12.2006, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.
37) Broytt við ll. nr. 34 frá 19.05.2008, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin efir, at hon er kunngjørd (útg. 23. mai 2008).
38) Broytt við ll. nr. 64 frá 10.06.2008, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009.
39) Broytt við ll. nr. 80 frá 25.05.2009, har § 6 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. §§ 1-3 hava virknað frá 1. juli 2009, § 4 og § 5, nr. 2 hava virknað frá 1. januar 2009, og § 5, nr. 1 hevur virknað frá 1. juli 2007. (Henda broytingin hoyrir undir § 4 í lógarbroytingini (bústaðarpakkanum)). (Útg. 10. juni 2009)
40) Broytt við ll. nr. 156 frá 14.12.2009, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2009. (útg. 18. des. 2009)
41) Broytt við ll. nr. 169 frá 22.12.2009, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1 og 2 hava virknað frá 1. januar 2010.
42) Broytt við ll. nr. 170 frá 22.12.2009, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2010.
43) Broytt við ll. nr. 176 frá 29.12.2011, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.
44) Broytt við ll. nr. 78 frá 07.06.2012, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
45) Broytt við ll. nr. 119 frá 07.12.2013, har § 2 er soljóðandi; Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá inntøkuárinum 2013.(útg. 12.12.2012)
46) Broytt við ll. nr. 156 frá 20.12.2013, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.(útg. 22.12.2013)
47) Broytt við ll. nr. 158 frá 24.12.2015, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.(Útgivið 28.12.2015)
48) Broytt við ll. nr. 94 frá 07.09.2016, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. (Útgivið: 09.09.2016)
49) Broytt við ll. nr. 130 frá 20.12.2016, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. (Útgivið: 20.12.2016)
50) Broytt við ll. nr. 155 frá 13.12.2017, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2018. (Útgivið: 13.12.2017)
51) Broytt við ll. nr. 181 frá 21.12.2018, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019. Sambært broytingarlóg nr. 167 frá 16. desember 2021 fer lógin úr gildið 31. desember 2025.
52) Broytt við ll. nr. 144 frá 13.11.2019, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020.
53) Broytt við ll. nr. 163 frá 10.12.2020, har § 2 og § 3 eru soljóðandi: § 2 Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2020. Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2021. § 3, 1) Broytt við ll. 29 frá 26.03.2021 til: Broytingin í § 1, nr. 2 er ikki galdandi fyri persónar, sum eru 67 ár ella eldri, sum ikki fáa fólkapensjón, og sum áður hava fingið ein landsskattafrádrátt eftir teimum reglum, sum vóru galdandi fyri persónar, sum vóru 67 ár ella eldri, fram til 31. desember 2020. Hesir persónar hava framhaldandi rætt til henda frádrátt undir somu treytum, sum vóru galdandi fram til 31. desember 2020. (Útgivið: 10.12.2020)
54) Broytt við ll. nr. 29 frá 26.03.2021, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2021. (Útgivið: 29. mars 2021). Hetta er ein broyting til ll. nr 163 frá 10.12.2021.
  • Upprunalógir
  • Kunngerðir
  • Vegleiðingar
  • Úrskurðir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at