Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 172 frá 21. desember 2021 um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi, 12 ár og eldri, við komu til Føroya

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Áðrenn ella við komu til Føroya skulu ferðandi, sum eru 12 ár ella eldri, í tíðarskeiðnum 1. januar 2022 til og við 31. mars 2022 rinda eitt avgjald á kr. 250,00. Avgjaldið er frítikið fyri meirvirðisgjald. Heimilað er TAKS, flutningsfyritøkunum ella umboðum teirra at krevja eitt ómaksgjald.

§ 2. Avgjaldið verður kravt inn av flutningsfyritøkunum ella umboðum teirra. Um ferðaseðilin er seldur, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, setir flutningsfyritøkan seg í samband við tann ferðandi til tess at tryggja, at avgjald verður rindað áðrenn ella við komu til Føroya.
Stk. 2. Avgjald, ið er innkravt í einum mánaði, skal verða goldið í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir. Flutningsfyritøkan skal í seinasta lagi 10. í øðrum mánaðinum eftir senda TAKS uppgerð yvir innkravt avgjald avvarðandi mánað.
Stk. 3. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 4. Avgjald og renta, ið eru fallin til gjaldingar, kunnu verða innheintað við panting. TAKS fremur panting fyri avgjøld og rentur, ið eru fallin til gjaldingar eftir hesi løgtingslóg.

§ 3. Er avgjald ikki rindað við komu til Føroya, krevur TAKS avgjaldið inn, um avgjaldið ikki verður kravt inn sbrt. § 2, stk. 1, 1. pkt.

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022 og fer úr gildi 1. januar 2023.
Stk. 2. Um kravið um koronukanning við komu verður slept áðrenn 31. mars 2022, verður avgjaldstíðarskeiðið, sum er nevnt í § 1, stytt samsvarandi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu broytingin í stk. 2. verður framd í verki.

Í Tinganesi, 21. desember 2021

Bárður á Steig Nielsen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 51/2021