Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 111 frá 13. juni 1997

um avgjald á framleiðslu og innflutningi

1. Kapittul
Innflutningur
§ 1. Fyri vørur, ið verða innfluttar, skal rindast avgjald til landskassan, sum ásett er í frumskjali 1 (avgjald á innflutningi) til toll- og vøruskránna.

2. Kapittul
Framleiðsla
§ 2. Fyri vørur, ið við vinnuligum endamáli verða framleiddar til sølu, skal rindast avgjald til landskassan, sum ásett er í frumskjali 1 (avgjald á framleiðslu) til Toll- og vøruskránna.

§ 3. Byrjan av vinnuligari framleiðslu av teimum í hesum kapitli nevndu vørum má bert gerast við loyvi frá Toll- og Skattstovu Føroya. Hvat rúsdrekka viðvíkur krevst harumframt loyvi eftir løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 við seinni broytingum. Toll- og Skattstova Føroya ásetur í loyvinum, hvørjar treytir loyvishavarin skal lúka.
2. stk. Verða treytirnar í loyvinum ikki hildnar, kann loyvið til eina og hvørja tíð takast aftur.

§ 4. Fyri vinnuliga framleiðslu á tolløkinum av øðrum vørum enn teimum í frumskjali 1 (avgjald á innflutningi) nevndu vørum kann landsstýrið áseta gjald sum fyri innfluttar vørur.

§ 5. Tey í hesum kapitli umrøddu gjøld falla til gjaldingar 22. í øðrum mánaðinum eftir at vøran er framleidd.
2. stk. Verður ikki goldið sum fyriskrivað í 1. stk., skal 1,5% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá tí degi ov seint er goldið.

3. Kapittul
Afturrindan
§ 6. Toll- og Skattstova Føroya verður heimilað at játta afturrindan av teimum í kap. 1 og kap. 2 goldnu gjøldunum, tá ið vørurnar verða útfluttar frá tolløkinum ella til tær í § 8 í løgtingslóg um toll, nevndu sølubúðir.
2. stk. Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya endurrinda ella fráskriva framleiðsluavgjald á vørum sum verða oyðilagdar undir framleiðslu ella á framleiðsluøkinum, og treytað av at vørurnar verða burturbeindar undir tolleftirliti.

§ 7. Eftir umsókn hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild at afturrinda skipasmiðjum avgjaldið fyri tilfar, ið nýtt er til bygging av skipum, bátum og førum, eisini til at afturrinda avgjald av tilfari o.t., ið nýtt er til umvæling ella umbygging av skipum, bátum og førum.
2. stk. Eftir umsókn hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild at afturrinda øðrum virkjum avgjald, ið er latið fyri rávøru, sum virkið hevur nýtt í framleiðsluni.

4. Kapittul
Vanligar reglur
§ 8. Reglurnar í løgtingslóg um toll, tó ikki § 4, galda í tann mun tær ikki stríða ímóti hesi lóg.
2. stk. Avgjaldsskylduga virðið smb. kap. 1 er tollskylduga virðið íroknað toll.

5. Kapittul
Eftirlitsreglur
§ 9. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at kanna høli, ið verða nýtt í samband við vinnuliga framleiðslu, og til at kanna vøru á goymslu, handilsbøkur og annað roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá virkinum.
2. stk. Handhavin og starvsfólkið á virkinum skulu veita Toll- og Skattstovu Føroya neyðuga vegleiðing og hjálp, tá kanningar sum nevndar í 1. stk. verða gjørdar.
3. stk. Tilfarið, ið er nevnt í 1. stk., skal eftir áheitan frá Toll- og Skattstovu Føroya latast ella sendast Toll- og Skattstovu Føroya.

6. Kapittul
Reglur um revsing
§ 10. Brot á § 1 verður revsað eftir kap. 10 í løgtingslóg um toll.
2. stk. Brot á §§ 2 og 3 1. stk. verður revsað við sekt, hefti ella fongsul upp til 1 ár, men verður annars farið fram eftir reglunum í kap. 10 í løgtingslóg um toll.

7. Kapittul
Ígildissetan
§ 11. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst, samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 18. desember 1992 og við kunngerð nr. 98 frá 21. juni 1996, og § 36 til og við § 41 í kunngerð nr. 44 frá 18. september 1958 við seinni broytingum um uppkrevjing av gjøldum v.m. eftir løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum.