Løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju
§ 1. 1) 2) 3) 4) 5) 6) 8) 10) 11) 12) Eitt gjald upp á 0,80 kr. pr. litur verður lagt á søluna av gassolju (viskositet við 38 stig C undir 200 sec. Redwood I) til brúkaran. Vøran er nevnd í Toll- og vøruskránni undir vørunumrum 2710.19.47 og 2710.19.48 fýringsolja, 2710.19.43 og 2710.19.46 autodieselolja. Somuleiðs verður eitt gjald upp á 0,10 kr. pr. litur lagt á søluna til brúkaran av brenniolju (fuelolju). Vøran er nevnd í Toll- og vøruskránni undir vørunumrum 2710.19.64 og 2710.19.68 brenniolja.
Stk. 2. 11) Gjaldið fyri olju seld í einum mánaði, skal verða goldið TAKS í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir.
Stk. 3. 7) Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 4. 11) TAKS kann innheinta við panting avgjøld og rentur, ið falling eru til gjaldingar.
§ 2. 1) Fyri gassolju latin til skip yvir 20 GT skal einki avgjald rindast.
Stk. 2. 11) Skip og bátar undir 20GT, sum TAKS metir vera í vinnu og eru mvg-skrásett, hava rætt til at fáa endurrindað tað gjald, sum tey hava goldið sambært § 1.
Stk. 3. 9) 10) 11) Bjargingarbátar hjá sjálvbodnum bjarging arfeløgum, har øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt, hava r ætt til at fáa endurrindað tað avgjald, sum tey hava goldið sbrt. § 1. Tað er ein treyt, at hesir bjargingarbátar ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi, tó eru gjøld fyri sleip,
bjarging og aðrar smærri uppgávur undantikin. Umsókn um endurgjald skal sendast til TAKS.
Stk. 4. 9) 11) 12) Niðanfyri standandi meir virðis gjaldsskrásettu virki:
1) Garðsyrki og plantuskúlar
2) Fiskaaling
3) Ídnaður
4) Gistingarhús
5) Vallaraheim
6) Framflutningsvirki hava rætt til at fáa endurútgoldið avgjaldið, sum tey hava goldið sambært § 1 av vørunummrunum: 2710.19.47, 2710.19.48 fýringsolja, og 2710.19.43, 2710.19.46 autodieselolja.
Stk. 5.11) Landsstýrinum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur um, hvørji virki koma undir stk. 4 og um endurrindan av gjaldinum sambært hesi lóg.
§ 3. 1) Brot móti hesi lóg ella kunngerð við heimild í hesi lóg verða sektað, heraftrat kann vøran, sum roynt hevur verið at selja í stríð við givnar reglur, inndragast. Annars verða reglurnar í 10. kap. í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll at nýta.
§ 3a. 3) 4) 11) TAKS hevur til eina og hvørja tíð heimild til uttan rættarúrskurð at kanna vøru á goymslu, handilsbøkur og annað roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá teimum sum selja ta í § 1 nevndu vøru og hjá teimum í § 2 nevndu skipum, bátum og virkjum.
Stk. 2. 11) Tilfarið, ið er nevnt í stk. 1, skal eftir áheitan frá TAKS latast TAKS.
§ 4. Henda lóg fær gildi 1. januar 1993. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 99 frá 1. oktober 1986 við seinni broytingum um serligt gjald á brenniolju v.m.