Skriva út

Løgtingslóg nr. 99 frá 29. desember 1998 um gjald av vinningi við burturluting v.m.

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

I . Avgjaldsskylda og -grundarlag
§ 1. Vinningur av burturluting, eydnuspæli, happadrátti, vedding, premiulánsbrævi, premiukonto, gitikapping o. tl. har loyvi krevst frá føroyskum myndugleika ella sum haldast vera almennar, hóast loyvi ikki krevst, er undantikin inntøkuskatt til land og kommunu.
Stk. 2.Vinningur frá bókmentaligari, listaligari, vísindaligari og tekniskari kapping og virðisløn fyri tílíkt arbeiði er undantikin inntøkuskatt til land og kommunu.
Stk. 3. Í staðin fyri inntøkuskatt skal latast gjald, sum er 15% av tí parti av vinninginum, sum er omanfyri 3.000,00 kr. Gjaldið fellur til landskassan.
Stk. 4. Fellur vinningurin á ein lutaseðil sum er býttur í partar, verður avgjaldið roknað av hvørjum partlutaseðli sær.
Stk. 5. Tað hevur onga ávirkan á avgjaldsútrokningina, at fleiri persónar í felag spæla uppá sama lutaseðil (heilan seðil ella ein partlutaseðil) ella á annan hátt í felag vinna ein í hesi lóg umrøddu vinningum.

II. Uppgerð og rindan av avgjaldinum.
§ 2. Tað áliggur honum, sum vegna felag hevur fingið loyvi til burturluting v.m., ella har loyvi ikki krevst, honum sum skipar fyri, at gjaldið eftir §1, stk. 3 verður rindað landskassanum.

§ 3. Avgjøld av vinningum eftir løgtingslóg um ítróttarvedding, føroyskan happadrátt, kringvarp og happadráttarloyvi til Útvarp Føroya skulu fráboðast og rindast landskassanum eftir reglum ásettar av landsstýrismanninum.

§ 4. Í øðrum førum skal loyvishavarin í seinasta lagi ein mánaða aftaná burturlutingina v.m. lata Toll- og Skattstovu Føroya uppgerð, sum greitt sýnir avgjaldsgrundarlagið.
Stk. 2. Roknaða avgjaldið skal rindast samstundis, sum uppgerð verður latin Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera nærri reglur fyri slíkum uppgerðum.
Stk. 4. Verður uppgerðin ikki latin inn rættstundis, kann avgjaldið verða hækkað. Hækkingin kann í mesta lagi verða 50% av roknaða avgjaldinum.

§ 5. Har vinningur ikki er í reiðum peningi verður virðið roknað eftir handilsvirði við sølu til brúkara.

III . Vinningar uttanlands
§ 6. Vinningur av burturluting v.m. uttan fyri Føroyar til persón fevndur av §1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt er undantikin inntøkuskatt til land og kommunu, um vinnarin rindar gjald til landskassan eftir reglunum í hesi lóg. Vinnarin skal skrivliga boða Toll- og Skattstovu Føroya frá innan 14 dagar aftaná, at vinningurin er goldin vinnaranum.

§ 7. Avgjald, sum er goldið aðrastaðni enn í Føroyum av vinningi haðani, kann verða drigið frá í tí gjaldi, sum latast skal eftir hesi lóg. Frádrigið kann tó ikki verða meira enn tað avgjald, sum annars skuldi verið rindað landskassanum eftir hesi lóg.

IV. Eftirlit og innkrevjing.
§ 8. Toll- og Skattstova Føroya umsitur og innkrevur avgjøld eftir hesi lóg.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja, at loyvishavarin leggur fram tey skjøl, sum eru grundarlag fyri roknskapinum.
Stk. 3. Somuleiðis kann Toll- og Skattstova Føroya koma á staðið at skoða vinningarnar.

§ 9. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja avgjaldseftirstøðu inn við panting.

V. Revsireglur.
§ 10. Við sekt verður hann revsaður, sum við vilja ella av grovum ósketni:

  1. gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar ella heldur aftur upplýsingar til nýtslu fyri útrokningini av avgjaldi eftir hesi lóg,
  2. ikki letur inn uppgerð so sum fyriskrivað er í § 4, stk.1,
  3. ikki avroknar avgjald til landskassan eftir § 3 og § 4, stk. 2.

§ 11. Toll- og Skattstova Føroya kann boða loyvishavaranum frá, at málið kann verða loyst uttan rættarviðgerð, um so er, at hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar, at hann innan nærri ásetta freist, sum eftir áheitan kann verða longd, vil gjalda eina í fráboðanini tilskilaða bót.

VI. Gildiskomu- og skiftisreglur.
§ 12. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer løgtingslóg nr. 11 frá 9. apríl 1968 um gjald av vinningi við burturluting v.m.úr gildi.
Stk. 2.1) Avgjald av vinningi av spæli í Føroyum, har loyvi er givið við heimild í løgtingslóg um ítróttavedding, verður roknað eftir reglunum í løgtingslóg um ítróttavedding.
Stk. 3. Fyri føroyska happadráttin koma reglurnar í hesi lóg í gildi 1. juli 1999. Fram til 1. juli 1999 verður avgjald latið eftir § 1, litra e í løgtingslóg um Føroyskan Happadrátt.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 45 frá 17.05.2011, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon kunngjørd.(Útg. 27. mai 2011)
  • Kunngerðir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at