Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 58 frá 7. juni 2007 um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Persónur, sum byggir ella umvælir egnan bústað, hevur rætt til stuðul eftir hesi lóg.
Stk. 2. 2) Stuðul verður veittur fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn við einari upphædd pr. matr. nr.
Stk. 3. 2) Hægsta stuðulsupphæddin er fram til 30. juni 2010 kr. 150.000, hereftir lækkar hægsta stuðulsupphæddin soleiðis, at hon er:

  1. kr. 100.000 frá 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011,
  2. kr. 50.000 frá 1. juli 2011 til og við 31. desember 2011 og
  3. kr. 0 frá 1. januar 2012.

Stk. 4. 2) Eftirverandi stuðulsupphæddin er lægra talið av hesum:

  1. hægsta stuðulsupphæddin í tíðarskeiðnum ávikavist
  2. kr. 150.000 minus stuðul, sum áður er rindaður eftir hesi løgtingslóg.

Stk. 5. 2) Er lutfallið millum løn og tilfar soleiðis, at lønarparturin er størri enn tilfarsparturin, verður stuðul veittur við í mesta lagi helvtini av meirvirðisgjaldinum av arbeiðsløn og tilfari samanlagt.

§ 1a. 1) Vanlig lutaíbúðafeløg, sambært kapitli 2 í løgtingslóg um lutaíbúðafeløg, sum byggja ella umvæla egnar lutaíbúðir, hava rætt til stuðul eftir hesi lóg.
Stk. 2. 2) Stuðul verður veittur fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn við einari upphædd pr. lutin í felagnum.
Stk. 3. 2) Hægsta stuðulsupphæddin er fram til 30. juni 2010 kr. 150.000, hereftir lækkar hægsta stuðulsupphæddin soleiðis, at hon er:

  1. kr. 100.000 frá 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011,
  2. kr. 50.000 frá 1. juli 2011 til og við 31. desember 2011 og
  3. kr. 0 frá 1. januar 2012.

Stk. 4. 2) Eftirverandi stuðulsupphæddin er lægra talið av hesum:

  1. hægsta stuðulsupphæddin í tíðarskeiðnum ávikavist
  2. kr. 150.000 minus stuðul, sum áður er rindaður eftir hesi løgtingslóg.“

Stk. 5 2). § 1, stk. 5 í hesi lóg er eisini galdandi fyri vanlig lutaíbúðafeløg.

§ 2. Stuðul verður einans veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Rætturin til stuðul eftir hesi lóg fyrnast eftir 5 árum.
Stk. 3. Saman við umsóknini skal umsøkjarin lata TAKS skeytið yvir ognina, umframt fakturar og kvittanir fyri lønir og tilfar, sum hava samband við byggingina ella umvælingina av egnum bústaði.

§ 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann í kunngerð áseta nærri reglur um útgjalding av stuðli fyri meirvirðisgjald.

§ 4. 2) Avgerðir, tiknar eftir hesi løgtingslóg, kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig, og grundgeving fyri kæruni skal vera við.
Stk. 2. 2) Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, tá kærarin fekk boð um avgerðina.

§ 5. Renta verður roknað av ov nógv útgoldnum stuðli við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá útgjaldingardegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 2. Ov nógv útgoldin stuðul við afturatkomnum eykagjøldum, rentum v.m. verður afturhildin í A-inntøku skuldarans eftir reglunum í skattalógini, eins og panting kann fremjast eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum.

§ 6. 2) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hon fer úr gildi 1. januar 2012..
Stk. 2. Sáttmálar, sum eru fráboðaðir Toll og Skattstova Føroya áðrenn 1. juli 2007, verða viðgjørdir eftir higartil galdandi reglum.

Lm. nr. 118/2007 (útg. 8. juni 2007)

(Nota til § 6, stk. 2 í løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði: § 12, stk. 1, litra l í meirvirðisgjaldslógini heimilaði fram til 1. juli 2007 frítøku fyri meirvirðisgjald av lønum til bygging og umvæling av egnum bústaði.)

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 80 frá 25.05.2009, har § 6 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. §§ 1-3 hava virknað frá 1. juli 2009, § 4 og § 5, nr. 2 hava virknað frá 1. januar 2009, og § 5, nr. 1 hevur virknað frá 1. juli 2007. (Henda broyting hoyrir undir § 2 í broytingalógini). (Útg. 10. juni 2009)
2) Broytt við ll. nr. 168 frá 22.12.2009, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(útg. t. 30. desember 2009)