Løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 1987 um eydnuspæl v.m.
§ 1. Løgtingslógin fevnir um eydnuspøl, har luttakararnir móti gjaldi vinna vinningar eftir eini skipan, sum er heilt ella partvís tilvildarlig.
§ 2. Við teimum undantøkum, sum fylgja av § 4, er bert loyvt at skipa fyri eydnuspæli, tá loyvi til tess er fingið frá landsstýrinum. Serligt loyvi krevst til sølu av útlendskum lutaseðlum.
2. stk. 1) 4) Strikað
§ 3. Loyvi kann bert verða givið til frama fyri almannagagnligt ella góðgerandi endamál.
2. stk. Loyvi kann ikki verða givið til eydnuspæl til frama fyri politisk endamál.
3. stk. Loyvi kann bert verða givið feløgum og líknandi, og bert um samansetingin og virksemið hjá hesum skapar trygd fyri, at yvirskotið frá eydnuspælinum verður brúkt til ásetta endamálið.
4. stk. Um ikki landsstýrið, tá serligar umstøður gera seg galdandi, tekur aðra avgerð, skal loyvi umframt tær treytir sum landsstýrið sjálvt ásetir, vera treytað av at:
- Vinningarnir í virði eru í minsta lagi 25% av samlaðu lutasøluni.
- Eingin vinningur er kontantur peningur.
- Persónar undir 15 ár ikki selja lutaseðlar.
- Lutaseðlarnir verða seldir til tann tilskilaða prísin.
- Prísurin á lutaseðlinum og dráttardagur verða prentað á lutaseðlarnar.
- Dráttardagurin verður ikki fluttur.
- Lutasøla sunnu- og halgidagar ikki byrjar fyrr enn klokkan 16.00.
- Lutaseðlarnir verða ikki skiftir um við pening.
- Lutasølan ikki fer fram meira enn 8 vikur frá tí, at loyvið varð givið.
- Seljarin ongan persónligan vinning fær.
§ 4. Feløg og líknandi, sum eru skattafræls eftir § 3, stk. 3 í "Løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt", kunnu uttan loyvi skipa fyri eydnuspæli eina ferð um árið, tá:
- Loyvi til hetta kann gevast eftir § 3.
- Fráboðan um nær og hvar eydnuspælið fer fram er send landsstýrinum.
- Samlaða lutasølan í virði ikki fer uppum eina av landsstýrinum ásetta upphædd.
2. stk. Treytirnar í § 3, stk. 4, 1-9 eru eisini galdandi fyri hesar fyriskipanir. Landsstýrið kann til eina og hvørja tíð geva boð um at steðgast skal við søluni, ella áseta fleiri treytir.
3. stk. Verður til eydnuspælið brúkt eydnuhjól, tombola ella onnur skipan, sum er ætlað fleiri eftir hvørjum øðrum fylgjandi dráttum, krevst altíð loyvi frá landsstýrinum.
4. stk. 1) Eftir nærri ásettum treytum kann veitast feløgum o.l., sum lúka treytirnar í § 3, standandi loyvi til í upp til 1 ár um ferðina at fyrireika eydnuspæl, um so er, at teir einstøku vinningarnir ikki fara upp um 3.000 kr.
§ 5. Uttan nakra avmarking av hesi lóg, kunnu feløg og líknandi skipa fyri eydnuspæli fyri limir og avvarðandi teirra, har almenningurin ikki hevur atgongd. Tó má,
- áðrenn farið verður undir eydnuspælið, fráboðan verða send landsstýrinum um, nær og hvar eydnuspælið fer fram,
- virðið á vinningunum ikki fara uppum eina av landsstýrinum ásetta upphædd,
- eingin vinningur vera kontantur peningur,
- endamál felagsins ikki vera at skipa fyri eydnuspæli.
2. stk. Landsstýrið kann til eina og hvørja tíð geva boð um at gevast skal við tílíkum eydnuspæli.
§ 6. 3) Innan 1 mánað eftir dráttin (ávikavist fyrsta dráttin tá talan er um tombola, eydnuhjól og líknandi), skal roknskapur yvir allar inntøkur og útreiðslur eydnuspælinum viðvíkjandi sendast landsstýrinum. Við hesum skal fylgja:
- Grannskoðan av ríkisgóðkendum grannskoðara. Hetta er tó bert neyðugt, um samlaða lutasølan í virði fer upp um eina av landsstýrinum ásetta upphædd.
- Kvittanir frá teimum, sum hava fingið pening útgoldnan.
- Váttan frá avvarðandi prentsmiðju um talið av prentaðu lutaseðlunum, og prísin á teimum.
- Váttan frá avvarðandi vinnarum um at hava fingið vinningin útflýggjaðan. Hetta er tó bert neyðugt um vinningurin í virði fer upp um eina av landsstýrinum ásetta upphædd.
2. stk. Harumframt skal váttan, fyri at yvirskotið frá eydnuspælinum er brúkt til ávikavist loyvda endamálið smb. § 3, ella almannagagnliga ella góðgerandi endamálið smb. § 4, verða send landsstýrinum.
3. stk. 2) 3) Tann mynduleiki, sum umsitir lógina kann loyva frávik frá krøvunum í stk. 1 og 2 um innsendan av roknskapi v.m. Toll- og Skattstovu Føroya verður heimilað at gera stakroyndir.
§ 7. Landsstýrið kann leggja sín avgerðarrætt og fráboðanarskylduna eftir hesi lóg til annan stovn.
2. stk. Reglur um klagu yvir avgerðir, tiknar av hesum stovni við heimild í hesi lóg, herundir reglur um klagufreist, kunnu setast av landsstýrinum.
§ 7A. 3) Landsstýrismaðurin kann áseta ómaksgjald fyri veiting av loyvi til eydnuspæl v.m.
§ 8. Uttan so er, at strangari revsing er uppiborin eftir aðari lóggávu, verður við bót revsaður hann, ið ikki:
- Heldur § 2, § 4, 2.stk., § 5, § 6.
- Ger eftir boðum, sum hava heimild í § 4, 1. stk. og § 5, 2. stk.
- Heldur treytirnar í loyvinum.
2. stk. Í forskriftum, sum eru gjørdar við heimild í hesi lóg, kunnu gerast reglur um revsing við bót fyri brot á hesar forskriftir.
3. stk. Fyri brot á hesa lóg ið verða av partafeløgum, lutafeløgum og líknandi kann bótaábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum.
§ 9. Løgtingslógin kemur í gildi 1. juli 1987.
2. stk. Samstundis við hetta verður lógin "Klasselotteriet og forbud mod andet lottospil" frá 6. mars 1869 sett úr gildi.