Skriva út

Løgtingslóg nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunngerð løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1.2) 3) 4) 5) 7) Fyri hvørt ferðafólk, sum verður flutt úr Føroyum, skal gjaldast 65 kr. til landskassan.
2. stk. Hvør einstøk flutningsfyritøka og umboðsfólk hennara í Føroyum, stendur til svars fyri, at avgjaldið verður goldið landskassanum fyri tey ferðafólk, sum fyritøkan flytur úr Føroyum.
3. stk. Ferðaavgjald, ið er innkravt í einum mánaði, skal verða goldið TAKS í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir. Flutningsfyritøkan skal í seinasta lagi 10. í øðrum mánaðinum eftir senda TAKS uppgerð yvir flutt ferðafólk avvarðandi mánað.
4. stk. 6) Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
5. stk. Ferðaavgjald og renta, ið eru fallin til gjaldingar, kunnu verða innheintað við panting. TAKS fremur panting fyri gjøld og rentur, ið eru fallin til gjaldingar eftir hesi lóg.

§ 2. Avsláttur í ferðaavgjaldinum kann veitast lutfalsliga í samsvar við vanliga galdandi avsláttarskipanir hjá flutningsfeløgunum.
2. stk. Landsstýrið ásetur nærri reglur fyri hvørjar avsláttarskipanir geva rætt til avsláttur í ferðaavgjaldinum.
3. stk. Landsstýrið ásetur nærri reglur fyri inngjalding av avgjaldinum.

§ 3.1) Avgjald skal ikki latast fyri:

  • børn undir 12 og 16 ár við flutningi ávikavist loftvegis og sjóvegis
  • ferðafólk, ið eru í Føroyum, í transitt, og
  • ferðafólk, ið ferðast við fari, sum ikki vanliga verður nýtt til ferðafólkaflutning samb. § 1, 2. stk.

§ 4. Brot á § 1, stk. 2 í lógini verður revsað við sekt. Í fyriskriftum, ið verða ásettar sambært § 2, kann verða ásett, at brot á fyriskriftirnar verður revsað við sekt.

§ 4a. 4) TAKS hevur heimild til at kanna roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá teimum í § 1 nevndu flutningsfyritøkum og umboðsfólkum teirra í Føroyum.
2. stk.7) Tilfarið, ið er nevnt í 1. stk., skal eftir áheitan frá TAKS latast TAKS.

§ 5. Lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fellur burtur løgtingslóg nr. 23. frá 27. apríl 1987 um gjald fyri ferðing úr Føroyum.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 118 frá 03.10.1988við gildi frá 04.10.1988
2) Broytt við ll. nr. 111 frá 21.05.1993við gildi fyri ferðaseðlar, ið verða bílagdir, eftir at lógin er sett í gildi, frá 22. 05.1993
3) Broytt við ll. nr. 56 frá 05.05.1994við gildi frá 01.04.1994
4) Broytt við ll. nr. 98 frá 29.12.1998við gildi frá 01.01.1999
5) Broytt við ll. nr. 121 frá 01.12.2003við gildi frá 01.01.2004
6) Broytt við ll. nr. 49 frá 16.05.2006, har § 11 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd (útg. 19.05.2006).
7) Broytt við ll. nr. 33 frá 06.05.2013, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2013.