Skriva út

Løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur

§ 1. 2) Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur hvør persónur, sum

  1. er undir fullari skattskyldu í Føroyum,
  2. er búsitandi í Føroyum,
  3. hevur lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart,
  4. 3) 6) hevur eina ferðaleið aftur og fram hvønn arbeiðsdag, sum er longri enn 20 kilometrar, sbr. Tó stk. 2.
  5. hevur útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum

Stk. 2. 3) Fyri ferðing sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar verður stuðul veittur við eini upphædd fyri hvønn túr sær.

§ 2. 1) 2) 4) 5) 7) Fyri útreiðslur til ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum verður stuðul veittur sambært stk. 2, um ferðaleiðin aftur og fram til arbeiðsstað er longri enn 20 km, og sambært stk. 3, um ferðaleiðin er sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar. Stuðul verður bara veittur til ferðing aftur og fram millum bústað og arbeiðsstað eina ferð um dagin.
Stk. 2.6) 7) Er ferðaleiðin á landi aftur og fram millum bústað og arbeiðsstað:

  1. longri enn 20, men styttri enn 30 km, er stuðulin kr. 6,0,
  2. 30 km ella longri, men styttri enn 50 km, er stuðulin kr. 14,50,
  3. 50 km ella longri, men styttri enn 64 km, er stuðulin kr. 21,50,
  4. 64 km ella longri, men styttri enn 102 km, er stuðulin kr. 28,00,
  5. 102 km ella longri, men styttri enn 124 km, er stuðulin kr. 33,50,
  6. 124 km ella longri, men styttri enn 146 km, er stuðulin kr. 39,00,
  7. 146 km ella longri, men styttri enn 168 km, er stuðulin kr. 44,50,
  8. 168 km ella longri, men styttri enn 190 km, er stuðulin kr. 50,00,
  9. 190 km ella longri, men styttri enn 212 km, er stuðulin kr. 55,50,
  10. 212 km og longri, er stuðulin kr. 61,00.

Stk. 3. Stuðulin til ferðing sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar er:

  1. fyri sjóvegis ferðing, suðuroyarleiðin undantikin, kr. 8,45 pr. túr
  2. fyri sjóvegis ferðing við suðuroyarleiðini kr. 16,90 pr. túr
  3. fyri loftvegis ferðing kr. 16,90 pr. túr
  4. fyri ferðing gjøgnum undirsjóvartunlar kr.8,45 pr. túr.

Stk. 4. 7) Fjarstøðan millum bústað og arbeiðsstað verður grundað á stytstu ferðaleiðina millum bústað og arbeiðsstað. Vegastrekkir verða uppgjørd sambært uppmátingum av vegalongdum millum bygdir hjá Landsverk.

§ 2a.6) Stuðul verður í mesta lagi veittur fyri 220 dagar árliga.

§ 3. Landskassin rindar ferðastuðulin.
Stk. 2. 1) Ferðastuðulin verður útgoldin seinast í juli og seinast í januar mánaði, tó fyrstu ferð í juli 2001.
Stk. 3. Ferðastuðulin verður útgoldin á konto í peningastovni.

§ 4. Ferðastuðul verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um ferðastuðul.
Stk. 3. Landsstýrið ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug eru fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til ferðastuðul.

§ 5. Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til ferðastuðul eftir hesi lóg.

§ 6. Rætturin til ferðastuðul kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.

§ 7. 8) Avgerðir, tiknar sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 46 frá 30.03.2001, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2001.
2) Broytt við ll. nr. 48 frá 16.05.2006, har § 2 er soljóðandi: Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd (útg.:19.05.2006).
3) Broytt við ll. nr. 109 frá 13.12.2006, har § 2 er soljóðandi: Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2006.
4) Broytt við ll. nr. 41 frá 22.05.2008, har § 2 er soljóðandi: Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd (útg. 2. juni 2008), og hevur virknað frá og við inntøkuárinum 2008. Stk. 2. Møgulig afturgjaldskrøv, vegna afturvirkandi broytingar í stuðulsupphæddunum, verða ikki innheintað.
5) Broytt við ll. nr. 125 frá 22.12.2008, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2009.
6) Broytt við ll. nr. 121 frá 22.12.2010, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011.
7) Broytt við ll. nr. 152 frá 23.12.2015, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
8) Broytt við ll. nr. 159 frá 10.12.2021, har 43 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. (Útgivið: 13.12.2021)
  • Kunngerðir
  • Vegleiðingar
  • Úrskurðir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at